Fótbóltur
Leygarkvøldið skrivaði landsliðsmálverjin Jákup Mikkelsen søgu. Hann vardi føroyska málið fyri 66. ferð. So ofta hevur eingin málverji vart føroyska málið áður.
Metið higartil hevur Jens Martin Knudsen átt. Í síni landsliðstíð vardi núverandi hjálparvenjarin hjá Brian Kerr landsliðsmálið 65 ferðir. Jens Martin var í føroyska málinum fyri síðstu ferð sunnudagin 14. mai 2006, tá ið Føroyar spældu vinardyst í Póllandi. Ta ferðina var Jens Martin í málinum í 1. hálvleiki. Eftir steðgin vardi Jákup Mikkelsen málið, og síðani tá hevur Jákup stútt og støðugt tikið seg inn á dystartalið hjá Jens Martini Knudsen.
Tá ið Føroyar 9. september vunnu 2-1 á Litava, stóð á jøvnum í dystartali millum teir báðar veteranarnar, og leygarkvøldið setti Jákup nýtt met niðri í Fraklandi.
Jens Martin Knudsen noyddist 169 ferðir inn í meskarnar eftir bóltinum tær 65 ferðirnar, sum hann vardi føroyska málið. Jákup Mikkelsen hevur verið 149 ferðir í meskunum eftir bóltinum.
Landsdysturin í Fraklandi leygarkvøldið var nummar 130 í røðini, síðani Føroyar 24. august í 1988 spældu fyrsta altjóða skrásetta landsdystin í Íslandi. Tá ið Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen tilsaman hava spælt 131 landsdystir, so sigur tað seg sjálvt, at málverjarnir ikki hava verið so nógvir.
Fimm aðrir málverjar hava roynt seg á landsliðnum. Løgmaður, Kaj Leo Johannesen, hevur spælt fýra landsdystir, Bjarni Johansen, VB, hevur spælt tveir landsdystir, og Sunvard Joensen, GÍ, René Tórgarð, EB/Streymur, og Gunnar Nielsen, Manchester City, hava roynt seg á landsliðnum eina ferð í part.
Hitt metið
14. august fylti Jákup Mikkelsen 39 ár. Hann er elsti landsliðsspælarin nakrantíð, og hesar seinastu ferðirnar hevur hann sett nýtt aldursmet, hvørja ferð hann hevur spælt á landsliðnum.
Jens Martin Knudsen er føddur 11. juni í 1967. Tað vil siga, at honum restaðu 27 dagar í at vera 39 ár, tá ið hann 14. mai í 2006 vardi føroyska málið í vinardystinum í Póllandi. Tá ið Jákup Mikkelsen 12. august í ár vardi føroyska málið á heimavølli ímóti Fraklandi (0-1), restaðu tað tveir dagar í, at hann varð 39 ára gamal. Síðani tá hevur Jákup tríggjar ferðir sett nýtt aldursmet á landsliðnum – á útivølli ímóti Eysturríki, á heimavølli ímóti Litava og á útivølli ímóti Fraklandi.
Mikukvøldið fer Jákup Mikkelsen niðri í Rumenia at verja føroyska málið fyri 67. ferð. Hann hevur sjálvur sagt, at hetta verður síðsta ferðin, at hann fer at spæla á landsliðnum. Men nú fæst at síggja, hvussu tað verður við tí!
Jákup hevur áður boðað frá, at hetta var síðsta árið, at hann spælir fótbólt, men ta fráboðanina hevur hann tikið aftur. Hann ætlar at verja málið, tá ið KÍ í 2010 fer at royna at spæla seg upp aftur í bestu deildina.
Næstelsti spælarin í føroyska ferðalagnum, sum nú fyrireikar seg til dystin í Rumenia mikukvøldið, er Egil á Bø. Hann er føddur 2. apríl í 1974.









