til andøvsgul av norði, sum snarar í ein eystan, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og mest skýggjað, men í støðum sólglottar. Hitin um 10 stig. Um náttina verður eitt lot til andøvsgul av eystri og landsynningi [...] við Ísland stendur mest sum í stað. Brúgvaløg yvir Atlantshavið flyta seg móti Føroyum, men væntandi halda tey seg í ein útsynning úr Føroyum. Í dag verður eitt lot til andøvsgul av norði og landnyrðingi [...] metrar um sekundið. Turt og mest skýggjað, men í støðum skínur sólin av og á. Hitin um 10 stig. Hósnáttina verður eitt lot til andøvsgul av norði, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og mest skýggjað. Hitin millum
menning av útgerð til fiskivinnuna. - Sum ungur alvur tók hann við leiðsluni av smiðjuni í Miðvági, J. K. Joensen, sum seinni fekk navnið Oilwind. Smiðjan varð stovnað í 1910 av Haraldi Joensen, sum var abbi [...] Joensen sum 22 ára gamal inn í familjufyritøkuna, og fekk tá næstan beinanvegin ábyrgdina av smiðjuni. - Hetta merkti so eisini, at Bjarni fekk ábyrgdina av, at nóg mikið av arbeiði var til fólkið, sum starvaðist [...] Vágasnelluna, sum J. K. Joensen eisini fekk patent uppá. Hon hevði loysnir, ið lættu munandi um hjá teimum, sum brúktu snellurnar. - Vágasnellan var so mikið góð, at hóast patentið varð hon kopierað av øðrum
tingið um hetta sama. Jenis av Rana sigur, at tey ringu kreppuárini vóru tað túsundtals føroyingar sum máttu fara av landinum. ?Tey árini var lívsgrundarlagið rykt undan einum hópi av føroyingum. Tey mistu arbeiðið [...] í Føroyum og tí vóru tey tvingað í útlegd. Jenis av Rana sigur, at nógv av hesum áttu hús sum tey tískil ikki kláraðu at betala rentur og avdráttir av. ?Men hóast tey máttu rýma frá húsi og heimi, sluppu [...] Hann hevur fingið upplýst, at tað eru ikki færri enn 4.000-5.000 av øllum teimum føroyingunum, sum rýmdu av landinum í kreppuni, sum ikki eru komnir heimaftur enn. Hann ivast ikki í, at orsøkin til tað
útgávuni av hagtalsársbókini fyri norðurlond. Millum annað kom fram, at føroyingar vóru teir, sum royktu mest av øllum norðurlendingum. Uppgerðin vísti, at 28% av føroysku kvinnunum og 27 % av monnunum [...] stendir eins illa til, sum uppgerðin hjá Norðurlandaráðnum vísir. - Tølini, sum verða brúkt í hagtalsbókini eru frá 2013. Vit hava síðani gjørt kanning aftur í august 2014, sum vísti nøkur frægari tøl [...] sigarettirnar frá sær, enn menninir eru. - Tølini frá í ár vísa, at tað nú eru 18% av kvinnunum og 26% av monnunum, sum roykja dagliga, sigur Pál Weihe. Hann vísir tó á, at Føroyar framvegis roykja meir
Starvsstovan ávarar nú fólk ímóti einum ávísum slagi av rískakum, sum eisini eru at fáa í Føroyum. Tað er Coop í Danmark, sum afturkallar eina ávísa sending av X-tra rískøkum og orsøkin til tað er, at matvø [...] matvørum, og í hesum føri er nøgdin av arsen omanfyri hámarkið. Talan er um rískakur, sum viga 100 gramm, netto, og sum eru best fyri 5. februar 2020. EAN strikukotan er 7340011421726, og lot nummarið er EBV117B [...] er komið eftir, at tað er ov nógv av evninum, ólívrunnum arsen, í teimum. Ólivrunnið, ella óorganiskt arsen, er krabbameinselvandi og tí er eitt mark fyri, hvussu nógv av slíkum evnum kunnu vera í matvørum
serliga toskur og hýsa, sum vóru á uppboðssølu í morgun, umleið 25 tons av toski og umleið 13 tons av hýsu. Besti miðalprísur á toski var 24,57, sum var fyri stívliga 2,5 tons av toski 1. Toskur 2 og toskur [...] 16,08, sum var fyri sløk 850 kilo av hýsu 1. Stívliga 10,6 tons var av hýsu 2, og her var miðalprísurin 14,90 krónur fyri kilo. Á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun var eisini nakað av upsa [...] n lyftir undir samanlagda miðalprísin. Tey tilsamans 60,1 tonsini, sum vórðu seld í morgun, fóru fyri stívliga 1,1 miljón krónur, sum gevur ein samanlagdan miðalprís fyri øll fiskasløgini á 19,55 krónur
eru her, sum áður, og vit reka virksemið sum áður, sigur Andrias Lamhauge, stjóri í RTS Contractors, sum í 1997 byrjaði fyritøkuna saman við beiggja sínum, Svend Lamhauge. Nógva byggivirksemið, sum hevur [...] felagið kortini rikið sum áður. Stjóri er framvegis, Andrias Lamhauge. - Okkara virksemi er enn sum áður alt innan jørð-og lendisarbeiði av øllum handa slag, og vit arbeiða bæði sum heildarveitarar og u [...] arbeiði, sum her er gjørt. Sama er við einum spæliplássi, fótbóltsvølli ella havnalag, sum er lagt undir asfalt, graslíki ella betong. Jørð-og lendisarbeiði er líkasum ein sjálvsagdur partur av einari verkætlan
Nøgsemiskanningin, sum nú verður gjørd, er tann næsta kanningin av slíkum slag. Fyrsta kanningin varð gjørd í 2007, og hon vísti at umleið 90 prosent av føroysku sjúklingunum sum heild vóru nøgdir við [...] økjum, sum sjúklingarnir hava verið minni nøgdir við. Kanningin verður gjørd av óheftum donskum kanningarstovni, ið Heilsumálaráðið hevur gjørt avtalu við. Sami kanningarstovnur ger eisini kanningar av donskum [...] donskum sjúkrahúsum. Sostatt kann kanningin av føroysku sjúkrahúsunum samanberast við kanningarnar, sum verða gjørdar av danska sjúkrahúsverkinum. Í mun til kanningina í 2007 fáa fólk eisini átta spurningar
verður bara latin av veiðiinntøku. Tað vil siga, at skattalættin verður bara latin av fiskiparti. Av øllum, sum eitur inntøkutrygd - minstuløn o.ø.- verður skattalætti ikki latin av. Karl Johansen sigur [...] i í landinum vísa á, at skattalættin, sum ætlanin er at veita fiskimonnum, er ein lætti til teir fiskimenn, sum forvinna mest. Hinvegin fáa teir fiskimenn, sum forvinna minst í mongum førum slett ongan [...] sigur, at tað vísir seg sum um ætlanin við hesum uppskotinum er ikki at veita teimum, skattalætta, sum treingja til tað. Hann sigur at eftir uppskotinum verður skattalætti bara latin av hýruni. Í uppskotinum
Charlotta á Váli Olsen (Suðurstreym), Mia av Kák Joensen (Vágar), Vinjard Johansen (Eysturoy) og Frank Jacobsen (Suðurstreym). Av teimum 8 eru sostatt tvær kvinnur, sum bjóða seg fram, og tað er helst ikki [...] Tá landsfundur Miðfloksins byrjaði í morgun, upplýsti Jenis av Rana, at tann »flip-over«, sum settur var upp í hølunum, var ætlaður fólki, ið vildu ella ynsktu at stilla upp fyri flokkin til komandi val [...] listanum, tá fundurin var av, men sjálvt um tað málið ikki er rokkið, nú fundurin er um at enda, so standa kortini 8 nøvn á listanum. Umframt teir væntaðu tinglimirnar, Jenis av Rana (Suðurstreym), Bill