Monika gevur góð sminkuráð

Monika Nolsøe Johannesen er útlærd sum stílist og make-up artist. Hon gevur nøkur góð ráð til summarið, og vísir hvat hon altíð hevur hjá sær. -Tað er týdningarmikið at hava eina góða basu. Altso at nýta eitt gott foundation, og í dagligdegnum er best at brúka eitt í ikki dekkar alt ov gott, men sum meiri ?javnar? húðina út. Og so til kvøld make uppið, tá er man meiri fríður, og kann velja eitt, ið dekkar meiri, og samstundis eisini verða eitt sindur villari, tá tað kemur til litirnir á eygnaskugganum.

Men avgjørt eina góða basu altíð, og nú er tað nýggjasta nýggja jú mineral putur, sum eisini er fantastiskt. Tað er lætt at smyrja á, og tú følir næstan ikki at tú hevur nakað á húðini. Men tað skal helst vera eitt gott merki. Og tað kann taka tíð, at finna fram til júst tað, ið er best til tína húð.

Mær dámar best, um foundationið og puturið eru uttan anga og parabenir. Tey eru ofta eitt vet betur og dýrari. Men lipgloss og rouge, noyðist ikki at verða í dýrara endanum.

Umframt at hava basuna í ordan, er rouge og maskara sjálvandi eisini eitt mást, og eru tey trý tingini nokk tey týdningarmestu. Sjálv havi eg eisini altíð eitt ella tvey lip gloss í taskuni.

 

Í summar er tað litir, litir og litir. Og kunnu so gott sum allir litir brúkast. Men teir, sum eru mest frammi eru ofta teir, ið hava eitt sindur av ?knall? í. Vakrar litir á eygunum, frískir kjálkar og ljósareyðar varrar eru altíð summarligt.

Skalt tú út at ferðast í teimum heitu londunum, so vil eg viðmæla eina góða vatnfasta maskara, og ein blýant, sum eisini er vatnfastur .

Ikki tí, at ein skal loypa í poolin við make up á, men meiri tí man sveittar jú eisini um andlitið, ofta eisini um kvøldið, og tá er ein vatnføst maskara góð at hava.

 

Umframt tað, so er tað sjálvandi týdningarmikið at hava sól krem, eisini tá vit eru í Føroyum. So um summarið, er eitt dag krem við sólfaktor í, altíð eitt hitt. Kanska eisini eitt við eitt sindur av liti í. Og um man ikki er millum tey hepnu, ið fara uttanlands, so er sólskinputur jú perfekt. Tað kann brúkast bæði sum rouge, ella bara fyri at fáa eitt ?glow? í andlitið, ella hvar man nú vil hava tað.

 

So tey tingini, ið eg altíð havi við mær um summarið eru dagkrem við sólfaktor, mineral putur (tí tað er nemt, og lætt at hava á, ístaðin fyri foundation) Ein góð vatnføst maskara, lip balm við sólfaktor í, + eitt lipgloss og rouge, í einum lekrum, frískum og summarligum ljósareyðum/pink liti.