Turt so gott sum alla vikuna

Danska veðurstovan DMI væntar gott veður mest sum alla vikuna, eisini um vikuskiftið.

Eitt hátrýst við Ísland stendur mest sum í stað. Brúgvaløg yvir Atlantshavið flyta seg móti Føroyum, men væntandi halda tey seg í ein útsynning úr Føroyum.

 

Í dag verður eitt lot til andøvsgul av norði og landnyrðingi, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og mest skýggjað, men í støðum skínur sólin av og á. Hitin um 10 stig. Hósnáttina verður eitt lot til andøvsgul av norði, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og mest skýggjað. Hitin millum 5 og 8 stig.

 

Hósdagin verður eitt lot til andøvsgul av norði, sum snarar í ein eystan, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og mest skýggjað, men í støðum sólglottar. Hitin um 10 stig. Um náttina verður eitt lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið, sum veksur til eitt gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og eina løtu klárar í. Hitin millum 5 og 8 stig.

 

Fríggjadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av eystri og landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, í støðum upp í strúk í vindi, 13 metrar um sekundið. Skýggjað og yvirhøvur turt, men um náttina møguliga regn. Hitin um 10 stig.

 

Leygardagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av eystri og landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.

 

Sunnudagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið, í støðum upp í strúk í vindi, 13 metrar um sekundið. Yvirhøvur turt og kanska sær sólin. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.

 

Mánadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av eystri og landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin alt døgnið um 10 stig.