Gunvá við Keldu, Borgarstjóri
-----
Bæði undanfarna býráðssamgonga, sum sat til ársenda í 2008, og serliga býráðssamgongan sum tók við í 2009, framdu stórar sparingar innan raksturin hjá Klaksvíkar Kommunu. Í dag er raksturin hjá kommununi bæði bíligari og sunnari enn hann var í 2008.
Í áhugaverdum greinum seinastu dagarnar hevur Norðlýsið varpað ljós á fíggjarlig viðurskifti hjá kommununum, har blaðið eitt nú hevur lýst gongdina í rakstrarútreiðslunum hjá nøkrum kommunum árini 2009-2011.
Slík tøl hava nátúrliga almennan áhuga, tí tey siga nakað um, hvussu býráð stýra og raðfesta nýtsluna av skattapeningi borgarans.
Umráðandi at
taka 2008 við
Tølini, sum Norðlýsið hevur sett upp og gjørt fyri árini 2009-2011 eru røtt. Tó er í hesum føri neyðugt fyri at fáa røttu heildarmyndina, at taka kommunuhagtølini fyri 2008 við í samanberingarnar.
Í 2008 varð Klaksvíkar Kommuna rakt av likviditetskreppu, sum gjørdi tað neyðugt at gera stórar sparingar, har skert varð við tvísiffraðari millónaupphædd, eitt nú innan bæði rakstur og íløgur, og blivu hesar gjørdar áðrenn og eftir seinasta býráðsval.
Talvan niðanfyri vísir gongdina í netto skattainntøkunum og rakstrarútreiðslunum hjá Klaksvíkar Kommunu frá 2008 til 2011:
Lyklatøl KK (mió. kr.) 2008 2009 2010 2011
Nettoskattainntøka 127,0 125,6 137,4 152,0
Rakstrarútreiðslur 99,8 86,5 94,7 98,9
Avlop til íløgur o.a. 27,2 39,1 42,7 53,1
Rakstur í % av innt. 78,6% 68,9% 68,9% 65,1%
Raksturin framvegis
ikki hægri enn í 2008
Eftir sparingarnar, er raksturin hjá kommununi stigvíst hækkaður aftur, men sum talvan vísir, kunnu vit staðfesta, at í krónum og oyrum eru rakstrarútreiðslurnar hjá kommununi í 2011 framvegis lægri enn tær vóru í 2008.
Her kann eg skoyta uppí, at rakstrarútreiðslurnar fyri inniverandi ár, 2012, eru á umleið sama støði sum í 2011, tvs. at tað er eydnast býráðnum at halda rakstrinum niðri á sama støði sum í 2008, hóast munandi vøkstur í skattainntøkunum.
Inntøkurnar hækkaðar
og raksturin lækkaður
Tað skal havast í huga, at netto inntøkurnar hjá kommununi frá 2008 til 2011 eru hækkaðar við 25 mió. kr., úr 127 mió. kr. í 2008 upp í 152 mió. kr. í 2011, ið svarar til eina øking upp á knapt 20%.
Niðast í talvuni eru rakstrarútreiðslurnar settar í mun til inntøkurnar, og síggja vit har, at avlopið eftir rakstur er nærum tvífaldað, úr 27,2 mió. kr. upp í 53,1 mió. kr., og at raksturin í prosentum av netto skattainntøkunum er lækkaður úr 78,6% í 2008 niður í 65,1% í 2011.
Við støði í hesum haldi eg so avgjørt, at vit kunnu staðfesta, at kommunan í dag hevur ein munandi sunnari búskap, enn hon hevði í 2008, og er tað bæði at takka teimum sparingum, sum gjørdar eru, og eisini tí inntøkuvøkstri, sum Klaksvíkar Kommuna hevur havt hesi árini.