­ Teir sum bara fáa minstuløn fáa ongan skattalætta

Ætlaði skattalættin til fiskimenn vendir tunga endan niðureftir. Teir, sum forvinna mest, fáa størsta lættan. Teir, sum forvinna minst, fáa eisini minst, ella als ongan, lætta

 

­ Ætlaði skattalættin til fiskimenn er ikki bara prinsipielt órættvísur.

Hann er eisini sosialt órættvísur.

Tey seks arbeiðarafeløgini í landinum vísa á, at skattalættin, sum ætlanin er at veita fiskimonnum, er ein lætti til teir fiskimenn, sum forvinna mest.

­ Hinvegin fáa teir fiskimenn, sum forvinna minst í mongum førum slett ongan skattalætta

Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, sigur, at tað vísir seg sum um ætlanin við hesum uppskotinum er ikki at veita teimum, skattalætta, sum treingja til tað.

Hann sigur at eftir uppskotinum verður skattalætti bara latin av hýruni.

Í uppskotinum stendur, at skattalætti verður bara latin av veiðiinntøku.

­ Tað vil siga, at skattalættin verður bara latin av fiskiparti.

Av øllum, sum eitur inntøkutrygd - minstuløn o.ø.- verður skattalætti ikki latin av.

Karl Johansen sigur, at tann, sum forvinnur 350.000 krónur í løn, fær ein frádrátt uppá 92.000 krónur.

­ Bara tað er meiri enn nógv verkafólk á landið forvinna í bruttoløn, sigur Karl Johansen.

Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag sigur, at hevði skattalættin verið til teir fiskimenn, sum forvunnu minst, høvdu tey skilt eitt sindur av tí.

­ Men at ætlanin er at veita teimum høgu fiskimannalønunum skilja vit onki av, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag.