Kollektiv gummibein

Tey trý eysturoyarfeløgini – NSÍ, B68 og Víkingur – hava øll fingið gummibein, nú farið er undir síðsta triðingin av landskappingini, meðan óalmenni føroyameistarin í slíkum beinum, EB/Streymur, hevur yvirhálað hini innanfyri

FÓTBÓLTUR

 

At næstu liðini fóru at taka stig frá hvørjumøðrum, nú tey skuldu seta endaspurtin inn fyri at røkka HB, var væntandi. Men lítið man vera at ivast í, at tey í HB hava ilt við at halda sær, nú tey síggja næstu kappingarneytarnar falla sum flugur – og enntá ímóti lægri og sera lágari mótstøðu.

Hvørki NSÍ, B68 ella Víkingur hava megnað at hildið dampin uppi, nú síðsti kjansurin var har. Hóast HB enntá hevur tapt ein av teimum fyrstu trimum dystunum í síðsta triðinginum av Vodafonedeildini, er munurin millum tey næstu og HB bara øktur. Og meðan Eysturoyggin í stórum hevur staðið fyri falli og sær út til at hava fingið kollektiv gummibein, er ein nýggjur kappingarneyti strokin fram um tey.

EB/Streymur, ið annars hevur átt óalmenna føroyameistaraheitið í gummibeinum, hevur yvirhálað øll hini innanfyri og er nú fremsti avbjóðarin hjá HB – um tað ikki eisini er ov seint hjá EB/Streymi. Men er tað nú ov seint hjá sundalagsmonnum at fara eftir gullinum, er tað hinvegin ikki ov seint at leggja seg á silvurið, og har er EB/Streymur, sum fyri kortum var í syndarligum standi, brádliga stórfavorittur.

Hvussu gongdin hevur verið í síðstuni, sæst á talvuni her á síðuni, ið somuleiðis vísir eitt formyvirlit, ið fevnir um tríggjar teir síðstu dystirnar. Hetta eru fakta, ið vísa, hvussu gummibein síggja út, tá tey verða beinleiðis gjørd um til tøl…

 

Fallin í fátt

Heilt av skriðjuni hevur gingist hjá Víkingi, sum hartil hevur spælt sum eitt hol í jørðini síðstu tríggjar dystirnar, ið allir eru taptir ímóti nøkrum av lægstu liðunum. Líkt er til, at steypasigurin á ólavsøku hevur rurað ljósabláu manningina í Gøtu og Leirvík í svøvn, og ivasamt er, um sjálvt ein »toppdystur« ímóti HB um vikuskiftið broytir nakað.

Somuleiðis er B68, ið annars var mest positiva íkastið í oddastríðnum, fullkomuliga uppsteðgað. Eitt er, at úrslitini ikki eru eftir vild, men har stendur eisini púra fast við málskjótingini hjá toftamonnum, sum hava illveðursjavnleikin ímóti framstormandi AB sum frægasta úrslit í síðstu dystunum.

NSÍ vísti góðan moral við sigrinum á KÍ, men megnaði so ikki at halda fast ímóti 07 Vestur. Og nú HB vitjaði við Løkin, var fullkomuliga liðugt hjá runavíkingum, ið tó hava skavað sær fýra stig saman síðstu dystirnar og annars júst høvdu otað seg fram um B68 og Víking.

Eftir er so EB/Streymur, ið hevur havt oddaliðshepni í tveimum dystum, sum eru vunnir í yvirtíðini, og annars hevur víst tann eyðkenda effektivitetin í tí triðja. Haraftrat hevur EB/Streymur eisini ein fyrimun í írestandi dystinum ímóti B36, og stendur EB/Streymur í annaðkvøld sum vinnari í Gundadali, er silvurformurin hjá sundalagsmonnum við at vera har.