"Hjálpt úr neyð" fæst aftur

Skaldsøgan "Hjálpt úr neyð" er endurprentað og fæst nú aftur í bókabúðunum.

Tað er Absalon Absalonsen, sum fyrstu ferð gav skaldsøguna út í desember í 2004. Bókin varð prentað í 1500 eintøkum og varð skjótt útseld.

 

Nú er bókin so endurprentað og fæst aftur í bókabúðunum.

 

"Hjálpt úr neyð" er 230 blaðsíður og kostar 290 krónur. Hetta er ein søgulig skaldsøga, sum lýsir lívið í Føroyum seinast í átjandu og nakað inn í nítjandu øld.

 

- Í søguni verður ljós varpað á eitt tíðarskeið við fátækradømi, armóð og hungursneyð, men eisini hvussu gudsótti, hjálpsemi, gávumildni og næstrakærleiki vunnu á øvund og óndsinni.

 

Lagt verður aftrat um bókina, at romantikkur og kærleiki eru við til at gera søguna spennandi.

 

- Mong, sum hava lisið skaldsøguna, siga, at bókin er spennandi, og tað er torført at leggja hana frá sær aftur, fyrr enn hon er liðug.

 

"Hjálpt úr neyð" heldur fram í bókini "Sornhúsfólkini", sum er av somu stødd og kom út í 2005, og av hesi bók eru eisini heilt fá eintøk eftir.

 

Tað er Føroyaprent í samstarvi við Mentanargrunn Studentafelagsins, ið stendur fyri endurprenting og aðru útgávu av skaldsøguni.