Allahalganadag andaðist André, 75 ára gamal.
André elti ikki sum fyri var slóðað. Hann gekk sínar heilt egnu leiðir í øllum. Í síni heimsáskoðan, sínum lívsvalum, síni politisku áskoðan, sínum fakliga virki, síni luttøku í samfelagsorðaskiftinum og í sínum stíli, breyt hann frá. Breyt frá meirilutanum, frá umhvørvinum og frá tí, sum lá í kortunum og beint fyri. Og hann stóð tryggur við síni sjónarmið og síni grundvirði.
Veit ikki, um søgan er heilt sonn. Men havi hoyrt frá onkrum, sum var millum vinfólkini hjá André í lestrarárunum í Keyp-mannahavn í sekstiárunum, at tá Beatles-fepurin herjaði, og flestu vóru tikin av fótum og gjørdust fjepparar, skuldi André siga: “Jú, jú. Har er helst okkurt í hasum musikkinum. Men hví syngja teir allatíðina “Uh-uh-uh-uu” og “Yeah-yeah-yeah”? Hvør er meiningin við tí?”.
André var í hvussu so er ongin poppari og var altíð kritiskur ímóti tí, sum stak seg upp sum móti og “mainstream-mentan”. Og ikki minst hevði hann andstygd fyri kommercialiseringini og einsrættingini í tí kapitalistiska brúkarasamfelagnum, har allur tørvur og allar kenslur hjá menniskjum skulu gerast til lutir og vørur – og til vinning og profitt hjá einstaklingum og altjóða fyritøkum.
Hann koyrdi sín Lada-bil og helt fast við sín skeiva reik, uttan mun til, hvussu rákið og mótin skiftu. Í síni politisku áskoðan stóð hann fast við síni sjónarmið ytst á vinstravonginum. Eisini tá allar møguligar fraksjónir og nýggir felagsskapir vórðu stovnaður í tí sera brimandi politiska umhvørvinum millum føroyskar útisetar í 60’unum og 70’unum. Og har André var sera virkin í orðaskiftinum og við blaðútgávu.
---
Kom at kenna André gjøgnum uppvøksturin í Hoyvík. Vit gjørdust grannar at kalla, tá André og Dikka og døturnar Sunneva, Marjun og Katrin fluttu í Hoydalar, har André fór at undirvísa í russiskum og týskum. Tey fluttu inn í aðra íbúðina ovast uppi á Dreingjakostdeildini – altso gamla Sanatoriinum í Hoydølum – og høvdu ávísa ábyrgd av næmingunum, ið búðu á Kostdeildini.
Og har um leiðir helt ungdómurin í Hoyvík sjálvandi nógv til. Tað sigur rættiliga nógv um tolsemið og menniskjakunnleikan hjá André og Dikku, at ongin samanstoytur ella nakað stríð var ímillum tey, og tann ikki altíð so friðarliga ella serliga væluppdrigna ungdómin í Hoyvík, sum helt seg eiga økið í Hoydølum. Og sum ofta tilskilaði sær ótarnaða atgongd inn á Kostdeildina ella fann frægd í at spæla næmingum og starvsfólki ymisk puss.
Marjun og eg komu í sama flokk í Hoyvíkar skúla, og vit hava verið næstu vinfólk og í sama vinarskara síðani. Og lítlasystir mín, Katrin, gjørdist besta vinkona hjá Katrini hjá Dikku og André. Katrin og Katrin vóru sjáldan meira enn ein metur frá hvørji aðrari, og Katrin hjá okkum var sum eitt annað húsfólk í heiminum hjá teimum. Havi umvegis hesi bond havt nógv samskifti við André, og seinni fekk eg hann sum lærara í týskum á HF-skeiðnum í Hoydølum.
Heimið hjá André og Dikku var av fjálgastu og blíðastu heimum at koma í samband og samskifti við. Tú legði beinanvegin til merkis tann kærleikan og tað mildnið, sum André oysti yvir døturnar. Tær vóru “krovini hjá pápa”, tær vóru “stakkalar”, “armingar” og tær vóru “skinn”. Børnini vóru dýrgripir og gimsteinar, sum treytaleyst skuldu fjálgast um og stuðlast.
---
Tann sama hitan merktu abbabørnini, langabbabørnini – og øll børn og ung, sum komu í samband við André. Og ikki minst vit mongu næmingar, sum hava havt André sum lærara. Hann var systematiskur og kundi tykjast konservativur í formligu krøvum um, at “Ordnung muss sein” og at endurtaka tann fasta bygnaðin og reglurnar í mállæruni – og hann legði stóran dent á “klassiskt alment dannilsi”.
Men kortini var ongin autoritér hugsan hjá honum yvirhøvur. Hann var rættvísur og púra ósnobbutur móti næmingunum og gjørdi als ongan mun á fólki. André vildi hava tað besta burturúr hvørjum einstøkum næmingi og geva øllum ein kjans, uttan mun til, hvussu fólk vóru fyri, hvaðani tey komu og hvørjum fólki ella hvørji stætt, tey vóru av. Ungdómurin skuldi ikki bert arva heimin – tey skuldu broyta hann og skapa hann sjálv við sínum egnu hugsanum og fortreytum.
Undirvísingarstílurin var dialogur og stillfør leiðbeining. Oftast spurningar frá André, ið skuldu fáa fólk at hugsa sjálv, leita sær vitan og brúka tað, ið tey høvdu lisið og lært í tímunum. Heldur enn einføld svar, sum skuldu potast inn í knokkin á næminginum. Og øll vit, sum hava verið til próvtøku við André sum lærara, vita, at hann var treytaleyst í tínum parti til próvtøkuna. Royndi at hjálpa alt tað, hann megnaði, til tess at fáa tað besta úrslitið fyri næmingin.
---
André var hvassur, speiskur og satiriskur í almenna orðaskiftinum og sínum mongu greinum um politikk, samfelag, mentan, málpolitikk o.a. Hann var helst ein tann best brýndi satiriski pennurin, vit hava átt. Ein leikandi lættur pennur við stuttum og hárhvøssum setningum, fyndugum orðaspølum og undirspældum humori. Í einum ummæli í útisetablaðnum Oyggjaskeggja í 60’unum av eini føroyskari bók, byrjaði hann ummælið nakað soleiðis : “Tann og tann hevur givið ta og ta bókina út (punktum). Tað skuldi hann ongantíð havt gjørt (punktum).”
André var sera nærlagdur og væl kjølfestur í øllum sínum virki. Hann gjørdi eitt stórt arbeiði fyri samskiftið millum Føroyar og Russland, sum serliga tók seg upp við fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Sovjettsamveldið í 70’árunum. Og eins og fleiri av hinum, sum høvdu lisið russiskt, fekk hann mangt spjaldur sett á seg sum “njósnari” og umboð fyri Sovjettsamveldið, orsakað av tí forpestaða politiska orðaskiftinum í Føroyum undir Kalda Krígnum.
Sum tulkur hevur hann veitt bæði myndugleikum og nógvum fólki dygga hjálp og tænastu. Tað sigst, at tá André onkuntíð skuldi simultantulka røður hjá føroyskum politikarum fyri russiskum gestum, so undraðist onkur á, at tulkingin var munandi styttri og knappari, enn teir setningarnir, sum føroyski politikarin hevði borið fram. Og tað var ikki tí, at André tulkaði skeivt. Men helst hevur André skorið heilt inn á bein og brúkt sín beinrakna stíl, har alt uttanumtos varð skrædlað burturav. Og neyvan hevur tað verið til ógagns fyri røðaran mótvegis móttakaranum.
---
André var áhaldandi og polemiskur í sínum skemtiliga stíli og bjóðaði støðugt av. Eg var ikki samdur við øllum hansara hugsanum og heldur ikki altíð um, ímóti hvørjum hann valdi at beita tann blanka intellektuella brandin hjá sær. Men kortini kendi eg meg altíð avbjóðaðan og upplýstan – og undirhildnan – tá eg las greinar og bøkur hansara, ella slapp at skifta orð við hann.
Tað vóru kanska júst andsagnirnar, sum í stóran mun eyðkendu André. Eins og vóru mótsetningarnir í einum støðugum dialektiskum samspæli, sum skapaðu heildina: Menniskjað André.
Eins egin hann var, eins samanrunnin var hann við síni kæru. Eins dogmatiskur og óvikiligur hann kundi tykjast í síni politisku hugsan, líka so opin og fjøltáttaður var hann í veruleikanum, tá tú prátaði við hann um samfelagsviðurskifti. Hann var kosmopolittur og samstundis bygdasligur og kjølfestur í heimligum siðvenjum. Og líka so hvassur, speiskur og náðileyst satiriskur hann kundi vera í sínari skriving – líka so rundur, mildur og fyrigevandi var hann móti fólki í beinleiðis samskifti.
---
Saknurin verður stórur eftir André. Og allir okkara tankar og okkara samkensla fara til Dikku, Eyðun, Sunnevu, Marjuna, Katrina, øll abbabørnini og langabbabørnini.
André hvíldi í sær sjálvum. Nú hvílir hann í hjørtum og minnum. Og hann livir víðari í sínum verkum og øllum tí, sum hann gav. Tá ið vit fara at síggja ein Lada-bil; eina týska ella russiska mállæru; ein satiriskan tekst við sterkum broddi og humori; tá ið vit skifta orð um mál og politikk og skúlaskap; tá ið vit fara at syngja Internasjonala; tá vit fara at lesa hansara bøkur og greinar; og tá ið vit hitta hansara kæru – tá fara vit at síggja André ljóslivandi ímillum okkum og senda honum mildar og góðar tankar.
-----
Høgni Hoydal