Frostpop: Føroyskir tónleikabólkar á filmi

Filmurin Frostpop kann kallast ein ungdóms sjónvarps dokumentar filmur. Tveir føroyskir bólkar eru við og tveir úr Grønlandi og tveir úr Íslandi. Frostpop verður væntandi vístur í Svf miðskeiðis í oktober

At Tutl og Nora eru liður í tónleikasamstarvi millum Føroyar, Ísland , Grønland og Sámaland, hevur givið áhugaverd úrslit. Eitt teirra er filmurin Frostpop. Hesin var fyrst ætlaður til marknaðarførslu, men gjørdist so nógv annað og meira.

Úr Føroyum síggja vit unga rockbólkin Happy, ið venur á Gamla Meiarínum í Havn, og vit síggja Encounter Galaxy, ið er mannaður við ungum trúgvandi úr Filadelfia. Felags fyri báðar bólkarnar er, at teir luttóku á fløguni Grótføroyskt, ið kom út í 1998.

Happy framførir lagið Aldrin gloyma at droyma. Limirnir í bólkinum práta síðani, á enskum, um bólkin og um umstøður hjá tónleiki og tónleikarum. Teir vænta, at fyrr ella seinni, so slær ein føroyskur bólkur ígjøgnum úti í stóru verð.

Encounter Galaxy framførir lagið Tá ævinleikin nam við tíðina. Limirnir í bólkinum práta um bólkin og um at leika tónleik og vera trúgavndi og um hvussu hetta merkir innihaldið í sangunum.

Ímillum løg og bólkar síggja vit myndir úr Føroyum og úr gøtunum í Havn.

Rakul Guðjónsson frá Nora, ið hevur latið filmin gera, sigur, at tey sum heild eru væl nøgd við úrslitið. Tó er kanska heldur óheppi, at byrjað verður í Føroyum við einum undirgrundsbólki (Happy, blðm.). Tað er, sum verður síðani farið eitt stig upp, tá farið verður til Grønlands, har luttakararnir eru millum kendu bólkarnar. Úr Íslandi síggja vit sera kendar bólkar. Eini bólkurin hevur fingið boð at koma til USA og hevur eisini júst selt eini 4000 eintøk fløgur í Íslandi.

Men Føroysku bólkarnir klára seg væl og vakrar myndir eru úr Føroyum.


Í Svf

Stórur áhugi er fyri Frostpop. Grønlendska sjónvarpið, KNR, ætlar at vísa filmin og DR 2 hevur víst áhuga. Eisini í Føroyum er áhugi fyri filminum og føroyingar fáa væntandi filmin at síggja miðskeiðis í oktober. Tá verður hann sýndur í Svf. Tá hevur filmurin føroyska tekst. Filmurin er 55 minuttir og er eitt bland av dokumentar og ungdómsfilmi og vísir eina síðu av samfelagnum, ið óivað er ókend fyri mongum.