Hvør fer við Poul?

Tað er einki at ivast í, at Fólk­a­flokk­ur­in er tann mest hótti flokk­urin, nú Poul Michelsen fer at stovna nýggjan flokk.

Onk­ur hevur tosað um »Tar­get Fólk­a­flokk­ur­in« – at Poul Mic­hel­sen skal vís­a ráð­andi monn­u­num í Fólk­a­flokk­i­num, at hann er tann sterki, sum veru­liga kann hótta Fólk­a­flokk­in.
Hesum vísir Poul Mic­h­el­­sen sum vera man aftur. Men um hann vil tað ella ikki, so er vand­in stórur fyri ein­um svíð­andi ósigri hjá Fólka­flokk­i­num.
Javnaðarflokkurin fekk ein ord­ans av­smurn­ing í 1994, tá Verka­manna­fylk­ing­in, sum fyri ein stóran part varð mannað við fólki, sum vóru misnøgd við Javn­að­ar­flokk­in og tí fegin sóu, at Javn­að­ar­flokk­urin fór at líða ein knú­s­andi ósigur. So var, flokk­urin fór í knús, og nú 17 ár seinni hevur flokk­urin ikki vunnið tað mista innaftur.
Tað er tí ikki løgið, um Jørg­en Niclasen og hans­ara menn rista í brók­u­num. Á Rás2 í gjár segði Jørg­en Nicl­a­sen, at tað var broyt­ing­in við ein­um val­dømi, sum gjørdi, at Poul Mich­el­sen hevði brúk fyri at mark­era seg. Hvør skal siga, har var einki inn­rømm­ilsi um, at Fólk­a­flokkurin kanska svík­ur li­be­ral­u ide­alini. Ella ger hann nú tað?
Fleiri fólkafloks­fólk hava ver­ið »mis­tonkt« fyri at ætla sær at fara við Poul: Ein er Rod­mund­ur Niel­sen, sum tó hev­ur svor­ið Fólka­flokk­i­num trú­skap­ar­eið á lands­fundi. Hann er í løtuni vara­ting­mað­ur fyri Óla Breck­mann, var­a­ting­mann, sum ikki hevur havt sæti síð­ani 1. desember í fjør. Ein ann­ar er Heðin Zachariassen, sum eis­ini er var­a­ting­mað­ur fyri Fólkaflokkin. Ein triðja, sum hevur verið nevnd, er sera dugnaligi politikarin og stjørn­u­skot­ið hjá Fólka­flokk­i­­num, Annika Olsen.
Hvussu leik­ur fer, fáa vit at síggja. Hetta eru bara leysa­­søg­ur og git­ing­ar. Men tað er ikki óhugsandi at í­mynda sær, at onkur ann­ar – enn Poul Michelsen – er mis­nøgd/ur við li­be­rala pro­fil­­in hjá Fólka­flokk­inum. Og eitt er vist, at tey, sum fara við Poul, tey fara frá onkrum øðr­um. Tí tað sum Poul fær, tað missir onkur annar. Og Poul fær fólk, tað er vist. Hjá okkum á síðulinjuni er hetta eitt spennandi projekt - og fyri fólka­ræðið Før­oyar er tað sera áhugavert, um »dunnu­hylurin« kann víðk­ast við ein­­um kons­truk­tiv­um og ser­iøsum íkasti, sum kann spyrj­ast burturúr. Livst so spyrsts...