Í dag sendi Norðurlandaráðið út tíðindaskriv viðvíkjandi útgávuni av hagtalsársbókini fyri norðurlond.
Millum annað kom fram, at føroyingar vóru teir, sum royktu mest av øllum norðurlendingum. Uppgerðin vísti, at 28% av føroysku kvinnunum og 27 % av monnunum roykja dagliga
Les eisini: Føroyingar roykja mest
Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum, vísir tó á, at ikki stendir eins illa til, sum uppgerðin hjá Norðurlandaráðnum vísir.
- Tølini, sum verða brúkt í hagtalsbókini eru frá 2013. Vit hava síðani gjørt kanning aftur í august 2014, sum vísti nøkur frægari tøl, sigur hann.
Sambært hesi kanningini er kvinnurnar raskari at leggja sigarettirnar frá sær, enn menninir eru.
- Tølini frá í ár vísa, at tað nú eru 18% av kvinnunum og 26% av monnunum, sum roykja dagliga, sigur Pál Weihe.
Hann vísir tó á, at Føroyar framvegis roykja meir enn norðurlendsku grannarnir, og sigur tað framhaldandi vera týdningarmikið at Fólkaheilsuráðið miðvíst kunnar um vandarnar við royking.
Samrøðan við Pál Weihe kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini