Fer at seta kanning í verk á Hotel Tórshavn

Bill Justinussen, landsstýrismaður í heilsumálum, fer at kanna umstøðurnar á sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn

Sjúklingahotellið

Nú skulu ávísar umstøðurnar á sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn, kannast.
Tað hevur nýggi landsstýrismaðurin í heilsumálum, Bill Justinussen, sett sær fyri.
Hann sigur, at hann hevur staðfest, at tað er rættiliga stór ónøgd við ymisk viðurskifti á hotellinum og tað hevur hann tikið til eftirtektar.
Bill Justinussen sigur, at sjálvur hevur hann ikki verið á hotellinum og tí hevur hann bara frágreiðingar frá øðrum at halda seg til.
Sjálvur er hann rættiliga nýggjur í starvi sum landsstýrismaður í heilsumálum, so tað er ikki fyrrenn nú um dagarnar, at hann hevur frætt um summar av trupulleikunum, sum eru á hotellinum.
Og tað skilst, at trupulleikarnir á hotellinum kunnu býtast í tvey, tí í fyrra lagi er talan um heilsuligar trupulleikar og í øðrum lagi er talan um trivnaðartrupulleikar.
Og hvat teimum heilsuligu trupulleikunum viðvíkur , er tað serliga vandin fyri smittu av legionellabakterium í tí heita vatninum í húsinum, sum hotellið heldur til í, sum hevur verið frammi seinstu dagarnar. Men fólk hava eisini ampa av, at svampur er í summum av kømrunum.
Hesir trupulleikar hava ført við sær, at nøkur aftra seg við at vera á hotellinum og tað eru eisini dømi um fólk, sum eru rýmd av hotellinum.
?Akkurát hesir trupulleikarnir eru nýggir fyri mær. Men tað kann undir ongum umstøðum góðtakast, at allar minsti ivi um, at heilsuvandi kann standast av at vera á hotellinum, tí minsta kravið er, at fólk kenna seg púra trygg at vera á hotellinum.
Fyri at beina allan ótryggleika av vegnum, gav landsstýrismaðurin tískil týsmorgunin umsitingini í trivnaðarmálaráðnum boð um at seta eina nevnd, sum skal kanna tær heilsuligu umstøðurnar á hotellinum.
Bill Justinussen leggur dent á, at talan skal vera um eina skjóttarbeiðandi nevnd, fyri at koma ótryggleikanum til lívs sum skjótast.
Hann sigur, m.a. at embætislæknin í Keypmannahavn hevur víst á, at svampurin, sum er á hotellinum er púra vandaleysur fyri fólk.
?Men er hetta ein spurningur, sum framvegis elvir til ampa, vil eg hava trupulleikarnar kannaðar av nýggjum av eini nevnd, har eisini føroyingar eru uppi í, tí tað kann ikki góðtakast, at fólk skulu hava minsta ampa av at vera á hotellinum.

Arbeiða alla tíðina
Hvat trupulleikunum við trivnaðinum á hotellinum viðvíkur, er tað hinvegin eitt mál, sum tey mugu arbeiða við alla tíðina, sigur Bill Justinussen.
? Men talan er um rættiliga umfatandi spurningar, sum tað tekur tíð at loysa og hóast ónøgd er við hotellið, fáa vit eisini at vita, at umstøðurnar á hesum hotellinum eru munandi betri enn á tí gamla.
Hann sigur, at ikki slepst undan, at umstøðurnar á Hotel Tórshavn vera samanbornar við umstøðurnar á tí danska sjúklingahotellinum og tað er onki yvir at dylja , at í tí samanberingini er tað føroyska sjúklingahotellið eftirbátur.
Tó ásannar hann, at trivnaðurin hevur rættiliga stóran týdning á einum sjúklingahotelli og hann sigur, at arbeitt verður við málinum, men enn er ongin niðurstøða tikin um, hvat kann gerast.
Hinvegin vísir hann eisini á, at tað er ein spurningur, hvat vit kunnu gera við tí fíggjarliga karmi, vit hava , tí tað slepst heldur ikki undan, at útreiðslurnar til serviðgerð uttanlands er vaksin ómetaliga nógv seinastu árini og hon er nú uppi á 80 milliónum um árið- hóast hann ikki heldur, at sjúka kann gerast upp í pengum.
?Tað vil so aftur siga, at hóast mett var, at hetta nýggja hotellið nøktaði tørvin, tá ið tað varð leigað, er tað ikki vist, at tað nøktar tørvin nú.
Vit spurdu eisini landsstýrismannin, um talan ikki var um vánaliga tilrættislegging, um tað er so, at hotellið longu blivið ov lítið eftir bara trimum árum.
Men hann vil ikki gera viðmerkingar til tað, sum er gjørt, men hann sigur, at nýggir viðgerðarhættir hava ført við sær, at rættiliga nógv fleiri føroyingar verða sendir niður nú, enn tað vóru fyri bara nøkrum fáum árum síðani.
Ein spurningur, sum hevur verið leyðsliga umrøddur, er at leiga eina hædd afturat í sama húsið fyri at gera hotellið størri.
?Men er húsið í ringum standi, og umstøðurnar annars vánaligar, er tað ongin loysn at bara at gera hotellið størri. Hinvegin liggur hotellið sera væl fyri og tað hevur esini týdningfyri trivnaðin, so har eru ymisk viðurskifti at seta upp ímóti hvørjum øðrum og enn er ongin niðurstøða, sigur Bill Justinussen.