samráðingarnevndini. Hví so er mugu vit bara gita um. KANN ein orsøkin vera hon, at løgmaður við hesum vil staðfesta sína hørðu linju mótvegis Bretlandi í markamálinum. Kann tað vera so, at løgmaður í veruleikanum [...] sami løgmaður sum hevur biðið fólk standa saman, nú hevur sett ein kíla í hjólið! LAT tað vera púra greitt, at vit taka undir við teimum, sum vilja hava bretar at innsíggja, at miðlinjan má vera útgangspunktið [...] skjóta upp miðlinjuna sum fiskimark skapt ein presedens. Teir hava skapt sær sjálvum ein trupulleika, sum teir mugu vísa vilja til at loysa. Harvið er ikki sagt, at vit føroyingar bara skulu siga nei og aftur
eigur at vera hart. Tað er tað, sum ger okkum so tolin og so treisk, sum vit eru. Um veðrið var mildari í Føroyum, so høvdu vit føroyingar verið eitt heilt annað fólkaslag. Nú skal eg ikki vera so frelstur [...] nú, um tað passar? Hvat nú, um tað er ein orsøk til at veðrið er, sum tað er? Tað kann saktans vera ov lýtt um veturin og ov turt um summarið. Spyr bara tey, sum hava við seyð at gera. Alt hevur eina meining [...] landi profeti, ella skal hon brúkast sum ein kravfesting ella ein ætlan fyri framtíðina? Grenj er ikki bara grenj Sum eg síggi tað, kann grenj býtast upp í tvey sløg. Tað fyrsta slagið ljóðar soleiðis:
lyndinum, sum Trina hevur. Alfred átti eina dóttur, sum býr í Amerika, og hana hevur Trina eisini gott samband við. Tey eru ikki nógv sum eru so nær tey 100 árini, sum eru so bragdlig. Alt í alt kann sigast [...] Andreassen, sum tann, ið undir 1. veraldarbradaga kom við hugskotinum um at reinsa motorar við landi. Teir dálkaðust so illa, tí teir máttu brúka lýsi sum brennievni. Hetta eitt hugskot sum Andrias, pápi Tórhall [...] Her var Trina so í fýra ár, men nú er hon blivin so tilkomin, at hetta við at vera í húsi tímir hon ikki meira. Annars var lønin kr. 35 um mánaðin, og so kost og logi. Men nú vildi hon vera fyri seg sjálva
men eg kann ikki innflyta skitna føroyska ull. Hon má sjálvandi gerast klár til útflutnings fyrst. Ull sum mentan og list Samstundis er ull ein altjóða mentan. Flestu mentanir hava ullavirki sum ein týdn [...] borðið og greiðir frá, hví føroyska ullin er so serlig. Hon hevur tøvt nøkur pløgg, har ljósamorreyða føroyska ullin sær út sum gullspæl í myrka botninum, og so hevur hon eisini gjørt nakrar royndir har langi [...] til eitt samanhangandi plagg. Tøving er mett at vera elsta tekstiltøkni – eldri enn binding og veving. Mentanir í MiðAsia hava framvegis tøving sum ein týdningarmiklan framleiðsluhátt av pløggum og teppum
broytingina, sum er neyðug, nú Jón Rói Jacobsen ikki fær verið við. Men hóast tað altíð er keðiligt at missa ein stuðulsspælara, so tykist hetta tó ikki vera nakað, sum nervar føroyska venjaran so øgiliga nógv [...] altíð vera aðalsetningurin hjá okkum, og tað er so tað, sum vit mugu royna eftir, helt venjarin, áðrenn tað aftur var hansara tørn at tveita bowling-kúluna. So er bara at vóna, at Larsen er eins góður [...] ikki eisini eina sosiala funktión? - Sjálvandi. Tað er eisini ein partur av tí. Vit eru ein bólkur, sum stendur saman, og hetta er so eisini ein liður í tí, heldur venjarin. Mugu spæla okkara spæl Tá tosað
Eingin, sum telist millum sannar føroyingar, skilst, tí “vit eru jú ein kristin tjóð,” og sum prestur staðfesti: “Einki kann vera meira savnandi fyri føroyingar enn ein krossur.” Tað at “ræðast krossin” [...] longu endurgivin sum at “Kinna hevur sagt gott fyri hasum krossinum,” (so tað kann neyvan vera heilt av leið). Burtursæð frá, at tað er spell at síggja “listadøming” útvatnast so nógv, og í so stóran mun leggja [...] Samstundis kann krossurin vera ein støðug áminning um, at tann, vit krossfestu, einaferð vendi sterkari aftur. Ein sterk ímynd av at Guð, tá av tornaði, helt við taparanum - tí kúgaða. Samstundis so mugu øll
tú hjálpa mær, eg kann einki gera. So kom tað innskotið at leypa upp í loft, spenna armar og bein út frá, og so gera eitt indianarahyl, so hart sum eg orkaði. Tarvurin, hann stóð sum negldur. Eg dýki á [...] millum øðrum beiggjanum Óla, sum greitt varð frá í fyrsta parti av hesi frásøgn. Ein annar sum hjálpti var Jákup Andreas við Á í Kaldbak, sum var svágur Ullu. Hans royndi so at útbúgva seg til uppgávuna [...] spandera ein lærara uppá eitt ella tvey børn á Sundi. So teir spurdi Tóru, um hon ikki bara kundi senda børnini til Eiðis til mammu hennara, so kundu tey ganga í skúla har! Men Tóra var ikki so at syfta
argumentera fyri, at hetta bara er eitt spekulativt gjaldoyra, sum eisini kann misbrúkast av brotsmonnum til kriminell endamál. Forsprákararnir fyri Bitcoin siga tó, at hetta kann mann siga um øll gjaldoyru [...] fer at halda á fram - tí sum man plagar at siga, so veksa trøini ikki inn í himmalin. Tí um mann heldur, at tað gongur gott við Bitcoin nú, so skal man minnast til, at tað kann ganga líka skjótt hinvegin [...] Bitcoin ger eina sokallaða "korrektión", sum merkir, at góða gongdin steðgar eitt sindur á, og virðið minkar nakað. Hetta plagar at vera natúrligt, aftaná at kursurin bara er buldraður upp eftir í eina tíð.
verið á hotellinum og tí hevur hann bara frágreiðingar frá øðrum at halda seg til. Sjálvur er hann rættiliga nýggjur í starvi sum landsstýrismaður í heilsumálum, so tað er ikki fyrrenn nú um dagarnar, [...] sær, at nøkur aftra seg við at vera á hotellinum og tað eru eisini dømi um fólk, sum eru rýmd av hotellinum. ?Akkurát hesir trupulleikarnir eru nýggir fyri mær. Men tað kann undir ongum umstøðum góðtakast [...] góðtakast, at allar minsti ivi um, at heilsuvandi kann standast av at vera á hotellinum, tí minsta kravið er, at fólk kenna seg púra trygg at vera á hotellinum. Fyri at beina allan ótryggleika av vegnum, gav
sálarliga yvirtakið, sum ÍF annars tóktist at hava við trimum sigrinum í landskappingini. Á heimavølli fær TB vanliga góðan stuðul frá áskoðarunum, og sum støðan er, so kann einki annað enn ein sigur brúkast [...] um so er, at TB hevur eins gott tak á ÍF sum í steypafinaluni og vinnur tann dystin. Endin á kappingarárinum hevur sjáldan verið so spennandi sum í ár. [...] ni í flogbólti. Og sum vera man, so er størsti spenningurin um, hvussu tað fer at tørvna út, tá TB og ÍF skulu takast. Seinast liðini hittust var í steypafinaluni, go møguliga kann dysturin gera, at TB