uppringdur av løgmanni, at koma oman á skrivstovu hansara beinan vegin. Har fekk eg greitt at vita, at løgmaður onki hevði at finnast at viðvíkjandi mínari embætisførslu, men at dagliga órógvin av tunn [...] munagott at gera fyri at heimatænastan kann virka soleiðis, at skipanin verður lagað til tann einstaka. Heimahjálpin er farin frá at vera ein hjálp soleiðis at tey eldru kunna vera heima, til at verða ein [...] væntað, at tað skuldi eydnast at koma undir land við einari avtalu so skjótt, hóast tíðindaskriv varð sent út sum fráboðaði, at ætlanin var at koma á mál áðrenn jóansøku. Tað vóru bert smálutir eftir at fáa
málið. Eingin ivi var um, at André dugdi at málbera seg sum fáur, hann skilti nuancurnar í málinum. Og hartil ræddist hann ikki tað livandi, talaða málið, sum hann meinti átti at vera grundarlagið. Mál broytast [...] socialistiska støðutakanin í politikki gjørdi, at hann og aðrir í felagnum vóru innstillaðir til exklusión úr Tjóðveldisflokkinum, sum ongantíð alment hevði torað at tikið orðið social-ismu uppá tungu. Tað hendi [...] politiska landkortið er broytt grundleggjandi hesi seinastu umleið 20 árini, so broytti André ikki síni politisku høvuðssjónarmið, men helt fast um, at socialisman var tann rætta leiðin. André var lærari
fast um týdningin av at fortelja, at í hesum lagnum er eitt ljós og ein vón fyri framman. - Tað hevur týdning at fortelja hesar søgurnar, tí tær vísa eisini á, hvat skal til fyri at koma burtur úr sálarliga [...] lættur at fáa eyga á. Rithøvundurin er sannførd um, at upplýsing er vegurin fram, skulu vit sum samfelag kunna gera nakað við trupulleikan. Tí hevur hon fingið Elina Winther Poulsen, samskipara, at skriva [...] okkara grannaløgum vísa, at so at siga allar kvinnur, sum hava verið fyri fysiskum harðskapi, hava eisini verið fyri sálarligum harðskapi. Men meðan bláa merkið er ítøkiligt, er verri at fáa eyga á sálarliga
verður aftrat um bókina, at romantikkur og kærleiki eru við til at gera søguna spennandi. - Mong, sum hava lisið skaldsøguna, siga, at bókin er spennandi, og tað er torført at leggja hana frá sær aftur [...] "Hjálpt úr neyð" heldur fram í bókini "Sornhúsfólkini", sum er av somu stødd og kom út í 2005, og av hesi bók eru eisini heilt fá eintøk eftir. Tað er Føroyaprent í samstarvi við Mentanargrunn Studentafelagsins
beiðis orsøk til at fólk aftra seg við at leita sær hjálp. Men tann kvinnan finst allastaðni, í øllum pørtum av okkara samfelag, sigur sálarfrøðingurin Súsanna Ó. Skaale, sum í nýggjari bók fortelur søguna [...] stereotypu, myndina av kvinnuni sum ein veik, grá mús, ið krýpur fram við húsaveggjunum, uttan at tora at koma í kontakt við nakrar. Tað er ein mynd, ið byggir á fordómar, sum í síðsta enda eru beinleiðis [...] sigur Súsanna Ó. Skaale og heldur fram: - Flestu kvinnur kenna seg ikki aftur í hesi eintáttaðu myndini. Og tað ger so aftur, at alt ov lang tíð gongur, áðrenn tær leita sær hjálp, sigur Súsanna Ó. Skaale
eg sjálvur at verða drigin uppí, men bert á landi, tí at eg var farin inn av Viðareiði til Hvannasunds at ugga Sunnivu og Tóra. Tá kom tann royndi og djarvi útróðrarmaðurin, sum dugdi so væl at skyna á streymi [...] streymi og veðri, Tóri, til mín og segði, at hann orkaði ikki, men bað meg royna og fáa fleiri skip út at leita, sum Sylvan hevði biðið um, tí at av veðri var hann ikki farin, tað kundi hann siga mær. [...] givist varð at leita. Bøn varð hildin í heiminum, og vit løgdu alt í Harrans hond. Eg fór so út til Viðareiðis, og tá ið eg morgunin eftir kom úr kirkju, komu børnini rennandi at siga mær frá, at nú var Pól
tað hevði við sær, at svinghjólini fóru at oysa. Hetta hevði ta avleiðing, at magnetið í bensinmotorinum gjørdist vátt, og tá steðgar motorurin. Tá mátti magnetið turkast fyri at fáa motorin í gongd [...] nærindis. Her verður eisini sagt, at eitt fýramannafar úr Vági setti upp í Sumba. Blaðið spyr eisini, um tað ikki hevði verið uppá sítt pláss at fara at hugsa um at fáa í lag eitt tryggingarfelag, fyri [...] Mikkjal at fáa vent bátinum inn frá boðanum, sum eydnaðist í síðstu stund. Róð bleiv síðani móti landi, hvar menn stóðu klárir at taka móti bátinum, lagt varð so at landi, og tað eydnaðist at bjarga øllum
o.ø. Tað, at hesi útlendsku nøvn, heiti og orð verða brúkt í føroyskum, ger ikki, at fremmandu stavirnir nýtast ella eiga at gerast partur av stavraðnum. - Tað ber sjálvandi framvegis til at stava eitt [...] Málráðið sigur, at hóast c , w og x ikki eru í stavraðnum, er einki, ið forðar okkum í framvegis at tala og skriva um c-vitaminir , c-mol , at skriva internetadressur við www ella at brúka x í orðum sum [...] hevur Málráðið gjørt av at varðveita føroyska stavraðið við hesum stavum: a á b d ð e f g h i í j k l m n o ó p r s t u ú v y ý æ ø - Grundgevingar at varðveita verandi stavrað eru, at tað hevur drúgva siðvenju
inum næsta vikuskifti. - Tað er at fegnast um, at Leif Davidsen tekur sær stundir til at møta ungdómi á Føroya Handilsskúla. Ungdómi sum við útbúgving sínari ynskir at víðka um innlit og útlit í alheims [...] lívið handan jarntjaldið. Og hann fer at røða um, hvussu hesi somu menniskju og hetta sama land framvegis stríðast við arvi frá fortíðini. Eitt ritverk, sum fær okkum at skilja nógv meira og betri, hvussu [...] Rithøvundurin, sum serliga er kendur fyri skriving sína um tað, sum fyrifórst kring og handan jarntjaldið, vitjar á Handilsskúlanum fríggjadagin. Her fer hann at røða um sítt ritverk og ikki minst um sína
blaðútgávu. --- Kom at kenna André gjøgnum uppvøksturin í Hoyvík. Vit gjørdust grannar at kalla, tá André og Dikka og døturnar Sunneva, Marjun og Katrin fluttu í Hoydalar, har André fór at undirvísa í russiskum [...] verið til próvtøku við André sum lærara, vita, at hann var treytaleyst í tínum parti til próvtøkuna. Royndi at hjálpa alt tað, hann megnaði, til tess at fáa tað besta úrslitið fyri næmingin. --- André [...] Havi umvegis hesi bond havt nógv samskifti við André, og seinni fekk eg hann sum lærara í týskum á HF-skeiðnum í Hoydølum. Heimið hjá André og Dikku var av fjálgastu og blíðastu heimum at koma í samband