Toskur á Flemish Kap og umsitingarligur yvirkapasitetur

Limalondini í NAFO hava samtykt aftur at loyva fiskiskapi á Flemish Kap eftir 11 ár við veiðibanni. Toskakvota á 5.500 tons er ásett, harav Føroyar sambært søguligum rættindum eiga 22 % svarandi til 1229 tons av toski.

Northwest Atlantic Fisheries Organization (NAFO)

Føroyar og Grønland hava saman við Kanada, ES, Russlandi og fleiri øðrum limaskap í NAFO, ið er fiskivinnufelagsskapur, sum umsitur fiskiskapin í útnyrðingspartinum av Atlantshavinum og harvið eisini á Flemish Kap. Seinastu 11 árini hevur vísindanevndin í NAFO mælt frá at fiska tosk, tí stovnurin hevur verið illa fyri. Men stórar broytingar í vistskipanini í seinastuni og menning í toskastovninum hava fingið vísindanevndina aftur at mæla til fiskiskap.

 

Komandi ár verður samlaða toskakvotan 5.500 tons og okkara partur 22%, svarandi til 1229 tons.

 

Ídni á fjarleiðum gevur kvotu

Orsøkin til okkara lut í kvotuni er einans og bert tí, at føroyingar hava verið framúr ídnir at fiska tosk á Flemish Kap, tá fiskiskapur var har. Býtið millum limalondini í NAFO verður gjørt upp eftir býtislykli, ið er grundaður á søguligan fiskiskap.

 

Tað man vera við blandaðum kenslum, at teir, sum í mong ár fiskaðu við línuskipum á Flemish Kap, minnast tíðina. Túrarnir táttaðu mangan í ½ ár og meira. Vísan um húkin og skiparabúkin hjá Annfinni & Co. sigur, um enn skemtandi og speirekandi, kortini ikki so lítið um støðuna hjá fiskimanninum tá.

 

Kortini kunnu vit fegnast um, at tað vóru fiskimenn, sum royndu á fjarleiðum í teirri tíðini. Tí søguligur fiskiskapur hevur alstóran týdning, tá fiskastovnar verða býttir millum lond. Nógvar av kvotunum, sum eru grundarlag undir okkara fiskivinnu í dag, byggja á slík søgulig rættindi.

 

Batna umstøðurnar hjá toskinum á Flemish Kap, og størri kvotur verða ásettar, kann tað koma at hava stóran búskaparligan týdning í framtíðini. Tøkkina eigur fiskimaðurin!

 

 

Gleðin um toskin druknar í umsitingarligum yvirkapasiteti

Uttanríkisráðharrin boðaði um dagarnar frá, at føroyingar nú aftur kundu fiska tosk á Flemish Kap. Og sjálvandi eiga vit at fegnast um hesi tíðindi. Kortini var tað neyvan rætt, tá ráðharrin í Útvarpinum nærmast profileraði toskakvotuna sum gott samráðingarúrslit, heldur enn at lýsa týdningin av søguliga fiskiskapinum, sum hevði bjargað okkum tey kærkomnu 1229 tonsini av toski.

 

Gaman í gera føroyskir myndugleikar eitt stórt og gott arbeiði í NAFO. Fleiri dømi eru um tað. Nevnast kunnu hendingin, tá kanadiskir myndugleikar í 2007 fingust at avtaka havnastongsulin, sum var íkomin av orrustuni um rækjurnar á Grand Bank, og tað, at vit hava fingið formannin í fiskivinnunevndini í NAFO komandi tvey árini. Men harfyri er okkara partur av toskakvotuni grundaður á tey søguligu rættindini, fiskimaðurin við tíðini hevur vunnið.

 

Somuleiðis skurrar í oyrunum, tá uttanríkisráðharrin er boðberi í slíkum máli á fiskivinnuøkinum. Tað átti sjálvsagt heldur at verið landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum varaði av NAFO, og sum kom við gleðiboðunum um toskin á Flemish Kap.

 

Fyri tann, ið kennir umstøðurnar, druknaði gleðin um toskin snøgt sagt við tankanum um umsitingarligan yvirkapasitet, sum vit ikki hava ráð til, nú tað sansar at búskaparliga og brúk er fyri hvørjari krónu.