Teir føroyingarnir, sum mistu hús og heim í kreppuni, eiga at fáa fíggjarliga hjálp.
Tað heldur Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin.
Og hann meinar tað í fullum álvara, tí hann fer skjótt at leggja uppskot fyri tingið um hetta sama.
Jenis av Rana sigur, at tey ringu kreppuárini vóru tað túsundtals føroyingar sum máttu fara av landinum.
?Tey árini var lívsgrundarlagið rykt undan einum hópi av føroyingum. Tey mistu arbeiðið og høvdu ongan møguleika at fáa arbeiðið aftur í Føroyum og tí vóru tey tvingað í útlegd.
Jenis av Rana sigur, at nógv av hesum áttu hús sum tey tískil ikki kláraðu at betala rentur og avdráttir av.
?Men hóast tey máttu rýma frá húsi og heimi, sluppu tey ikki undan skuldini fyri tað.
? Sostatt hava tey enn skuldina av teimum húsunum, sum tey máttu rýma frá, hangandi yvir høvdinum.
Jenis av Rana heldur, at hetta er fullkomiliga órímiligt, tí tað ger tað ómøguligt hjá hesum fólkunum at koma heimaftur.
Hann hevur fingið upplýst, at tað eru ikki færri enn 4.000-5.000 av øllum teimum føroyingunum, sum rýmdu av landinum í kreppuni, sum ikki eru komnir heimaftur enn.
Hann ivast ikki í, at orsøkin til tað er fyri ein stóran part, at teir sleppa ikki heimaftur, tí at teir hava gamla sethúsaskuld hangandi yvir høvdunum.
? Eg haldi, at vit eiga at geva hesum fólkunum møguleika at koma heimaftur. Tí fari eg at leggja uppskot fyri tingið um at veita teimum fíggjarligan stuðul onkusvegna, so at tey sleppa undan teirri gomlu skuldini, sigur løgtingsmaðurin fyri Miðflokkin.
Ikki annað enn rimiligt
Hann heldur, at tað er ikki annað enn rímiligt at hjálpa hesum fólkunum.
? Alt møguligt varð sanerað í kreppuni. Landskassin varð saneraður, og skip og virki blivu sanerað.
? Og ikki minst bleiv bankin saneraður m.a. fyri at avskrivað hesi somu lánini, sum hesi fólkini máttu rýma undan.
Jenis av Rana heldur tí, at tað er sjálvsagt, at hesi fólkini eisini verða sanerað og sleppa undan hesum somu lánum, sum bankin fekk avskrivað.
? Men í dag eru tað onnur, sum sita í húsum teirra, og í nógvum førum eru tey keypt fyri lítið og lætt. Men tað eru tey, sum bygdu húsini, sum sita eftir við rokningini og Svartaperi.
Ikki minst heldur hann tað vera natúrligt at hesi fólkini verða hjálpt, tá ið bankin og landskassin eru so væl fyri, sum tey eru í løtuni.
Stór undirtøka
Hann sigur, at hann hevur ikki hugsað so gjølla um, hvussu uppskotið verður orðað.
Men hann væntar, at talan verður um eitt uppskot um at Løgtingið samtykkir at biðja landsstýrið gera eina loysn fyri hesi fólkini.
Hann hevur heilt góðar vónir um, at eitt slíkt uppskot verður samtykt í løgtinginum.
?Eg havði ein fyrispurning í tingininum um hesi viðurskifti í fjør.
? Undir tí orðaskiftinum kom týðiliga til sjóndar, at tað var stór undirtøka fyri at hjálpa hesum fólkum frá tinglimum úr øllum flokkum.
Sera trupult mál
Jenis av Rana ásannar, at talan er um eitt sera trupult mál at viðgerða.
? Hetta er eitt mál, sum hevur nógvar ymsar liðir.
?Tí er hetta eisini eitt mál, har nógv fólk fara at føla seg órættvíst viðfarnan, sama hvør loysn verður vald.
? Eitt nú hevur tað mangan verið at hoyrt um fólk, sum rýmdu av landinum, frá húsi og heimi og skuld, uttan at at tað var av neyð, men mest tí, at tey vildu royna okkurt nýtt.
? Og hvat við teimum, sum blivu verandi og baksaðu seg ígjøgnum kreppuni. ? Summi, av teimum blivu verandi, blivu sanerað. Onnur blivu verandi, men fingu onki.
? Tað er nógv í hesum málinum, sum er órættvíst. ? Men eg haldi, at vit, sum blivu verandi, skulu fegnast um, at vit megnaðu tað. Men vit mugu heldur ikki gloyma tey, sum fóru, og vit mugu eisini hjálpa teimum.
Jenis av Rana sigur, at enn hevur hann ikki hugsað um málið í smálutum, so hann veit ikki, í hvønn mun allur trupulleikin skuldi verðið tikin upp síni heild. ? Men tað hevði ikki verið órímiligt, heldur hann.
Hann vísir á, at í ólavsøkurøðuni boðaði løgmaður frá eini ørgrynnu av nevndum, sum skuldi kanna og gera niðurstøður um eitt og annað.
? Tað hevði onki verið forgjørt í, um tað eisini varð sett ein nevnd at arbeiða við hesum trupulleikanum.
? Í øllum førum má setast ein leistur upp, hvussu farið verður fram. Tað ber ikki til at veita øllum hjálp yvir heim kamb, tí tað er so stórur munur á trupulleikanum frá einum húski til annað, heldur Jenis av Rana.