royndi tó alla tíð at hanga í Fleyr í fyrsta setti, men at enda vann Fleyr 25-23. Í øðrum setti var gongdin á leið tann sama. Aftur var Fleyr betra liðið, men hesa ferð megnaði Mjølnir ikki at fylgja so væl [...] Tað var eisini Fleyr, sum legði betur út í dystinum. Munurin var ikki tann stóri í fyrsta setti, men spælararnir hjá Fleyr tóktust vera meir klárir. Álopið koyrdi betur, og so løgdu tær eisini stórt trýst [...] hetta gjørdi, at tær eisini vunnu annað sett. Úrslitið gjørdist 25-18. Nú sá ikki gott út hjá Mjølni, men brádliga raknaðu tær við. Í triðja setti var tað Mjølnir, sum var oman á. Nú fingu tær glið á spælið
cover-løgum, sum Jógvan hevur sungið í X-factor, men sum hann tekur til, so er hetta kortini ein fløga við hansara navni á. Nøkur skrá er enn ikki løgd, men lítið er at ivast í, at talan verður um nógvar [...] spurningurin frá ymiskum miðlum, umframt at hann eisini hevur verið í beinleiðis sjón- og útvarpi. Men hóast møðina, so skerst ikki burtur, at hann er fegin um sigurin. - Hetta er jú nakað, sum opnar eina [...] eina rúgvu av møguleikum hjá mær. Komandi dagarnar skal eg í studio at spæla eina fløgu inn, men hvat annað stendur fyri framman, havi eg ikki reiðiliga gjørt mær nakað yvirlit yvir enn. Fløgan, sum nú
politisku framtíðina. - Í løtuni taki eg tað róligt. Nógv verður sjálvandi tosað, men eg havi ikki tikið nakra støðu enn. Men tað er væl rætt, at tað finst meiri enn tann eini møguleikin, tá tað kemur til [...] sviðusoð. Vit royndu at fáa orðið á Jóhan Petersen, formann fyri valfelagnum Samhald í Eysturoynni, men tað eydnaðist okkum ikki áðrenn evstamark blaðsins. Hinvegin fingu vit fatur á Rodmundi, og spurdu [...] róligt - Eg havi onga støðu tikið til nakað sum helst enn. Í løtuni er tað virkið, ið upptekur meg, men tað er sjálvandi long tíð til januar mánaða og løgtingsvalið, sigur Rodmund Nielsen. Hann vísir á,
við fisk hósdagar nógv verri, tí Smyril skal sigla fyrr av Tvøroyri. Men tað er ein broyting, sum Suðuroyingar ikki eru fegnir um. Men enn er ongin endalig avgerð tikin um, hvussu verður við ferðaætlanini [...] økja um túratalið hjá Smyrli. Í løtuni siglur Smyril 14 ferðir ímillum Suðuroy og Havnina um vikuna, men tað liggur í kortinum at hann nú skal sigla 17 ferðir ímillum. Sostat fær hann tríggjar túrar afturat [...] lóg, at Smyril skal liggja í Suðuroy um næturnar, so at hann kann sigla norður eftir um morgunin. Men eftir tí, sum nú liggur í kortunum, kann tað koma upp á tal at hann skal liggja onkra nátt í Havn og
in at lækka 25 prosent. Men fyri tey, sum hava árshald, lækka prísirnir 10%. Príslækkingin er eitt úrslit av øktari ferðslu, lægri kostnaði og eini játtan á fíggjarlógini. Men verður almenni stuðulin til [...] eykaavslátturi. Men nú skulu so afturfyri avgreiðslugjøld gjaldast fyri ávísar tænastur, so sum at flyta kubba ímillum bilar fyribils og fyri at avgreiða túrar hjá bilum, sum hava hald, men hava koyrt við [...] millum bilar verður 250 krónur. Avgreiðslugjald fyri avgreiðslu av túrum hjá bilum, sum hava hald, men hava koyrt uttan kubba, ella har haldið hevur verið í eftirstøðu, verður sett til 50 krónur. Avgre
vera við. Men tað eru nú eisini onnur ting, sum draga. Í Neistanum er tað øllum førum FM-stríðið, sum liggur fremst í huganum í løtuni, og bara tað í sjálvum sær er nóg mikið at stremba eftir. Men hetta er [...] til tær einstøku. Men her og nú tykist hetta tó ikkiv vera nakað, sum Unn hugsar um. Verður hugsað um mítt pláss, so verða tað helst Heidi Maria og eg, sum koma at kappast á hesum. Men akkurát tann kappingin [...] úrslitini, sum liðið fekk fyri tveimum árum síðani, so er spenningurin um ferðina sjálvandi stórur. Men tað haldi eg nú eisini, at hann er hjá teimum, sum vóru við fyri tveimum árum síðani. Tær vilja sjálvandi
hildin í Leikalund, sum heldur til í gomlu handilshúsunum úti í Klaksvík. Umhvørvið er heilt serstakt, men tað er eisini hugnaligt og væl egnað til talvkappingar. Hetta eru sera hugnalig høli at telva í, og [...] heitið, sum hann vann sær í kappingini í fjør. Húsini liggur mitt í býnum, og bilar koyra fram við, men tað fer ikki at órógva okkum. Tá ið vit sita frammanfyri talvborðinum, so er tað talvið, sum vit hugsa [...] sær IM-norm. Hetta er ein góð og sterk kapping, har føroyingarnir hava kjansin at vinna sær IM-norm, men teir vita, at teir skulu framvið teimum útlendsku telvarunum, og teir eru ikki lættir at syfta, sigur
miðskeiðis í Meksikanska Flógvanum, men aðrar útrokningar siga, at hon verður í flokki fýra. Tað er ikki óhugsandi, at hon fer at bera við land á New Orleans-leiðini, men tað er mest sannlíkt, at hon fer [...] Meksikanska Flógvan, har sjógvurin er rættiliga heitur. Eins og "Rita" bar "Katrina" fyrst við Florida, men tá var hon ein av teimum veiku ódnunum. Uppi yvir Meksikanska Flógvanum menti hon seg til eina av teimum [...] og fólk eru ikki sloppin til hús enn. - Vit kunnu ikki siga, at "Rita" er eitt avrit av "Katrinu", men tær líkjast nógv, og munurin er ikki stórur, segði Frank Lapore á amerikonsku veðurstovuni í gjár.
handlunum er lætt at fáa fatur á tí nýggjasta tilfarinum. Men spyrt tú eftir tí gamla tilfarinum, so er tað langt síðani útgingið hjá teimum, sigur hann. Men í Music og Movies ber til at finna tær gomlu fløgurnar [...] eg funnið fleiri fløgur, sum eg havi leitað leingi eftir. Eg hevði faktist uppgivið at finna tær, men her hjá Jepser, her fann eg tær. Ein av fyrst kundunum í handlinum Music og Movies var Vár í Gong. [...] hevði eisini leingi leitað eftir eini ávísari gamlari fløgu við Deff Leppard. Higartil uttan úrslit, men í nýggja handlinum fann hann júst hesa fløguna. Jesper hevur fingið samband við góðar leverandørar
mong mannalív ódnin "Katrina" hevur kravt, men eingin er í iva um, at talan er um fleiri túsund. Í gjár var tað almenna talið í New Orleans framvegis 59, men amerikanski heilsumálaráðharrin, Michael Leavitt [...] túsund. Borgarstjórin í New Orleans, Ray Nagin, sigur tað sama. Spyr ikki meg, hvussu mong eru deyð. Men vit kunnu hyggja at tølunum. 500.000 fólk vóru í býnum. 80 prosent vórðu flutt burtur. Næstan 50.000 [...] við CNN gjáranáttina. Bjargingarliðini siga, at tey flestu, sum eru deyð, eru eldri og sjúk fólk, men at minst trý pinkubørn doyðu inni í ítróttarhøllini Superdome, har nógv túsund fólk leitaðu sær skjól