Vælferð undir trýsti

Oddagrein:

Tá tað sansar at fíggjarliga kemur vælferðarsamfelagið undir trýst, og fíggjarkreppan, sum nú leikar á, er einki undantak. Stórt hall verður á løgtingsfíggjarlógini og eingin vil ella torir munandi at økja um almennu inntøkurnar t.v.s. at hækka skattir og avgjøld. Í einum vanligum fólkaræði høvdu ábyrgdarpolitikkarar roynt at leita eftir nýggjum inntøkum og latið breiðastu herðarnar borið tyngstu byrðarnar. Men her í Føroyum er 50% skattahámarkið og skattalættar ein mantra, eitt tabu, sum eingin flokkur vil nema við klova. Farið verður tí til verka at finna sparingar og oftast verður skorið á almanna- og heilsuøkinum. Mangan verða hesar skerjingar framdar sum mekanisk avskriving eftir donskum leisti. Broytingarnar á heilivágsøkinum eru eitt gott dømi um hendan arbeiðshátt og tey sum fremja broytingarnar, tað veri seg politiskt og/ella fyrisitingarliga, hugsa ikki um, at viðurskiftini í Føroyum og Danmark eru ymisk. Hetta er mál, sum Sosialurin hevur sett ljóskastaran á undir heitinum “Vælferðarføroyar í fillum”.

 

Sostatt fáa vit hesi ógvusligu sveiggini í vælferðarskipanini – tvey fet fram og eitt fet aftur. Hesi sveiggini elva til misnøgd og ótrygd hjá teimum mongu, sum hava ymsar vælferðartænastur og veitingar at líta á í einum truplum gerandisdegi. Stór misnøgd hevur leingi verið við broytingarnar í heilivágstilskotinum, við ólavsøkupakkan og sum heild við gongdina á vælferðarøkinum. Í gjár loysti so formaðurin í Javna frá posabandinum. Í hvassari men sakligari og greiðari tíðargrein her í blaðnum prógvar formaðurin, at førdi almannapolitikkurin gongur ímóti øllum teim málum, løgtingið setti sær, tá tað 13. mai einmælt samtykti at seta ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, í gildi í Føroyum.

 

Óli Wolles vísir á, at týðandi sosialar skipanir, sum við tógvið stríð eru bygdar upp, sum úrslit av sparipolitikkinum nú verða verða brotnar niður. Víst verður á, at samstundis sum ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, íð bera brek, fær gildi í Føroyum, arbeiða føroyskir myndugleikar við broytingum og átøkum, ið ganga beint ímóti sama sáttmála – hetta hendir sostatt samstundis, sum vit júst hava bundið okkum til at halda ST sáttmálan.

 

Her er nakað galið, hetta hongur ikki saman. Hví verður mekaniskt farið eftir teimum veikastu, hvørja ferð tað fíggjarliga lotar úr hanakjafti í hesum landi? Hví tvíhalda vit um fantasileysa og mekaniska avskriving av almannapolitikkinum hjá eini danskari stjórn, hvørs mál tykist vera ein skipað niðurlaging av vælferðarsamfelagnum? Hvat er hetta fyri nakað? Hvørjar politiskar, fíggjarligar og sosialar útgreiningar liggja til grund fyri hesum avgerðum, sum hvørja ferð koma eins og snarljós av heiðum himni og hótta við at venda upp og niður á gerandisdegnum hjá túsundtals medborgarum? ST sáttmálin er eitt frambrot. Vit byrja eitt nýtt skeið, eitt tíðarhvarv í okkara almannasøgu við at bróta júst sama altjóða sáttmála, sum markerar hetta tíðarhvarv. Her hongur ikki saman. Her lekur sum ikki einaferð millum teori og praksis. Er hetta tað land okkum hóvar?