samkyndu nú av álvara eru komin á dagsskránna, og at frontarnir nú eru settir so skarpt upp, sum teir eru, at okkara lóggevarar beinleiðis vera tvingaðir at taka støðu til, um vit skulu hava eina verðsliga [...] sum ikki virða hvønn annan, fyri tað tey eru. Einsíðugar jólagávur og góðar gerðir og onnur umklamran frá einum, sum tú kennir, ikki virðir teg fyri tann tú er, eru ofta líka væl ógivnar - uttan so at tú [...] Ein verja sum stendur í andsøgn við heilagu skriftina, og sum tí eru so mikið meiri átroðkandi at viðgera við álvarsemi, nú fleiri eru, sum tykjast at vilja tvíhalda um henda ivasama heiður at niðurgera
kvika ormin. - Sært tú, hetta eru bert útjaðrar verk Hansara - hvat hoyra vit annað enn tesk! - Men toru veldis Hansara - hvør skilir hana!" Tað er stórt at vita, at vit eru partur av hesum. Ikki týdningarleysur [...] er longu gjørt, og tað, vit hava at gera, er at líta seg yvir á Hann, sum doyði fyri okkum og bar allar okkara misgerðir, so vit við at trúgva á Hann, Jesus Kristus, Guds Son, eru klár at fara inn í ævinleikan [...] Elisabet eina tíð, og tessvegna komu vit at kenna hvønn annan serliga væl. Hann fekk starv í Føroyum, tað mesta av tíðini í Vestmanna. Vit fluttu eisini heimaftur, og tí komu vit at síggja nógv til hvønn annan
køkinum. Hvørt leygarkvøld skuldu vit í bað. Tá var rok í mini-køkinum. Galvaniserað balja, sum tók meginpartin av gólvplássinum, við heitum vatni frá ketlinum. Í henni vórðu vit so vaskaðir, ein í senn, við [...] við miklum gangi og gráti, tí vit tordu ikki í vatnið, sum var alt ov heitt, hildu vit… Lidnir í baljuni kom tað, sum var verri enn alt: neglirnar skuldu klippast og oyruni reinsast! Hetta varð gjørt vi [...] hendingar. Sjálvt kapitlið við endurminningum er 150 síður í einum. Nógvar familjumyndir og aðrar eru í bókini, eins kopiir av áhugaverdum skjølum. Tað, sum eg her havi roynt at festa á blað, er bert ein
“eingil”. Hann fekk eitt aldurskent likamsligt strik herfyri, men er tíbetur komin fyri seg aftur at spæla. Sum ungur Vit komu at kennast á skeiði á Hafnia í 1962. Langur ljóshærdur drongur. Vælhýrdur [...] alt lívið, segði á sinni: “– av teimum vinnulívsmonnum innan fiskivinnu, ið eg havi kent, eru tað fáir, sum eru farnir vælhavandi í grøvina –“. Tí hetta er ikki bara ein lívsháttur. Tað er eini herðindi [...] Heri fylti 70 ár tann 10 juni í fjør. Vit vóru stødd í Suðurlandinum í fjálgum ferðalagi nærindis Selfoss (Hvoll) í summarhúsi og summarsól við heitum “potti”, millum bøndur og ótaldar hestar, bláar
tað skuldi verða liðugt 23. februar 2019. Í 6 ár eru frísk og sjúk, ung og gomul, livandi og deyð drigin eftir hárinum við hesum gøtuuppslagi. Nær vit sleppa úr hesari Perpetuum Mobile-spennitroyggju, [...] sum vitja her í stórum tali. Í øðrum framkomnum londum eru universitet og kirkjur inkarnatión av vakurleika og stoltleika. Eitt nú í Danmark, har vit føroyingar í túsundatali hava notið og njóta mentan og [...] kjallaranum gjørdist lív og sál hjá havnarfólki. Broytingin í tilveruni í Føroyum má haldast at vera komin so líðandi: · Í 1856 varð Kongligi einahandilin avtikin · Í 1861 varð Realskúli stovnaður í Havn ·
undir liðini, og hvørs tilveru vit síðani í 90 intensivar, men fyndugar, við hvørt skelkandi og ofta skemtandi minuttir stigvíst fáa avdekkaða, til øll skølini at enda eru flust uttan av hesi at síggja [...] leikurin er heilt ígjøgnum naturalistiskur, t.v.s. at persónar og umhvørvi eru lýst, so áskoðarin skal kunna trúgva, at tey eru verulig. Eitt av gjøgnumgangandi temunum hjá Astrid Saalbach er tann sterka [...] har tómrúmini í tilveruni ikki eru til at bera, verður lívslygnin nýtt at fylla tey út. Stig fyri stig, men eftir leiðum, ið bæði stuttleika og taka áskoðaran á bóli, fáa vit innlit í, hvør Ria veruliga er
hinir flokkarnir í landsstýrinum fóru at gera vart við seg. Men so langt eru vit komin, at eisini uttanríkispolitiskar støður eru einskildar eftir fólkafloksleisti. Og tíverri tykjast eisini viðmerkingar [...] m partapolitikki og krígsídnaðaráhugamálum. Tapararnir eru sjálvandi fyrst og fremst tey tey fólk, ið verða rakt á báðum síðum. Og tapararnir eru í øðrum lagi heimsfriðurin og mannaættin øll. [...] bløðunum at taka støðu í hesum máli út frá religiøsum grundgevingum, har summi dráp verða vard. Gerðirnar eru ræðuligar Nú hevur ongin biðið føroyingar ella uttanríkisráðharran um at hava loysnina uppá ísrael
ferðirnar millum meginøkið og Norðoyar, og millum meginøkið og Vágoynna eru fleirfaldaðar, - og tað sama kann sigast um Sandoynna. Hetta eiga vit at gleðast um - men samferðslan til Suðuroynna hevur ikki ment seg [...] hesir spurningar, og nógvar aftrat, eru svaraðir, ber betur til at taka støðu. Verður ein góð ferja sett at sigla Sand-Hvalba nakrar mánaðar næsta summar, so fáa vit at síggja. Kanska hon vísir seg at roynast [...] seg við somu ferð sum aðrastaðni! Í hesi 40-50 árini er bert onkur einstakur túrur komin aftrat - tað er alt. Suðuroyggin hevur bert ein túr um dagin, og kann á samferðsluøkinum metast javnt við útoyggjarnar
má viljin hava eina kós og broytingin eitt mál. Sosialistarnir eru nóg hugstórir til at vilja nakað, tí hugsjónin er drívmegi viljans, og vit er nóg djarvir at fara undir broytingar, tá ið broytingarnar [...] hjá føroyskum javnaðarmonnum altíð er har sum pengarnir hjá hinum eru. Stórsti trupulleikin er sjálvandi tjóðskaparspurningurin. Vit sóu tað nú aftur undir samgongusamráðingunum. Álíkt nevaleiki ímóti [...] r í oynni. Okkurt bendir á, at danskir spinndoktarar hava verið framvið aftur hesaferð, men tekin eru um, at teir finna ikki á beint. Finna ikki innar í solar plexus á føroysku fólkasálini, so nú vóru
(1954 – 1964), Hansmar (1961), Jákupa (1966) og Ragna (1969). Abbabørnini eru 14, langabbabørnini eru 20, og oldurabbabørnini eru 6 í tali. Í 1939, sum 14 ára gamal, fór Jákup Mikal til skips við toftasluppini [...] ójavnar og knortluttar, meðan aðrar hava verið heldur lættari. Nú eri eg komin at kenna tygum rættiliga væl tey seinnu árini, har vit hava fingið mong góð prát í Undirhúsinum. Tygum duldu ikki fyri, at sum [...] hjartaliga til lukku við hesum stóra degi. Og tykkum, sum starvast á Vesturskin á Toftum og dagliga eru um Jákup Mikal, ynski eg eisini hjartaliga til lukku. Tey í eldra ættarliðnum á Toftum søgdu ofta ”Beiggi