Virðing fyri Kaj Leo – tur/retur

Sum loysingarfólk skal eg ikki trýsta Kaj Leo og hansara út í okkurt, sum hann og tey ikki kunnu kennast við ella beinleiðis ræðast.

Afturfyri skulu Kaj Leo og tey virða, at vit eru nógv, sum kenna tað beinleiðis mannminkandi og lítið stimbrandi at liva og virka í eini skipan, sum upprunaliga er akkersfest í eini danskari fólkatingslóg – hóast Kaj Leo sjálvur heldur skipanina vera ómakaleysa.
Í staðin fyri, at antin Kaj Leo ella eg skulu kenna okkum heimleysar í ríkisrættarligu støðuni, skulu vit føroyingar gera eina breiða semju, sum flestu okkara kenna seg heima í. Hendan semjan skal hava tveir høvuðstættir – breiðan stuðul (legitimitet) og eina miðvísa avtalaða sjálvbjargnisgongd. Hvørgin av hesum tættunum er serliga fløktur. Teir krevja lítið annað enn sínámillum virðing millum tey meira og tey minni sjálvstýrissinnaðu.

Breiði stuðulin
Legitimitetin finna vit í gitnu nýggju stjórnarskipanini. Tá hon er samtykt, kunnu vit sum ábyrgdarhavarar í Føroyum gera eina sínámillum heildaravtalu við Danmark um samstarvið okkara millum og um uttanríkispolitisku heimildirnar. Vit varðveita soleiðis samstarvið, men skipa tað í avtalum millum tveir partar, sum hóast ójavnir í stødd eru formliga javnsettir.
Vit kunnu saktans gera stakavtalur við onnur lond samstundis, eins og vit t.d. hava við Ísland um heilsurøkt og við Skotland um hægri lestur. Sum frálíður venja vit okkum við at skipa samstørvini við Danmark og onnur, har og soleiðis, sum tað í hvørjum einstøkum føri tænir øllum best.

Sjálvbjargnið
Tað eigur samstundis at bera væl til at gera eina breiða og bindandi semju millum flestu politikkarar um eina miðvísa sjálvbjargniskós. Mestsum allir flokkar leggja dent á sjálvbjargni. Eitt nú boðaðu javnaðarfólk fyri stuttum frá, at tey fegin sóu fyri sær ein felagsskap við Danmark uttan búskaparligan stuðul.
Sjálvbjargnið er lykilin til einar frælsar og sjálvstýrandi Føroyar. Umfatandi samfelagsreformar og ein bindandi búskaparsemja skulu saman við vinnuligum vøkstri tryggja, at Føroyar eftir eina avtalaða skiftistíð við greiðum málum gerast leysar av øllum sonevndum stuðli uttaneftir. Hetta er ólíka sunnari enn at tiðna blokkin.

Ótroytta potentialið
Veruliga virðið á samlaða náttúrutilfeinginum, sum føroyingar hava rætt til, er nógv hægri, enn tað vit í veruleikanum - við núgaldandi politikki - skaffa samfelagnum. Harafturat kunnu vit brúka okkara framúrskarandi førleikar innan sjóvinnu, handverk og annað til at skapa nýggjar útflutningsvinnur og spennandi arbeiðspláss, sum eisini halda teimum yngru til.
Hetta kunnu vit venda aftur til. Poengið er, at vit higartil ikki hava troytt okkara møguleikar væl. Men tað er jú í roynd og veru gott! Tað merkir, at vit í mun til nógv onnur europeisk lond hava óbrúkt potentiali, sum nú kunnu koma okkum til góðar – til frama fyri okkara sjálvbjargni. Tað krevur bara, at vit av álvara seta okkum greið mál og skipa okkum øðrvísi. Tað er her, at Framsókn kemur inn í myndina.
HYPERLINK "http://www.framsokn.fo" www.framsokn.fo – HYPERLINK "http://www.facebook.com/trondurdjurhuus" www.facebook.com/trondurdjurhuus