Tá landsfundur Miðfloksins byrjaði í morgun, upplýsti Jenis av Rana, at tann »flip-over«, sum settur var upp í hølunum, var ætlaður fólki, ið vildu ella ynsktu at stilla upp fyri flokkin til komandi val.
Jenis sjálvur segði seg vænta og vóna, at 20 nøvn fóru at standa á listanum, tá fundurin var av, men sjálvt um tað málið ikki er rokkið, nú fundurin er um at enda, so standa kortini 8 nøvn á listanum.
Umframt teir væntaðu tinglimirnar, Jenis av Rana (Suðurstreym), Bill Justinussen (Eysturoy) og Karsten Hansen (Norðoy) hava hesi meldað seg til: Egin Henriksen (Suðurstreym), Charlotta á Váli Olsen (Suðurstreym), Mia av Kák Joensen (Vágar), Vinjard Johansen (Eysturoy) og Frank Jacobsen (Suðurstreym).
Av teimum 8 eru sostatt tvær kvinnur, sum bjóða seg fram, og tað er helst ikki so galið tá hugsað verður um, hvussu trekar kvinnur ofta eru at bjóða seg fram í politikki.
Men hóast málið upp á 20 valevni ikki bleiv rokkið, er Jenis av Rana vælnøgdur við undirtøkuna.
20 var bara eitt tal eg slongdi út. Vit skulu minnast til, at her er talan um at bjóða seg fram. Her er ikki talan um at nakar skjýtur nakran upp. So eg eri sera væl nøgdur við 8, sigur Jenis av Rana.