Mánakvøldið í næstu viku verður almennur fundur á Hotel Hafnia um ættleiðing av útlendskum børnum til Føroya. Ole Bergmann, skrivstovustjóri á DanAdopt, ið er ein av teimum trimum felagsskapunum, sum formidlar ættleiðing av útlendskum børnum til góðkend foreldur eitt nú í Føroyum, greiðir frá møguleikunum fyri ættleiðing, sum teir eru júst nú.
DanAdopt hevur samstarv og sambond í tólv londum í Asia, Europa og Suðuramerika. Í fjør skipaði felagsskapurin fyri 248 ættleiðingum, íroknað tveimum til Føroya. Síðani 1970 hevur DanAdopt staðið fyri 96 ættleiðingum av børnum úr ymsum londum til Føroya.
Tað er ymiskt, hvussu leingi fólk, ið skulu ættleiða, verða noydd at bíða. Eftir at foreldrini eru góðkend, kunnu tey bíða í nakrar vikur, men eisini uppí tvey og eitt hálvt ár, áðrenn tey fáa eitt barn í uppskoti. Síðani skulu tey aftur bíða til barnið kemur heim, og tað kann taka ein mánað, men eisini 15. Ættleiðing er tískil eisini ein spurningur um at hava gott tol. Kortini fekk DanAdopt í 1998 268 nýggjar umsóknir um ættleiðing.
Á fundinum á Hafnia mánakvøldið, ið verður kl. 19.00, fer Ole Bergmann at greiða frá, hví tað tekur so langa tíð at ættleiða eitt barn úr útlandinum, tá ið øll vita, at so nógv neyðstødd børn eru úti í heimi. Hann fer at royna at greiða frá bakgrundini hjá børnunum og somuleiðis frá nøkrum av trupulleikunum, tey hava í viðførinum, tá ið tey koma við storkinum til hin endan av klótuni.
Fólk, ið ætla at ættleiða, foreldur, ið longu hava ættleitt, og onnur áhugað, kunnur seta Ole Bergmann spurningar av avskyns slagi.
Í hesi vikuni er Mrs. JaiSita Panigrahi, ið DanAdopt hevur neyvt samstarv við, á vitjan í Føroyum. Hon er úr Mumbai í India, og rekur barnaheimið Bal Vikas, ið uttan iva nógv ættleiðingarforeldur kenna. Á ferðini í Føroyum vitjar hon familjur, ið hava ættleitt børn frá Bal Vikas.









