afturat, at tað sum kundin fær við í keypinum, er at vit eru altíð til reiðar at vegleiða og hjálpa. Vit satsa upp á holla vegleiðing og góða tænastu. Er nakað ivamál er kundin altíð vælkomin at venda sær [...] styrkjum, og sum eykaútgerð ber til at keypa regulator við fjarstýring, ið ger at hitin og elnýtslan kann tillagast júst eftir aktuella tørvinum. Við hesum regulatorum ber til at spara upp til 70 prosent av [...] Nevnast kann, at um rætt verður farið fram, kostar tað einans millum tvær og tríggjar krónur um tíman at nýta ein el-hitara í mun til ein gasshitara, sum kostar uml. 20 krónur um tíman at nýta. Tansun
Bókdeildini er ætlað at verða lisin upp fyri børnum í aldrinum seks til níggju ár. Seinni er ætlanin at geva ein røð av Mumi mynda- og peikibókum til tey smá børnini. - Vit hava leingi ætlað at givið Mumirøðina [...] tí vit halda tað vera umráðandi at fáa slíkar klassikarar út á føroyskum. At ein bók er vorðin klassikari borgar eisini fyri góðsku, sigur Gitte Klein og leggur afturat, at tað eru tær upprunaligu Mumibøkurnar [...] leggja okkum eftir at hava eitt breitt úrval av bókum, so vit røkka so nógvum ungum lesararum sum gjørligt, sigur Gitte Klein. Stóran dent á málið Tí leggur forlagið eisini stóran dent á, at týðingarnar eru
Daniel Udsen, sum áður hevur spælt í FC Amager. Hann hevur føroyskar røtur og ætlar at royna, um tað fer at eydnast honum at verða úttikin til føroyska landsliðið. Arnbjørn Hansen og Sorin Anghel hava stóra [...] ikki í EB/Streymi fara teir at sleppa undan skaðum og leikbannum. Tí hevur tað stóran týdning fyri vánirnar at enda millum tey fremstu bæði í lands- og steypakappingini, at bonkurin er stinnur. Esmar Eiðisgarð [...] kavanum. At teir í EB/Streymi miðja høgt, verður undirstrikað av, at teir stutt undan kappingarbyrjan hava verið í Turkalandi á venjingarlegu. Teir hava brynjað seg betur enn allir hinir, og so fæst at síggja
millum fornøld og framtíð er fremsta uppgáva miðlanna at sannføra okkum um, at skjótleiki ikki neyðvendigvís er tað sama sum grunnskygni, og at seinføri ikki neyðvendigvís er tað sama sum djúphugsni og [...] Eins frí og grundlógartryggjandi, sum pressan elskar at siga seg vera, eins bundin hevur hon altíð verið at marknaðinum. Tí kenst tað margháttligt at hoyra avgjørdar journalistar siga: “Nei, vit eru ikki [...] komið so aftur!” Ístaðin fyri at kasta runu eftir hvørjum øðrum og sáa iva um familju- og eigaraviðurskifti, eiga miðlarnir at halda seg til teirra dagliga yrki, sum er at skapa tíðindi. Hesa undurfullu
venja vit okkum við at skipa samstørvini við Danmark og onnur, har og soleiðis, sum tað í hvørjum einstøkum føri tænir øllum best. Sjálvbjargnið Tað eigur samstundis at bera væl til at gera eina breiða og [...] Afturfyri skulu Kaj Leo og tey virða, at vit eru nógv, sum kenna tað beinleiðis mannminkandi og lítið stimbrandi at liva og virka í eini skipan, sum upprunaliga er akkersfest í eini danskari fólkatingslóg [...] við vinnuligum vøkstri tryggja, at Føroyar eftir eina avtalaða skiftistíð við greiðum málum gerast leysar av øllum sonevndum stuðli uttaneftir. Hetta er ólíka sunnari enn at tiðna blokkin. Ótroytta potentialið
heitt á donsku stjórnina um at atkvøða ímóti, at ST seinni í hesum mánaðinum viðurkennir Palestina sum stat. Í løtuni bendir nógv á, at tveir triðingar av heimsins limalondum fara at atkvøða fyri eini viðurkenning [...] eina roynd at semjast í mai í ár eru Hamas og palestinska stjórnin framvegis fíggindar. Við øðrum orðum er tað ósatt, at palestinska stjórnin verður stýrd av Hamas. Og tað er eisini ósatt, at palestinska [...] vil strika Ísrael av landkortinum. Abbas hevur sagt óendaliga ofta, at hansara grundarlag er ST-resolutión 242, sum áleggur ísraelum at steðga hersetingini av Vestara áarbakka og Gaza, so palestinar kunnu
foto. Ætlanin var alla tíðina at hava mín egnu fyritøku, og eg stovnaði felagið "Mureldur", beint sum vit komu heim aftur. Ótrúliga avbjóðandi og spennandi at fáa tingina at hanga saman bæði kreativt og [...] relaterað til høvuðsfakið. Tað er ein sera strævin skúli at koma ígjøgnum, og krøvini eru høg. Um tú ikki avleverar uppgávur til tíðina, so sleppur tú ikki at avlevera, óansæð hvør umberingin er. Ert tú 5 min [...] Hvussu kanst tú lýsa lestrarlívið? Tað er so kul at búgva har, tí møguleikarnir eru so nógvir. USA hevur alt, sum tú kundi hugsað tær. Tað er ein tími at koyra til LA, 4 tímar til Mexico, 3 tímar til Las
Jørgen Niclasen, at tað var broytingin við einum valdømi, sum gjørdi, at Poul Michelsen hevði brúk fyri at markera seg. Hvør skal siga, har var einki innrømmilsi um, at Fólkaflokkurin kanska [...] inum, Annika Olsen. Hvussu leikur fer, fáa vit at síggja. Hetta eru bara leysasøgur og gitingar. Men tað er ikki óhugsandi at ímynda sær, at onkur annar – enn Poul Michelsen – er misnøgd/ur [...] Onkur hevur tosað um »Target Fólkaflokkurin« – at Poul Michelsen skal vísa ráðandi monnunum í Fólkaflokkinum, at hann er tann sterki, sum veruliga kann hótta Fólkaflokkin. Hesum vísir
hinumegin. Eg minnist tá tú kom til Gráastein at búgva. Tá komu vit aftur at búgva á sama stað. Góða vinalag okkara varð knýtt enn tættari, nú Jytta og eg komu at hava so nógv saman. Eg sakni hana enn. Hon [...] kom Dennis inn til mín og andlit hansara segði mær, at nú var okkurt, ið ikki var gott. – Nú er pápi farin. Lítið vardi tað meg, góði Jóhannus, at næstseinasta sunnumorgun skuldi vera seinastu ferð, eg [...] minnist, at Jóhannes spældi bólt við børnunum. Harald og Jóhannes diggaðust uttan fyri við ymist, og vit kvinnurnar sólaðu okkum. Tá túrurin var komin ímóti heimferð, helt tú Jóhannes at hetta hevði
vísir hvat hon altíð hevur hjá sær. -Tað er týdningarmikið at hava eina góða basu. Altso at nýta eitt gott foundation, og í dagligdegnum er best at brúka eitt í ikki dekkar alt ov gott, men sum meiri ?javnar [...] eisini er fantastiskt. Tað er lætt at smyrja á, og tú følir næstan ikki at tú hevur nakað á húðini. Men tað skal helst vera eitt gott merki. Og tað kann taka tíð, at finna fram til júst tað, ið er best [...] parabenir. Tey eru ofta eitt vet betur og dýrari. Men lipgloss og rouge, noyðist ikki at verða í dýrara endanum. Umframt at hava basuna í ordan, er rouge og maskara sjálvandi eisini eitt mást, og eru tey trý