Prima Gríma!

Birita Mohr stórspælir í Pietá, har miskunnarleysi sannleikin fær fatur á Riu

Mikkjal Helmsdal.

-----------------

Pietá er italskt orð og merkir góðska ella miskunn. Í leikinum Pietá er eingin miskunn við høvuðspersóninum, karrierukvinnuni Riu, sum ein morgun vaknar á einum hotellkamari við einum deyðum manni undir liðini, og hvørs tilveru vit síðani í 90 intensivar, men fyndugar, við hvørt skelkandi og ofta skemtandi minuttir stigvíst fáa avdekkaða, til øll skølini at enda eru flust uttan av hesi at síggja til modernaðu og sterku kvinnuni. Bravo er eitt annað italskt orð. Og um eg í einum orði skal lýsa, hvat skoðsmál leiksýningin Pietá hjá Grímu hevur uppiborið, so er tað: Bravo! Frálíkur tekstur og framúrskarandi framførsla hjá Biritu Mohr, ið er einasti leikari á pallinum, ið talar.

 

Upptikin av samfelagnum og sterkum kvinnum.

Gríma er í hesi sýningini væl hjálpt av einum dugnaligum og stílsikrum høvundi. Astrid Saalbach er serliga kend fyri hennara part tí stóru bylgjuni av nýggjum donskum dramatikki í 90-árunum, ið verður rópt tað dramatiska gjøgnumbrotið í donskum bókmentum, og sum umframt hana m.a. fevndi um høvundarnar Line Knutzon, Jochum Rohde og Morti Vizki. Hjá Astrid Saalbach er tað serliga trilogiin “Morgen og aften” (1994), “Det velsignede barn” (1996) og “Aske til støv” (1998), ið verður roknað sum eitt høvuðsverk. Í leikum hennara er tað samfelagsliga medvitið altíð frammaliga. Gjøgnum meginpartin av verkunum lýsir hon viðurskiftini hjá nútíðar menniskjanum gjøgnum eina abstrakta og óveruliga framseting av samfelagnum og umheiminum, sum ofta kann minna um sonevdnu “absurdu” leikirnar hjá Samuel Beckett og Eugene Ienesco frá 50’unum og 60’unum. Pietá, ið varð frumsýndur í desember 2006, brýtur kortini fullkomiliga frá undanfarnu leikunum hjá Astrid Saalbach og umboðar eitt greitt stílskifti, tí hesin leikurin er heilt ígjøgnum naturalistiskur, t.v.s. at persónar og umhvørvi eru lýst, so áskoðarin skal kunna trúgva, at tey eru verulig.

Eitt av gjøgnumgangandi temunum hjá Astrid Saalbach er tann sterka kvinnan og hennara val. Kortini kann hon ikki kallast kvinnusakshøvundur í vanligari merking. Heldur kemur í leikum hennara ein kritikkur til sjóndar av nútíðar kvinnunum fyri ikki at tora ella at vilja síggja í eyguni og standa við tann prís, ið val teirra í sambandi arbeiði og starvsleið hava fyri tær sjálvar og teirra næstu.

 

Væl skrivað handrit.

Pietá er eitt ómetilaga sikkurt og væl skrivað leikrit. Áskoðarin verður beinanvegin fangaður av byrjanini – miðaldrandi kvinnan, ið vaknar á einum hotellkamari við líkinum av einum væl yngri manni undir liðini- og áhugin verður fasthildin allar 90 minuttirnar, meðan høvuðspersónurin, Ria, stríðist við moralsku og ítøkiligu timburmenninar og roynir at leita í minnunum frá váttliga kvøldinum frammanundan fyri at finna útav, hvussu hon er endað í hesi støðuni. At nýfunni seingjarfelagin vísir seg at vera deyður, gevur Riu høvi at ímynda sær, hvør hann kann vera og hvat, ið tey kundu havt saman. Vit fáa gjøgnum “samrøður” hennara við líkið at vita um hennara lív, familju og arbeiði. Hon er 50 ára gomul og ein sterk kvinna, ið hevur klárað seg í kapping við menninar í eini beinharðari vinnulívsverð. Men alt hevur sín prís, og har tómrúmini í tilveruni ikki eru til at bera, verður lívslygnin nýtt at fylla tey út. Stig fyri stig, men eftir leiðum, ið bæði stuttleika og taka áskoðaran á bóli, fáa vit innlit í, hvør Ria veruliga er. Hetta er leiktekstur, tá hann er bestur: Beinrakin, undirhaldandi og hugtakandi í senn.

Hugtakið pietá sipar í listarsøguni til framsetingina av Mariu Moy við tí deyða Jesusi í føvninginum, ið er best kend í standmyndini hjá Michelangelo í Pæturskirkjuni. Navnið Ria er tað sama sum Maria, so súmbolikkurin er ikki til at fara skeivur av. Men har tey katólsku pietá-verkini lýsa tvey fullkomin mennisku í Mariu og Jesusi, so eru tey bæði í leikinum Pietá júst tað øvugta: Ria hevur síni lík í lastini, og tann 16 ár yngri maðurin, ið er deyður í song hennara, hevur verið konu síni ótrúgvur.

 

Birita, tá hon er best.

Tveir leikarar eru á pallinum. Tann deyði ungi maðurin sigur av givnum orsøkum onki, so tað er tann kvinnuligi høvuðspersónurin, ið ber fram allan tekstin.

Birita Mohr kemur ómetaliga væl frá hesum sera torføra og krevjandi leiklutinum. Onkuntíð hevur tann harða og hartrópandi síðan av henni sum sjónleikari havt hug at taka yvirvágina í fatanini hjá áskoðarunum av henni. Men Birita hevur altíð havt eina aðra síðu sum leikari, har hon hevur eitt sera breitt og fjølbroytt registar í tí niðurtónaða spælinum, í lýsingini av kenslum sum sorgblídni, sárbari, gleði og álvara. Hendan síðan av talenti hennara er komin meira og meira til sín rætt og sást í fullum blóma í leikluti hennara sum Olga í Nordost síðsta heyst, sum hon uppiborið fekk fekk ársins Herðaklapp 2009 fyri. Og hendan síðan av Biritu kemur eisini til sín rætt í Pietá. Her hava leikstjóri og leikari saman megnað at fáa tað besta í Biritu fram og at skapa tað fjølbroytnið í kenslum, úttrykki, intensiteti og tempo, sum krevst fyri at halda áskoðaran bæði áhugaðan og undirhildnan gjøgnum alla tað 1½ tíma langu framførsluna.

Tveir leikarar skiftast um at spæla lík. Eg veit ikki hvør teirra var á pallinum sunnukvøldið. Men tað er væl klárað, at liggja á einum palli 1½ tíma uttan at røra seg og fyrstu 40 minuttirnar (næstan) uttan at blunka.

 

Fáar sýningar.

Tað er Gríma, ið stendur fyri uppsetingina av Pietá. Leikurin verður spældur í hølunum hjá Tjóðpalli Føroya í Tórsgøtu 9. Næsta sýning er Ólavsøkuaftan kl. 20, og spælt verður hvørt kvøld somu tíð til og við leygardagin 1. august. Hesin ummælarin viðmælir øllum við alski til góða leiklist at tryggja sær atgongumerki, meðan høvi er. Pietá er verdur at síggja!

 

---

 

Fakta um Pietá:

Rithøvundur: Astrid Saalbach

Leikstjóri: Egi Dam

Pallmynd og búnar: Marianna Mørkøre.

Framleiðsla: Gunnvá Zachariassen

Leikarar: Birita Mohr (Ria), Laurits í Króki (fremmandur maður) og Henrik Nielsen (fremmandur maður).

 

---

 

Myndatekstur:

Pietá, mynd1:

 

Hóast Pietá er ein einrøðuleikur er leikferðin mikil og fjølbroytt. Birita Mohr spælir karriérukvinnuna Riu, ið er ikki er keðilig at læra at kenna.

 

Pietá, mynd2:

 

Hin 50 ára karriérukvinnan, Ria (Birita Mohr), kannar unga mannin, ið hon er vaknað saman við á einum hotelkamari.