Køkur seldar í Føroyum við ov nógvum evnum sum elva til krabbamein

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú fólk

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú fólk ímóti einum ávísum slagi av rískakum, sum eisini eru at fáa í Føroyum. Tað er Coop í Danmark, sum afturkallar eina ávísa sending av X-tra rískøkum og orsøkin til tað er, at matvørueftirlitið í Danmark er komið eftir, at tað er ov nógv av evninum, ólívrunnum arsen, í teimum.

Ólivrunnið, ella óorganiskt arsen, er krabbameinselvandi og tí er eitt mark fyri, hvussu nógv av slíkum evnum kunnu vera í matvørum, og í hesum føri er nøgdin av arsen omanfyri hámarkið.

Talan er um rískakur, sum viga 100 gramm, netto, og sum eru best fyri 5. februar 2020. EAN strikukotan er 7340011421726, og lot nummarið er EBV117B

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tey, sum liggja inni við hesum kakunum, eiga at tveita tær burtur, ella at lata tær inn aftur í handilin, haðani tær eru keyptar. Danska matvørueftirlitið sigur, at serliga eigur at verða ansað eftir, at børn ikki fáa ov nógv av ólívrunnum arsen, tí at tey viga so lítið.