Formansrøðan
Gott sjálvstýrisfólk,
Ivasemið var stórt, tá støða skuldi takast, um Sjálvstýrisflokkurin skuldi gerast partur av ABDH samgonguni. Politikkur er at hava ávirkan, og skal ein hava ávirkan er stundum neyðugt at svølgja kamelar fyri at fáa kabalina at ganga upp, tá sjónarmiðini hjá 4 ymiskum flokkum skulu samansjóðast í eina felags kós.
Nógv er broytt á politiska vígvøllinum, síðan vit seinast høvdu landsfund. Tað, sum sjálvsagt hevur fylt mest í seinastuni er tunnilsmálið og hvussu tað endaði fyri flokkin. Tað skal eg koma nærri inn á seinni í røðuni.
Sjálvstýrisflokkurin hevur gjøgnum árini slóðað fyri eini “stig fyri stig leið”, har tryggleiki, vit og skynsemi valdar, sum orðafellið sigur: “Vit skulu seta tering eftir nering og ikki brúka meir, enn vit fáa inn”. Vit skulu yvirtaka uppgávur so hvørt, sum haldgott fíggjarligt grundarlag er fyri yvirtøkunum. Tíðin er farin frá øsingini um vinstra høgra ella loysing, samband. Einasta gongda leiðin fram er samstarv tvørtur um miðjuna, hóvliga kós Sjálvstýrisfloksins stig fyri stig ber á mál. Ein bólkur umboðandi allar politisku flokkarnar saman við umsitingini og fagkunnleikanum í Fiskimálastýrinum arbeiðir við at finna fram til eina nýggja skipan, sum skal verða galdandi eftir 2018, tá verandi skipan gongur út. Vit eiga bæði sum land, tjóð og politiskur flokkur at seta okkum høg mál, sum vit stremba fram ímóti at náa. Uttan visiónir doyr fólkið. Við javnaðarflokkinum á odda bleiv ein 2015 visión sett á breddan, og alt embætisveldið sett nærum í undantaksstøðu at orða setningin, hvør á sínum øki. Nú 2014 stendur fyri durum má ásannast, at lítið ella onkið hevur verið at hoyrt um hesar visiónir og og status, hvørji málsetningar eru náddir og hvat liggur á láni.
Ein stórur trupulleiki er, at valskeiðið fevnir um fýra tingsetur, og alt tað ópopulistiska skal fremjast fyrru hálvu, meðan gjarðað verður út móti endanum á valskeiðinum. Løgtingið hevur avgjørt, fyrst við uppskotið til samtyktar 2007, síðan í 2010 og aftur staðfest í 2011, at ein Eysturoyartunnil skal bjóðast út til privatar at gera og reka. Peningur, seks milliónir, varð avsettur á fíggjarlóg í 2013 til at fyrireika og gera avtalu um at fremja verkætlanina. Seks milliónir vórðu eisini ætlaðar til verkætlanina 2014, men fáur ella eingin hevði væntað, at tað skuldi eydnast at koma undir land við einari avtalu so skjótt, hóast tíðindaskriv varð sent út sum fráboðaði, at ætlanin var at koma á mál áðrenn jóansøku.
Tað vóru bert smálutir eftir at fáa upp á pláss tá 3 samgongutinglimir ryktu teppið undan samgonguni. Løgmaður støðgaði ætlaðu undirskrivingini av sáttmála við privata felagið CIP og kravdi, at verkætlanin enn einaferð skuldi leggjast fyri Løgtingið. Við hesari avgerð, læt løgmaður seg í føraratroyggjuna. Landstýrismaðurin í IMR við fylgi mátti aftur til samráðingarborðið, ið sum kunnugt endaðu við einari prosessavtalu og rokmikla ískoytis lógaruppskotinum. Tað bleiv sent samstarvsflokkunum til hoyringar og seinni lagt fyri Løgtingið. Fyrsta viðgerð av lógaruppskotinum og nevndarviðgerðin í Rættarnevndini staðfestu, at neyvan varð meiriluti fyri uppskotinum frá landstýrinum. Tí tók løgmaður stig til at seta “serfrøðingabólk” við umboðum fyri IMR, løgmansskrivstovuna, Fíggjarmálaráðið og Vinnumálaráðið saman við LV at koma við einum tilmæli, hvussu málið kundi finna eina loysn. Teirra tilmæli er, at fremja verkætlanina sum alment partafelag, ella a/p projekt.
5. september bleiv eg uppringdur av løgmanni, at koma oman á skrivstovu hansara beinan vegin. Har fekk eg greitt at vita, at løgmaður onki hevði at finnast at viðvíkjandi mínari embætisførslu, men at dagliga órógvin av tunnilsmálinum skaðaði samgonguna, og at hann av hesi orsøk sá seg noyddan til at loysa meg úr starvi. Her skal tó sigast, at formaður Miðfloksins alment hevði heitt á løgmann, um at koyra landstýrismannin til hús. (nakrar dagar seinni varð IMR upployst og uppgávurnar býttar út á hini landstýrisfólkini).
Á fundi á Glyvrum 9. september, tók leiðsla Sjálvstýrisfloksins avgerð um at siga upp samgongusamstarvið við Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin. Løgmaður bað um eina viku til 14 dagar til at finna eina loysn á tunnilsmálinum.
Tveir mánaðir eru gingnir, og enn er ongin loysn funnin. Samgongan stendur enn sum ryssa yvir deyðum fyli, tí talan er um at fremja tvær ovurstórar verkætlanir. Løgtingið hevur greitt sagt, at skal verkætlanin Eysturoyartunnil fremjast, verður tað sum ein privat íløga, har íleggjarin ber kostna og vága. Hin íløgan, Sandoyartunnilin, sum nú er dýrkað úr 600 mió til 860 mió, skal gerast og fíggjast alment. Verða báðar hesar verkætlaninar framdar sum almennar íløgur, kemur landskassin at hefta fyri meira enn tveimum mia.
Fiskivinnureformur. Landstýrismaðurin i fiskivinnumálum hevur talað fyri at finna eina breiða politiska semju um ein fiskivinnureform. Sera trupult hevur verið at funnið semju í samgonguni og seinastu fráboðaninar eru, at samgongan má finna síni egnu bein at standa á, áðrenn fundarboð verða send til andstøðuna. Hesin boðskapur kann neyvan skiljast á annan hátt, enn at trupult verður hjá andstøðuni at fáa síni fingramerki á framtíðar fiskivinnupolitikkin ella fáa ávirkan. Eftir ætlan skal ein bólkur umboðandi allar politisku flokkarnar saman við umsitingini og fagkunnleikanum í Fiskimálastýrinum finna fram til eina nýggja skipan, sum skal verða galdandi eftir 2018, tá verandi skipan gongur út. Hóast vit eru fáment, so prógvar søgan, at tá tjóðin stendur saman, megna vit at fáa góð úrslit.
Tað er at fegnast um, at politiska skipanin saman við landstýrismanninum í fiskivinnumálum hevur hildið eina greiða linju og staðið saman um okkara krav um størri makrel – og sildakvotu mótvegis Noreg og EU. Hóast handilsstongsul og hóttanir um meira víðfevnd tiltøk móti Føroyum, eru tekin um, at ein glotti er fyri framman í samráðingunum.
Ein norskur fiskifrøðingur vísti á, at undirfisking kundi verða vandamiklari enn yvirfisking. Um tað er av hesari ella ørðum orsøkum skal vera ósagt, men nú endurskoða ICES serfrøðin tilmælini og fyrst í komandi ári fæst at vita um hækkaðu tilmælini gerast enn hægri. Royndirnar í ár vísa, at føroyingar megnaðu at fiska alla ásettu kvotuna á makreli og yvaleyst eisini av sild. Samstundis hevur stongsulin av norskum havnum fyri landing av makreli gjørt, at vit hava útbygt frystiorkuna í Føroyum munandi.
Nú eru møguleikar fyri at goyma stórar nøgdir av rávøru, sum kundu verði góskaðar á teimum fiskavirkjum kring landið, sum mangla rávøru, tí vanliga botnfiskaveiðan er munandi minkað. Talið av fiskimonnum er minkað munandi í partrolaraflotanum og línuskipum, og bólkur 4 og 5 er nærum dottin niðurfyri. Tað verður ein stór avbjóðing hjá heimaflotanum at fáa lønandi rakstur, partrolararnir hava havt hall fleiri fylgjandi ár og línuskipini, sum hava ein meðalaldur omanfyri 40 ár hava somuleiðis órentablan rakstur.
Miðsavnan ella miðspjaðing er ein viðkomandi spurningur, sum eigur at takast í álvara. Skulu vit sum samfelag ásanna, at tað ikki ber til at lívbjarga sær á útoyggj vetrarhálvuna. Við verandi gongd er trupult at ímynda sær, hvussu lív skal verða lagað hjá fleiri av okkara útoyggjum. Meðalaldurin er høgur og børn og ungdómur manglar. Útoyggjafelagið hevur støðugt roynt at at vísa á avbjóðingarnar, seinast á útoyggjastevnuni úti í Fugloy. Lítla land okkara verður fátækari, tá tey seinastu búfólkini flyta og sløkkja ljósið. Her liggur ein avbjóðing hjá politisku skipanini. Fyrsta treytin fyri trivna er, at atkomuviðurskifti og ferðasambandið eru í lagi, harnæst skal eisini verða lívsgrundarlag hjá búfólkunum. Skúvoy er sloppið frá oljutunnunum og arbeitt varð við eini loysn í Mykinesi, sum skuldi verið komin undir land í ár. Síðan stóð Fugloy fyri tørni og harnæst Svínoy. Sjálvsagt er upplagt, at íløga til upphiting av sethúsum hjá fastbúgvandi á útoyggj, skuldi verið stuðlað.
Er vilji, er eisini vón. Klára vit at venda gongdini í einum lítlum útoyggjasamfelag, kemur tað at skapa ringvirkna og optimismu. Ein gongd leið var at at gjørt t.d. Skúvoy til royndaroyggj í eini verkætlan, har nøkur ávís arbeiðskapandi tiltøk vóru sett í verk. Tá nýggja ferjan er komin, skuldi ferðafólkastreymurin økt munandi og givið eitt gott íkast. Økta játtanin til at menna ferðavinnuna, er ein roynd frá almennari síðu at fáa økt um ferðafólkatalið og inntøkumøguleikarnar innan hesa vinnugrein. Her er ynskiligt, at ferðafólk í størri mun enn nú koma út kring alt landið, at tey støðga á og gagnnýta ymisku tilboðini í lokaløkjunum og harvið leggja nakað av peningi eftir seg. Vinnumøguleikar: Vit skulu sjálvsagt líta frameftir og tillaga okkara samfelag til tær stóru broytingarnar, sum altíð møta okkum við skiftandi inntøkumøguleikum.
Føroyingar hava dugað at tillaga seg broyttu fortreytunum. Alsamt størri tal av føroyingum leita sær uttanlands í vinnu. Eftirspurningurin eftirspurningurin eftir handverkarum uttanlands er nærum óavmarkaður og brúk er eisini fyri fiskimonnum og fólki í frálandavinnuni. Tvær leitiboringar verða framdar í føroyskum øki í 2014. At oljufeløg framhaldandi ofra milliardaupphæddir sigur greitt, at tey trúgva uppá at finna olju í rakstrarverdum nøgdum í føroyskum sjógvi. Tí er alneyðugt, at vit í mest møguligan mun brynja okkum til at møta eini føroyskari oljuvinnu, og nógvir føroyingar hava drúgvar royndir bæði on shore og off shore. Við teimum treytum, ið fólkið arbeiðir undir innan oljuvinnuna, er eingin trupuleiki at búgva í Føroyum og virka hvar í heimi tað skal vera.
Skulu vit varðveita unga fólkið í landinum, er ein avbjóðing fyri føroyska samfelagið, at tey ungu velja sær eina útbúgving og lívstarv, sum ger at tey antin hava møguleika at fáa starv í landinum, ella at tey virka heimanífrá og pendla. Bestu møguleikarnir fyri útbúgvingum til slík størv, eru innan handverks- og sjóvinnuútbúgvingarnar. Tí eiga hesar útbúgvingar at uppraðfestast samsvarandi tørvinum. Eg fari framhaldandi at virka fyri at næmingum í 10 flokki skal standa í boði at fáa Bláu Bók fyrsta trygdarskeiði ókeypis. Uttan iva verða fleiri ung, sum koma at taka av hesum tilboði.
Tað er avmarkað hvussu nógv kunnu fáa arbeiði innan ávísar vinnugreinar. Seinasta dømi hoyrdu vit frá formanninum í lærarafelagnum sum segði, at bert helvtin av teimum nýklæktu lærarunum, sum komu út úr skúlanum seinasta ár, høvdu fingið starv. Tá ungdómar skulu taka støðu til, hvønn veg, lestur ella útbúgving, tey skulu fara undir, eigur teimum at verða veitt holl vegleiðing um, hvørjir framtíðarmøguleikar liggja í teimum ymisku útbúgvingunum. Eisini eiga tey ungu at fáa vitan um, hvønn møguleika tey kunnu rokna við at hava fyri at fáa starv í Føroyum eftir lokna útbúgving.
Neyðugt verður framyvir at veita stuðul til fjarlestur, tí tað altsamt gerst meira vanligt við teimum samskiftismøguleikum, sum eru í dag. Tað kann eisini vera við til at halda fólki í Føroyum. Tí er gleðiligt, at landsstýrismaðurin í mentamálum hevur sagt, at stuðul til fjarlestur skal verða veruleiki í august 2014.
Innan eldarøkið ynski eg serliga at nema við politiska málsetningin, at eldri skulu kunna búgva heima sum longst. Her eigur eitthvørt munagott at gera fyri at heimatænastan kann virka soleiðis, at skipanin verður lagað til tann einstaka. Heimahjálpin er farin frá at vera ein hjálp soleiðis at tey eldru kunna vera heima, til at verða ein hjálp, sum bara røkkur tí allarneyðugasta og er ikki nógv mikið til, at tey eldru kunnu verða verandi heima. Hetta ger, at trýstið á røktarheimini og dýru loysnirnar eru óneyðuga høgt. Vit eiga at fara at hyggja eftir, um ikki peningurin kundi fylgt borgaranum, sum so sjálvur keypti sær ta hjálp, sum hann ella hon hevur tørv á.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum legði um dagarnar fram álit um nýskipan av heilsuøkinum. Endamálið við nýskipanini er at styrkja um sjúkufyribyrging og soleiðis minka um tørvin á sjúkrahúsviðgerð. Hetta er eitt alneyðugt arbeiði, sum Sjálvstýrisflokkurin fer at gera sítt til at ávirka.
Sjálvstýrisflokkurin og framtíðin: 7 politiskir flokkar eru umboðaðir í Løgtinginum og ein tingmaður stendur í løtuni uttanflokka. Spurningurin er, um tað er neyðugt við so nógvum flokkum á Løgtingi, um ikki, eigur so at verða pláss fyri Sjálvstýrisflokkinum. Mítt svar til henda spurning er, at í meir enn eina øld hevur Sjálvstýrisflokkurin myndað politiska landslagið og flestu árini eisini sitið í samgongu. Ongantíð meir enn nú er brúk fyri flokkinum á miðjuni, tíðin er farin frá øsingini, um vinstra høgra ella loysing, samband. Einasta gongda leiðin fram, er samstarv tvørtur um miðjuna. Hóvliga kós Sjálvstýrisfloksins stig fyri stig er tann ber longst fram á sjálvstýrisleið. Í hálvrunnað samgonguskeiðnum, meðan eg havi umboðað Sjálvstýrisflokkin í landstýrinum, hava Jógvan Skorheim og Kristianna Winther Poulsen røkt tingsessin. Seinasta veljarakanningin gav øllum samgonguflokkunum afturgongd, uttan Sjálvstýrisflokkinum. Um henda gongdin heldur áfram skal ikki so nógv til at vit vinna næsta løgtingsumboðið aftur.
Sjálvstýrisflokkurin hevur verið ein tann mest sjónligi politiski flokkurin hetta seinasta árið. Nærum dagliga verður málið um handfaringina av tunnilsmálinum, Landstýrismálanevnd og setan av kanningarstjóra. Ynskiligt var sjálvsagt, at tingini lagaðu seg ørðvísi, men so skuldi ikki verða. Tað er sjálvsagt truplari at fáa ávirkan á førda politikkin, tá ein situr í andstøðu. Hinvegin gevur ein konstruktivur andstøðupolitikkur møguleikar fyri at fáa mál á dagskrá, sum annars ikki bera til, tá tú er partur av samgongu, har tey ymisku landstýrisfólkini hava ábyrgdina av sínum málsøkjum og siðvenjan er, at avmarkaðir møguleikar eru alment at fara inn á málsøki hjá hvørjum ørðum. Sum flokkur er neyðugt, at markera seg kring alt landið. Unga Sjálvstýri, Norðoya, Eysturoya og Streymoyar Sjálvstýrisfelag, tit hava møguleika við regluligum millumbili at seta ljóskastaran á tað, sum hendir í nærumhvørvinum ella í miðlunum at gera tykkara støðu greiða um landspolitisk mál. Valevni til komandi løgtingsval kunnu somuleiðis regluliga markera síni sjónarmið í miðlunum og vísa á, hvat tey standa fyri, hvørji mál, tey ynskja loyst og hvussu tað kann gerast. Tað er millum valini, at møguleikin er at gera vart við seg. Tí er alneyðugt, nú Føroyar eru eitt valdømi, at tey sum ætla at bjóða seg fram sum valevni gera sína ávirkan galdandi í miðlunum. Tá valstríðið er byrjað, druknar alt í rúgvismiklum tilfari, lyftum og proklamering, tá er ringt at verða hoyrdur úr mongdini.
Standa vit saman, rógva í takt og lyfta í felag, tá er framtíð floksins bjørt og vit megna at møta teimum ovurstóru uppgávum og avbjóðingum, sum liggja fyri framman. Vit sum nú eru uppi á døgum, byggja á herðarnar á teimum, sum undan okkum gingu og slóðaðu fyri, drivnir fram á leið av felags sjálvstýrishugsjónini. Um fólkið sær, at orð og gerðir fylgjast og vit sum valdir eru í fremstu røð ganga sum góðar fyrimyndir, sum við nøgdsemi og trúfesti standa saman og fylgja tryggu stigvísu kósini móti sjálvstýri og sjálvbjargni, tá fer stríðið at hepnast og virðingin og undirtøkan fyri Sjálvstýrisflokkinum at økjast.