Eg velji Føroyar ella Tykta tann, tú elskar

Grækarismessurøða 16.3.14:

 

Góðu tit. Eg fari í dag at tosa eitt sindur um grenj, eitt sindur um arbeiði og eitt sindur um veðrið.

 

Í mínum starvi eri eg við til at forma eitt átak, sum eitur “Vit velja Føroyar”. Endamálið er við tíðini at broyta kjakið og retorikkin í Føroyum og um Føroyar frá tí negativa og niðurbrótandi, sum vit eru von við, til at vera meira positivt. Grundsjónarmiðið er, at vit skulu tíma betur at búgva her. Og tá vit ikki baktala okkum sjálv alla tíðina, so fara vit at kunna draga fólk til okkara. Vit hava lætt við at gloyma, hvussu gott vit í grundini hava tað, og at okkara trupulleikar ofta eru luksustrupulleikar. Alt, sum er galið, kunnu vit gera okkurt við. Alt, undantikið veðrið, kunnu vit gera nakað við.

 

Fyri nógvum árum síðani hoyrdi eg ein eldri mann siga, at “í Føroyum er veðrið altíð gott”. Eg havi neyvan verið meira enn 14 ár tá, og eg minnist hetta enn. Eg helt tá, at tað var undarligt, ella at maðurin kanska var blivin eitt sindur heilavaskaður. Tað hugsaði eg tá.

 

Men hvat nú, um tað passar? Hvat nú, um tað er ein orsøk til at veðrið er, sum tað er? Tað kann saktans vera ov lýtt um veturin og ov turt um summarið. Spyr bara tey, sum hava við seyð at gera. Alt hevur eina meining. 

 

Aftur til mítt arbeiði. Eg arbeiði við branding, og branding snýr seg um uppfatan – og uppfatan og virði fylgjast. Um vit nú lærdu okkum - bara til stuttleika - at síggja tær positivu síðurnar av hesum lortaveðrinum, sum vit hava havt longur, enn eg minnist? Tað ger í øllum førum tað, at tað skal minni til, fyri at eg sigi: “Fínt veður í dag”. Og eg royki kanska eitt pinkulítið sindur minni, tí tað er ikki út farandi. Tvey positiv ting beint har.

 

Veðrið í Føroyum eigur at vera hart. Tað er tað, sum ger okkum so tolin og so treisk, sum vit eru. Um veðrið var mildari í Føroyum, so høvdu vit føroyingar verið eitt heilt annað fólkaslag.

 

Nú skal eg ikki vera so frelstur, men hetta vísir, at um vit skifta sjónarhorn eitt sindur, so broytist uppfatanin tilsvarandi. Veðrið er nett tað sama, men vit eru glaðari fyri tað. Snilt, snilt.

 

Einki glansbílæt

Men at síggja møguleikarnar og tær góðu síðurnar merkir tó ikki, at vit skulu seta kikaran fyri blinda eygað. Tað er ikki tað, sum er meiningin. Tað snýr seg ikki um at mála glansbíløt ella at káva útyvir. Tað hava vit fólk til.

 

Tað, sum hetta merkir, er, at vit halda, at her er nakað, sum er vert at byggja á. At vit vilja flyta ting, og at vit vilja gera tað betri.

 

Tí vit kunnu skjótt vera samd um, at tingini eru ikki perfekt. Øll hava tað ikki gott, øll vera ikki vird og tær ymsu skipanirnar her í samfelagnum virka ikki altíð nóg væl. Her er pláss til bata. 

 

At man kann staðfesta, at alt er ikki, sum tað eigur, er eitt. Men avgerandi munurin er, hvat vit gera við hesa vitanina. Brúka vit hana til at byggja upp við ella til at bróta niður við? Skal hendan vitanin vera ein sjálvuppfyllandi profeti, ella skal hon brúkast sum ein kravfesting ella ein ætlan fyri framtíðina? 

 

Grenj er ikki bara grenj

Sum eg síggi tað, kann grenj býtast upp í tvey sløg.

 

Tað fyrsta slagið ljóðar soleiðis: Typiskt føroyskt. Altíð eru føroyingar so og so. 

 

Tað er nakað undarligt nakað. Føroyingar umtala ofta seg sjálvar í 3. persóni – og har gjørdi eg tað aftur. Føroyingar “teir”. Føroyingar teir. Sum um vit standa uttanfyri og eygleiða. Føroyingar eru ikki nøkur onnur fólk! Føroyingar, tað eru vit. Annars taka vit frástøðu frá okkum sjálvum. Tað svarar til at eg skal royna at broyta upp á norðmenn ella svenskarar. Ella danskarar, og tað ber jú ikki til.

 

Hetta slagið av grenji flytur einki og sannførir ongan. Jú, tað styrkir tey, sum hava trúnna frammanundan, og dýpir skotgrøvirnar. Men eingi hjørtu verða vunnin, og eingin kemur við. Tey, sum borðreiða við hesum slagi av kritikki, eru dulnevnd huldufólk í lesarabrøvum, snottforkelaðir vælferðarnarkomanar og kanska okkurt hissini punkorkestur. Men punkorkestrið hevur undantaksloyvi, tí punkorkestur skulu ikki spæla eftir reglunum.

 

Hitt slagið av grenji hevur ein heilt annan karakter. Hetta er so nógv øðrvísi, at tað kann ikki eingang kallast grenj. Hetta er, tá vit standa mitt í rokanum og siga: “Her er okkurt galið. Komið og gerið okkurt við tað!” Tað ber væl til. Hygg bara at hugburðsbroytingini viðvíðkandi okkara brøðrum og systrum, sum hava eina aðra kynsliga sannføring enn vit flestu. Tey hava fatur á rætta endanum. Tey siga ikki tit ella teir. Tey siga vit. Her eygleiða vit ikki onkran annan stríða sítt stríð, men vit taka lut og stríðast við teimum. Og sjálvandi er tað fyri teirra skuld, at vit taka lut. Men ikki bara. Tað er minst líka nógv fyri okkara egnu skuld, at vit stuðla teimum. 

 

Eitt forpoppað sitat úr bíbliuni er, at tann, man elskar, tyktar man. Og soleiðis havi eg tað við hesum samfelagnum. Eg kann saktans kritisera og brúka munn. Men ikki tí, at alt er skræpa. Men tí at ting eru til at broyta. Tí Føroyar eru eitt felags prosjekt. Og ting flyta seg skjótari, enn vit halda. Føroyar eru ungar og enn í gerð. Sum dømi kann eg minna á, at stýrisskipaninarlógin, sum øll okkara politiska skipan arbeiðir undir, er yngri enn eg. Okkara politiska skipan er faktiskt bara helvtina so gomul sum eg. Og eg eri røttumegin fjøruti. So er tað ikki undarligt, at tað onkuntíð kann tykjast sum ein barnagarður, ella at evnini, sum verða viðgjørd, ikki hóska í tign til eitt ting. Tí enn eru siðvenjurnar ikki komnar upp á pláss. Tingini eru als ikki so inngrógvin og niðurbundin, sum vit onkuntíð halda tey vera.

 

Vit eru heppin at hava árstíðir, sigur frúan. Her er munur á summari, vetri, heysti og vári. Og várið er tað, sum vit hátíðarhalda í dag. Ein nýggj byrjan, ein endurføðing.

 

Og í hesum fráflytingartíðum er tað áhugavert at tjóðfuglur okkara er ein flytifuglur, sum fer til heitari lond, so skjótt sum tað verður kaldari enn fimm stig. Er tað har, vit eru? Ókey, tjøldur, nú verður tað lekkurt aftur, nú kunnu tit koma. Akkurát sum útisetarnir, sum vit viðhvørt tykjast at skula lefla fyri. Kom heim, so skulu vit gera tað líka lekkurt sum í Danmark. Tvætl og vrøvl. Sleppið tykkum heim og gerið tykkara part. Vit hava brúk fyri tykkara kreftum, orku og hugskotum. Tað er her, tit gera mun. 

 

Føroyska várið 

Benjamin Franklin eigur orðini “einki her í verð er fyri vist, undantikið deyðin og skattur”. Tó er eitt afturat. Tí líka mikið, hvussu langur, vátur og kaldur veturin er, so kemur várið. Seinasta hósdag, í einum húsi her í grannalagnum, eydnaðist tað monnum at útseta várið. Og eg undirstriki orðið útseta. Tí tað er ikki steðgað, tað er bara útsett. Tí tað er vist, at føroyska várið kemur. 

 

Og gandaárið 2015 er beint har í havsbrúnni. Og í 2015 kunnu vit telja, at vit hava havt 7 moðin ár. Og vit kenna ramsuna. Eftir 7 moðin ár koma 7 feit ár.

 

Vit hava evnini, amboðini og møguleikan at broyta tað, sum vit halda skal broytast. Tey, sum vit hava valt at bestemma okkara vegna, eru til at fáa fatur á. Og leggið til merkis, tey bestemma vegna okkum, ikki fyri okkum. Har er stórur munur á. Hesi fólkini hava meyladressur, tey standa í telefonbókini, og kanska standa nøkur teirra millum okkum her í dag. Vit hava allar møguleikar at fylkjast, og vit sleppa øll fram at mikrofonini, um vit vilja. 

 

Okkara samfelag broytist til tað betra, skjótari enn vit geva okkum far um. Tað er okkara uppgáva at kritisera konstruktivt og virka fyri at fremja tær broytingarnar, sum vit vilja hava framdar. Taka vit sakina í egnar hendur, so seta vit sjálv ferðina. Vit hava onga grund til at bíða eftir, at onkur ger tað fyri okkum. Várið kemur, um vit vilja tað ella ei, og vit gera sjálv av, hvat vit halda um veðrið.

 

Og við hesum orðunum vil eg kunngera, at føroyska várið byrjar … nú!

 

 

Niels Arge Galán