Kvinnuflogbóltur
Tríggir dystir eru á skránni í bestu kvinnudeildini í flogbólti. Og sum vera man, so er størsti spenningurin um, hvussu tað fer at tørvna út, tá TB og ÍF skulu takast. Seinast liðini hittust var í steypafinaluni, go møguliga kann dysturin gera, at TB nú fær sálarliga yvirtakið, sum ÍF annars tóktist at hava við trimum sigrinum í landskappingini.
Á heimavølli fær TB vanliga góðan stuðul frá áskoðarunum, og sum støðan er, so kann einki annað enn ein sigur brúkast, um FM-gullið skal endurvinnast.
Hjá ÍF nýtist eitt tap ikki at merkja eitt farvæl til FM-møguleikan. Í øllum førum ikki, um talan verður um fimm-settara. Eitt 3-1 ella 3-0 tap vil í øllum førum viðføra, at tær úr Fuglafirði mugu bíða eftir, hvussu úrslitini í hinum dystunum hjá TB laga seg, og tí er heldur einki at ivast í, at eisini tær fara eftir sigrinum.
Spennandi verður tað í øllum førum.
Bara æran eftir
Hjá Drátti og Fleyr er bara æran eftir at spæla um. Hesi liðini hava einki at gera í stríðnum um gullið í deildini. Dráttur liggur soleiðis fyri, at metallið er rokið, og Fleyr hevur havt eitt kappingarár, ið best fer í gloymibókina ongantíð ov skjótt.
Mjølnir kann fáa oddasessin
Hjá Mjølni skuldi uppgávan verið yvirkomulig hetta vikuskiftið. Eftir tapið fyri ÍF seinasta leikumfar reyk oddasessurin tvørtur um Leirvíksfjørð, men tað kann broytast, um so er, at TB hevur eins gott tak á ÍF sum í steypafinaluni og vinnur tann dystin. Endin á kappingarárinum hevur sjáldan verið so spennandi sum í ár.