Svimjing
- Júmen hetta er bara ordiliga deiligt. Eg betraði mína bestu tíð hampuliga nógv, og eg vann gull, so sjálvandi er tað deiligt.
- Men tað besta ío hesum var nokk at vinna á teimum, sum havi kappast ímóti so leingi. Romanovich og Mads Glæsner hava leingi havt munin á mær, men hesa ferð megnaði eg so at vinna, og tað er kanska tað besta av tí heila.
Soleiðis segði Pál Joensen, tá hann umvegis telefonina var gestur hjá Hvonn Live á Rás2 leygarkvøldið.
Nú nevnir tú sjálvur Mads Glæsner. Hann plagar at vera framman fyri teg, men hesa ferð var stórur munur aftur til hansara. Hvussu ber tað til?
- Hann svam langt frá sínari bestu tíð, og hann er kanska ikki ordiliga í kappingarformi beint nú. Men hetta er so fyrstu ferð, at eg havi vunnið ímóti honum, og so veit hann tað. Tað er í øllum førum gott hjá mær, at eg veit, at hann kann takast.
Hvat gjørdi tú øðrvísi sjálvur í mun til aðrar kappingar, sum tú hevur svomið?
- Tað er nokk bara tað, at formurin er sera góður í løtuni. Og alt tað taktiska og tekniska riggaði bara, sum tað skuldi.
Vaskaði vónbrotið
Fyrr í ár var talan um stórt vónbrot hjá Pál Joensen, tá hann »bert« gjørdist nummar 17 í heiminum, tá HM var á skránni.
Aðra staðni í blaðnum sigur svimjiforsetin, at úrslitið í Moskva var ein fantastisk uppreisn eftir vónbrotið fyrr í ár, og tað var eisini nakað, sum Pál sjálvur staðfesti leygarkvøldið.
- Hetta var rættiliga upplyftandi í so máta. Tað var, sum var alt bara keðiligt eftir Rom, sum var eitt stórt vónbrot hjá mær. Eftir hetta havi eg ikki svomið so væl, og tað hevur heldur ikki gingið nakað serligt undir venjing. Talan hevur verið um eitt stórt vónbrot síðani, men tað er alt vaskað burtur nú.
Og tíðin var eisini somikið góð, at talan gjørdist um norðurlendskt met. Hvussu kennist tað?
- Tað kennist bara heilt væl. Eg havi havt okkurt norðurlendskt met fyrr, men ongan tíð á 1500 metrum og ongan tíð á stuttbana, so tað er bara fínasta slag.
- Men tað, sum vit fóru eftir, var at klára World Cup-metið, sum altso bara var 3,13 sekund burturi. Tað kláraði eg so ikki, men tað er so eisini tað einasta ringa við kappingini í dag, haldi eg.
Talan var um stóran sigur hjá Pál, men ársins rock’n rollari fekk seinasta orðið í Hvonn Live-sendingini, var hann skjótur at staðfesta, at tað nyttar lítið at leggja seg og njóta sigurin.
- Nú fara vit alt fyri eitt víðari til Stockholm. Og so mugu vit bara vóna, at vit tá klára hatta metið, sum slapp undan okkum í dag, segði Pál Joensen.