Nú 65 ár eru liðin, síðani finski høvundurin Tove Jansson gav út fyrstu bókina um Mumitrøllini, heiðrar Bókadeildin søgunum við at geva tær út á føroyskum.
Fyrsta føroyska týðingin Gandakalshatturin kom út í gjár, og er hon í mangar mátar ímyndin av heiminum og tankunum, sum høvundurin spann kring lívið í Mumidalinum.
- Tove Jansson skapti Mumidalin í fyrstu bókini, ið kom út í 1945, sum ein heim, hon kundi flýggja inn í frá ræðuleikunum undir krígnum. Tí er Mumidalurin fyrst og fremst ein tryggur heimur, greiðir Gitte Klein á Bókadeildini frá.
Pláss fyri øllum
Tað merkir ikki, at lívið í Mumidalinum er keðiligt. Tvørturímóti er hetta ein sera stuttligur og impulsivur heimur, har Mumitrøllini gera sum tær vilja dagin langan. Tey eru tó altíð sera góð við hvønn annan og ansa eftir, at ongin kennir seg uttanfyri.
Tað er til dømis ongantíð nakar trupulleiki, tá onkur nýggjur kemur inn í Mumidalin. So smíðar Mumipápin bara eina song afturat, tí tað skal vera pláss fyri øllum, eisini teimum sum kanska eru eitt sindur øðrvísi.
- Mumidalurin er eisini eitt sera demokratiskt stað, har grundleggjandi menniskjalig virði eru í hásæti og øll skulu hava loyvi at vera, sum tey eru. So eisini í tann mátan er lívið í dalinum ein reaktión uppá tað hatur og ta forfylging, sum ráddi undir krígnum, sigur Gitte Klein.
Friðsæla samveran í Mumibókunum víkir nógv frá mongu ræðu- og vampýr søgunum, sum annars eru so væl umtóktar millum størri børn og ung fyri tíðina.
Tær bøkurnar eru ofta sera spennandi, men tað skal eisini vera pláss fyri øðrum. Vit leggja okkum eftir at hava eitt breitt úrval av bókum, so vit røkka so nógvum ungum lesararum sum gjørligt, sigur Gitte Klein.
Stóran dent á málið
Tí leggur forlagið eisini stóran dent á, at týðingarnar eru á góðum føroyskum máli, sum børnini og tey ungu kenna seg aftur í og tíma at lesa ella lurta eftir.
- Sjálvandi skulu børnini eisini læra nýggj orð og fáa nýggjar málsligar upplivingar, men málburðurin má ikki vera so øðrvísi og fremmandur, at tað órógvar lesingina og upplivingina av søguni, sigur Gitte Klein.
Hendan fyrsta Mumibókin hjá Bókdeildini er ætlað at verða lisin upp fyri børnum í aldrinum seks til níggju ár. Seinni er ætlanin at geva ein røð av Mumi mynda- og peikibókum til tey smá børnini.
- Vit hava leingi ætlað at givið Mumirøðina út, tí vit halda tað vera umráðandi at fáa slíkar klassikarar út á føroyskum. At ein bók er vorðin klassikari borgar eisini fyri góðsku, sigur Gitte Klein og leggur afturat, at tað eru tær upprunaligu Mumibøkurnar, sum nú verða týddar til føroyskt.
Tað er Karl N. Hansen, sum týðir Mumibøkurnar til føroyskt, sum er tað 35. málið, røðin verður týdd til.