tað ber til, at FIFA hevur sett Wales omanfyri Føroyar á hesum lista? Bókstavaraðið er í øllum førum ikki brúkt, tí F kemur flestum kunnugt áðrenn W. Ein frágreiðing kundi verið, at av tí, at Wales lá omanfyri [...] valt at seta Wales omanfyri Føroyar. Hyggja vit eftir sama lista, men bara fyri evropeisku londini, hevur FIFA sett Wales sum nummar 45 og Føroyar nummar 46, hóast stigatali er tað sama. Hetta er at undrast [...] Costa Rica var fyrrnevnda liðið. Hyggja vit so at listanum fyri januar, so var Tunis nummar 44 og Costa Rica nummar 69. Sostatt ber tað til hjá einum landi at enda frammanfyri annað land á listanum, tá
hildið at vera lítil missur fyri Kina, nú tey eiga Sun Yang. Stevnan er fyrsti møguleika at klára offisiella kravtíð til OL í London í 2012, sum í fyrsta lagi er 15:11.83 í 1500 frí, umframt at verða millum [...] stream á internetinum úr Kina. Roynt verður sum frægast at savna øll viðkomandi leinki á www.svimjing.com/live, so at til ber hjá føroyingum at fylgja við luttøkuni hjá Páli. Myndatekstur: Pál Joensen [...] hørð vegna kinesiska stórfavorittin Sun Yang, sum liggur til at kunna taka heimsmet í 1500 metra frísvimjing, og vónirnar eru tí fyrst og fremst at klára kravtíð til Olympisku Leikir komandi ár, og kanska
Live-sendingini, var hann skjótur at staðfesta, at tað nyttar lítið at leggja seg og njóta sigurin. - Nú fara vit alt fyri eitt víðari til Stockholm. Og so mugu vit bara vóna, at vit tá klára hatta metið, sum [...] kappingarformi beint nú. Men hetta er so fyrstu ferð, at eg havi vunnið ímóti honum, og so veit hann tað. Tað er í øllum førum gott hjá mær, at eg veit, at hann kann takast. Hvat gjørdi tú øðrvísi sjálvur í [...] Men tað besta ío hesum var nokk at vinna á teimum, sum havi kappast ímóti so leingi. Romanovich og Mads Glæsner hava leingi havt munin á mær, men hesa ferð megnaði eg so at vinna, og tað er kanska tað besta
kærkomin stig á Kambsdali í gjár, tá tað eydnaðist at vinna 3-0 á ÍF. Um dygdirnar hjá Drátti koma at roynast til meira enn fimtaplássið, fæst at síggja, men í øllum førum fingu vágakvinnurnar lagt sjógv [...] FLOGBÓLTUR Hóast tendensir eru um, hvørji lið koma at stríðast um hvørji heiðursmerki, tá flogbóltsárið er komið longur ávegis, er kappingin so mikið jøvn, at fimm av sjey liðum dyrgja eftir trimum heiðurs [...] fyri tey eru Dráttur eisini væl við. Bara ÍF og KÍF kunnu ikki væntast at koma ordiliga við í kappingina har frammi, men mugu royna at bjarga sær undan niðurflyting. Fleyr-TB 0-3 (19-25, 19-25, 16-25) Spakuliga
Jákup Mikkelsen niðri í Rumenia at verja føroyska málið fyri 67. ferð. Hann hevur sjálvur sagt, at hetta verður síðsta ferðin, at hann fer at spæla á landsliðnum. Men nú fæst at síggja, hvussu tað verður við [...] Jákup hevur áður boðað frá, at hetta var síðsta árið, at hann spælir fótbólt, men ta fráboðanina hevur hann tikið aftur. Hann ætlar at verja málið, tá ið KÍ í 2010 fer at royna at spæla seg upp aftur í bestu [...] hevur spælt á landsliðnum. Jens Martin Knudsen er føddur 11. juni í 1967. Tað vil siga, at honum restaðu 27 dagar í at vera 39 ár, tá ið hann 14. mai í 2006 vardi føroyska málið í vinardystinum í Póllandi
sansar at fíggjarliga kemur vælferðarsamfelagið undir trýst, og fíggjarkreppan, sum nú leikar á, er einki undantak. Stórt hall verður á løgtingsfíggjarlógini og eingin vil ella torir munandi at økja um [...] um almennu inntøkurnar t.v.s. at hækka skattir og avgjøld. Í einum vanligum fólkaræði høvdu ábyrgdarpolitikkarar roynt at leita eftir nýggjum inntøkum og latið breiðastu herðarnar borið tyngstu byrðarnar [...] tíðargrein her í blaðnum prógvar formaðurin, at førdi almannapolitikkurin gongur ímóti øllum teim málum, løgtingið setti sær, tá tað 13. mai einmælt samtykti at seta ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum
í NAFO mælt frá at fiska tosk, tí stovnurin hevur verið illa fyri. Men stórar broytingar í vistskipanini í seinastuni og menning í toskastovninum hava fingið vísindanevndina aftur at mæla til fiskiskap [...] á fjarleiðum gevur kvotu Orsøkin til okkara lut í kvotuni er einans og bert tí, at føroyingar hava verið framúr ídnir at fiska tosk á Flemish Kap, tá fiskiskapur var har. Býtið millum limalondini í NAFO [...] tað koma at hava stóran búskaparligan týdning í framtíðini. Tøkkina eigur fiskimaðurin! Gleðin um toskin druknar í umsitingarligum yvirkapasiteti Uttanríkisráðharrin boðaði um dagarnar frá, at føroyingar
FÓTBÓLTUR At næstu liðini fóru at taka stig frá hvørjumøðrum, nú tey skuldu seta endaspurtin inn fyri at røkka HB, var væntandi. Men lítið man vera at ivast í, at tey í HB hava ilt við at halda sær, nú [...] eisini er ov seint hjá EB/Streymi. Men er tað nú ov seint hjá sundalagsmonnum at fara eftir gullinum, er tað hinvegin ikki ov seint at leggja seg á silvurið, og har er EB/Streymur, sum fyri kortum var í syndarligum [...] sum flugur – og enntá ímóti lægri og sera lágari mótstøðu. Hvørki NSÍ, B68 ella Víkingur hava megnað at hildið dampin uppi, nú síðsti kjansurin var har. Hóast HB enntá hevur tapt ein av teimum fyrstu trimum
tølini talaðu ikki fyri, at ÍF skuldi gera nakrar skreytir. Men tað løgdu teir á ÍF-liðnum einki í. Eftir eina javna byrjan í dystinum, byrjaðu teir at gera meira um seg, og eftir at teir høvdu lagt seg á [...] profilurin At byrja við í dystinum tóktist serliga Andrias Lava Olsen væl upplagdur, og einar tríggjar ferðir spurtaði hann frá Áka Petersen á høgra bakki, ið helst mundi prísa seg lukkuligan fyri, at Andrias [...] dró longra stráið og vann ein uppibornan sigur. Fyrst og fremst við at seta seg á tað mesta av spælinum á miðvøllinum, og síðani við at fáa sum mest burtur úr Øssuri, ið ikki setti ein skeivan fót á vøllinum
borgarans. Umráðandi at taka 2008 við Tølini, sum Norðlýsið hevur sett upp og gjørt fyri árini 2009-2011 eru røtt. Tó er í hesum føri neyðugt fyri at fáa røttu heildarmyndina, at taka kommunuhagtølini [...] tvs. at tað er eydnast býráðnum at halda rakstrinum niðri á sama støði sum í 2008, hóast munandi vøkstur í skattainntøkunum. Inntøkurnar hækkaðar og raksturin lækkaður Tað skal havast í huga, at netto [...] 2011. Við støði í hesum haldi eg so avgjørt, at vit kunnu staðfesta, at kommunan í dag hevur ein munandi sunnari búskap, enn hon hevði í 2008, og er tað bæði at takka teimum sparingum, sum gjørdar eru, og