Uttandura hugni - alt árið

Við teimum røttu loysnunum ber til at hugna sær uttandura, hóast veðrið ikki er av tí besta, siga teir báðir Oluf Mortensen og Martin Berg frá Fa. FOREKS, ið hava spesialiserað seg í markisum og tilhoyri til endamálið

Hóast markisur ofta verða settar í samband við summar og sól, er hetta nakað, sum fólk hava gleði av alt árið, siga teir báðir FOREKS-menninir, sum seinastu seks árini hava spesialiserað seg í loysnum til teirra, ið ynskja sær eitt hugnaligt uttanduraumhvørvi við t.d. markisum og terassuhitarum.


Vit koma ikki uttanum, at veðurlagið hjá okkum stundum er meira óstøðugt og annarleiðis enn so nógva aðrastaðni. Markisurnar eru í veruleikanum eitt flytbart tak, ið ómakaleyst kann koyrast út- og inn, alt eftir tørvi, eitt nú í sambandi við nógva sól, regn ella eitt lot.


FOREKS hevur í samstarv við framleiðaran, REX-verksmiðjuna í Norra síðan byrjan av marknaðar-føringini í Føroyum fyri 5-6 árum síðani, gjørt betringar og tillagingar til føroyska veðurlagið. Sum dømi kann her nevnast, at tað í 2010 fæst ein nýggjur frontur/framkantur til allar markisur, eins og allar skrúvur verða viðgjørdar móti tering.


Markisur kunnu brúkast allastaðni, til sethúsini, frítíðarstaðið og á arbeiðsplássinum. Tær verða m.a. nýttar til altanir, terassur og til framsýningarvindeygu. Markisurnar eru lættar at koyra út ella at leggja saman. Møguleikarnir eru fleiri, bæði manuelt og elektroniskt og eisini við fjarstýring. Mong eru dømini í Føroyum longu nú, har fólk hava fingið munandi størri gleði av terassuni við markisum og hitarum.


Umframt markisurnar, umboðar FOREKS eisini ensku Tansun el-terassuhitararnar, sum verða keyptir beinleiðis frá verksmiðjuni í Onglandi og kunnu tí seljast í Føroyum undir vanliga norðurlendska kostnaðarstøði. Talan er um stuttbylgjuhitarar við halogenlampum, og er hetta uttan samanbering besta hitaloysnin til føroysk viðurskifti. Hesir hitarar fáast í fleiri sniðum og styrkjum, og sum eykaútgerð ber til at keypa regulator við fjarstýring, ið ger at hitin og elnýtslan kann tillagast júst eftir aktuella tørvinum. Við hesum regulatorum ber til at spara upp til 70 prosent av elnýtsluni. Nevnast kann, at um rætt verður farið fram, kostar tað einans millum tvær og tríggjar krónur um tíman at nýta ein el-hitara í mun til ein gasshitara, sum kostar uml. 20 krónur um tíman at nýta. Tansun el-terassuhitarar dálka ikki umhvørvið við tað talan er um rætningsstýrdan stráluhita, ið bert hitar tað hann rakar – og ikki luftina ímillum.


Alt eftir hvat kundin ynskir, fæst ein sonevnd pakkaloysn, tvs. – markisa, hitarar og kanska ein grill frá fyri millum kr. 10 – 30 túsund, alt eftir stødd og hentleikum, siga FOREKS-menninir, sum leggja afturat, at tað sum kundin fær við í keypinum, er at vit eru altíð til reiðar at vegleiða og hjálpa. Vit satsa upp á holla vegleiðing og góða tænastu. Er nakað ivamál er kundin altíð vælkomin at venda sær til okkum. Telefonnummarið hjá FOREKS er 225840 ella 225841, teldupostadressan: markisur@gmail.com. Heimasíðan: www.markisur.fo