Valdið liggur í upplýsing

Eintáttaða myndin av kvinnuni, ið er fyri harðskapi, er ein beiðis orsøk til at fólk aftra seg við at leita sær hjálp. Men tann kvinnan finst allastaðni, í øllum pørtum av okkara samfelag, sigur sálarfrøðingurin Súsanna Ó. Skaale, sum í nýggjari bók fortelur søguna hjá fimm kvinnum, ið hava verið fyri sálarligum harðskapi.

Tað er við støði í arbeiðnum í Kvinnuhúsinum í Havn, at sálarfrøðingurin Súsanna Ó. Skaale lýsir støðuna hjá nøkrum av teimum kvinnum, ið eru fyri tí harðskapi, sum vanliga ikki sæst.
- Nei, her er ikki fokus á tað bláa eygað, sigur Súsanna Ó. Skaale, sum í sínum arbeiði í Kvinnuhúsinum varnaðist mongu fordómarnar um sálarliga harðskapin.
Harðskapurin, ið eingin sær, leiðir beinleiðis til heitið á bókini – Um bara hann sló meg.
Súsanna Ó. Skaale lýsir fordómarnar soleiðis:
- Eg sá hesa eintáttaðu, stereotypu, myndina av kvinnuni sum ein veik, grá mús, ið krýpur fram við húsaveggjunum, uttan at tora at koma í kontakt við nakrar. Tað er ein mynd, ið byggir á fordómar, sum í síðsta enda eru beinleiðis skaðiligir, sigur Súsanna Ó. Skaale og heldur fram:
- Flestu kvinnur kenna seg ikki aftur í hesi eintáttaðu myndini. Og tað ger so aftur, at alt ov lang tíð gongur, áðrenn tær leita sær hjálp, sigur Súsanna Ó. Skaale.
Tí hesar kvinnur eru alla staðni í samfelagnum.
- Tær eru í øllum løgum í samfelagnum, frá leiðaranum til vaskikonuna, staðfestir sálarfrøðingurin.
Kvinnuhúsið fær árliga fleiri enn 650 áheitanir um hjálp. Kanningar úr okkara grannaløgum vísa, at so at siga allar kvinnur, sum hava verið fyri fysiskum harðskapi, hava eisini verið fyri sálarligum harðskapi. Men meðan bláa merkið er ítøkiligt, er verri at fáa eyga á sálarliga harðskapin.
- Tað liggur sera nógv vald í upplýsing. Tí havi eg valt at lýsa evnið, soleiðis at fáa gerast tilvitað um teir mongu trupulleikar, ið sálarligur harðskapur hevur við sær, sigur Súsanna Ó. Skaale.

Komnar víðari
Bókin byggir á samrøðu við fimm kvinnur, ið allar hava verið fyri sálarligum harðskapi. Kvinnurnar eru valdar út í samstarvi við Kvinnuhúsið. Tær umboða ymsar bólkar í samfelagnum. Her er tann vælútbúna kvinnan, tann við styttri útbúgving og tann útlendska kvinnan í føroyska samfelagnum. Allar eru tær tó dulnevndar.
- Tað var mítt val, at kvinnurnar skulu vera dulnevndar. Eg vil ikki hava, at tað skal snúgva seg um, hvar kvinnurnar koma frá og hvønn tær eru í familju við. Í einum lítlum samfelag sum okkara kann slíkt lættliga flyta fokus frá tí, sum eg vil fortelja í bókini. Nevniliga søguna um, hvussu parlagið kann fara frá forelskilsi til sálarligan ágang og harðskap. Tí upplýsi eg teirra aldur, útbúgving, hjúnarstøðustøðu og børn, samstundis sum eg royni at verja teirra samleika, greiðir Súsanna Ó. Skaale frá.
Sálarfrøðingurin hevur somuleiðis lagt dent á, at kvinnurnar í bókini eru komnar víðari í lívinum.
- Ja, fyri meg hevur tað týdning at fortelja, at her er eitt ljós og ein vón fyri framman. Felags fyri tær allar er, at parlagið er endað og kvinnan er komin víðari í lívinum, sigur Súsanna Ó. Skaale.
Rithøvundin vil tó ikki vera við, at hon teknar eina ljósareyða mynd av støðuni hjá hesum kvinnum:
- Nei, kvinnurnar fortelja sína søgu kronologiskt. Frá fyrsta forelskinum, til tey fingu børn saman og parlagið útviklaði seg. Alla prosessina, til sálarligi harðskapurin kom inn í parlagið og tók yvir. Í hesum frásøgnum hoyra vit eisini um, hvussu kvinnurnar eru niðurbrotnar sálarliga. So nei, her er ikki talan um nakra ljósareyða mynd, sigur Súsanna Ó. Skaale sum í sama viðfangi heldur fast um týdningin av at fortelja, at í hesum lagnum er eitt ljós og ein vón fyri framman.
- Tað hevur týdning at fortelja hesar søgurnar, tí tær vísa eisini á, hvat skal til fyri at koma burtur úr sálarliga harðskapinum, sigur Súsanna Ó. Skaale og heldur fram:
- Sosiala netverkið hevur stóran týdning fyri hesar kvinnur. Men júst sosiala netverkið er ofta partur av sálarliga harðskapinum. Tí makin kontrollerar jú mangan hennara sosiala lív í slíkan mun, at hon til síðst ikki orkar at forklára seg, men gevur upp. Harvið verður hon enn meira avbyrgd í parlagnum, og sálarligi harðskapurin kann halda fram, sigur Súsanna Ó. Skaale.

Fyribyrging
Bókin er ætlað sum upplýsing um tann harðskap, ið ikki er so lættur at fáa eyga á. Rithøvundurin er sannførd um, at upplýsing er vegurin fram, skulu vit sum samfelag kunna gera nakað við trupulleikan. Tí hevur hon fingið Elina Winther Poulsen, samskipara, at skriva ein kapitul um heildarætlanina at basa harðskapi í parløgum og nærsambondum. Og Katrin á Neystabø, samskipari hjá føroysku deildini av Amnesty , setir harðskapin inn í altjóða samanhang. Eisini er samrøða við Elina Reinert Planck, sum við støði í sínum 18 árum sum leiðari fyri Kvinnuhúsið metir um orsøkirnar til harðskap í parløgum.
Bókin verður alment løgd fram í Miðlahúsinum hósdagin.



“Eg rann út á vegin við børnunum. Tá kom hann akkurát koyrandi móti okkum. Hann steðgaði og rópti á børnini, at tey skuldu koma inn í bilin. Eg rópti, at tað skuldu tey ikki, og vit runnu víðari undan honum. Tað var fríggjadag seinnapart, og fólk stóðu í bíðirøðum á veg heim frá arbeiði. Helst hava tey hugsað, at hasi renna fyri at náa bussin ella okkurt. Høvdu tey vitað, at her - mitt í Tórshavn - rann eg fyri lívinum undan mínum fyrrverandi hjúnarfelaga…”
- Brot úr bókini Um bara hann sló meg


“Tann kropsligi harðskapurin stendur kámur í minninum nú – men aftaná hendi nakað, sum í dag næstan fær meg at flenna, so langt úti og absurd er tað: hann kravdi, at eg skrivaði »Eg skal aldrin siga manni mínum, hvat hann skal gera« á eitt pappír. Síðani tók hann pappírið, skræddi tað sundur í smáar lepar og koyrdi teir í tað, sum var eftir av sósini frá døgurðanum. Síðani noyddi hann meg at eta sósina. Eg át hana..”
- Brot úr bókini Um bara hann sló meg