Rithøvundurin, sum serliga er kendur fyri skriving sína um tað, sum fyrifórst kring og handan jarntjaldið, vitjar á Handilsskúlanum fríggjadagin.
Her fer hann at røða um sítt ritverk og ikki minst um sína tíð sum tíðindamaður í Moskva, í tíðini tá ið jarntjaldið skipaði Evropa og heimin í ein Eysturheim og ein Vesturheim. Hetta var tíðin, tá ið Kalda kríggið var í hæddini, og tá Leif Davidsen á sín serstaka og livandi hátt miðlaði tíðindi heim til okkum úr hesum brennidepli. Leif Davidsen var eisini í mong ár tíðindamaður í Spania.
Leif Davidsen fer á at greiða næmingum og lærarum á Føroya Handilsskúla frá, hvussu hann sum tíðindamaður í Sovjetsamveldinum í tíðarskeiðnum áðrenn múrurin og kommunisman fall, hevur fingið íblástur til sínar skaldsøgur, eins og hvussu hann hann tvinnar vitan sína um viðurskiftini í Spania inn í ritverk sítt.
Talan er um eitt umfatandi ritverk, sum setur andlit, kjøt og blóð á m.a. lívið handan jarntjaldið. Og hann fer at røða um, hvussu hesi somu menniskju og hetta sama land framvegis stríðast við arvi frá fortíðini. Eitt ritverk, sum fær okkum at skilja nógv meira og betri, hvussu stórpolitikkur ávirkar gerandisdagin hjá menniskjum – og øvugt.
Tað er Rithøvundafelagið, sum hevur boðið Leif Davidsen til Føroyar í sambandi við Bókadagarnar í Norðurlandahúsinum næsta vikuskifti.
- Tað er at fegnast um, at Leif Davidsen tekur sær stundir til at møta ungdómi á Føroya Handilsskúla. Ungdómi sum við útbúgving sínari ynskir at víðka um innlit og útlit í alheims viðurskiftum, eins væl og hvussu altjóða bókmentir víðka um sjónaring og førleika at fata aðrar mentanir, sigur Helena Dam á Neystabø, stjóri á Føroya Handilsskúla.