Hjá teimum flestu verður tað nú 25 prosent bíligari at koyra í teimum báðum undirsjóvartunlum Frá mánadegnum 4. juni, fara flestu prísirnir fyri at koyra gjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin at lækka 25 prosent.
Men fyri tey, sum hava árshald, lækka prísirnir 10%.
Príslækkingin er eitt úrslit av øktari ferðslu, lægri kostnaði og eini játtan á fíggjarlógini.
Men verður almenni stuðulin til rakstur tikin av á næstu fíggjarlóg, verður neyðugt at endurskoða prísirnar aftur í 2008
Felagið sigur, at ferðslan hevur verið javnt vaksandi í báðum tunlunum. Tað gevur grundarlag fyri at lækka prísin fyri allar bólkar uttan árshaldini, ið ikki fáa hendan avsláttur. Samstundis hevur landið samtykt at rinda fyri tekniska raksturin av tunlunum, og tað gevur grundarlag fyri einum eykaavslátturi.
Men nú skulu so afturfyri avgreiðslugjøld gjaldast fyri ávísar tænastur, so sum at flyta kubba
ímillum bilar fyribils og fyri at avgreiða túrar hjá bilum, sum hava hald, men hava koyrt við ongum kubba, ella har haldið hevur verið í eftirstøðu.
Avslátturin er sjálvvirkandi galdandi fyri tey, ið hava hald frammanundan, soleiðis at minni verður tikið fyri hvønn túrin, eftir at prísurin er lækkaður. Hetta svarar til, at fyri hvørjar 4 túrar, ið vóru eftir á kontuni, verður 1 túrur lagdur afturat.
Prísurin lækkar, soleiðis at gjaldið fyri persónbilar verður 130 krónur afturímóti mun 170 krónum áður.
Gjaldið fyri bilar millum 6 og 12,5 metrar, verður nú 350 krónur afturímóti 470 krónum áður og gjaldið fyri bilar omanfyri 12,5 m verður nú 530 krónur afturímóti 700 krónum áður.
Árshald kosta hereftir 900 kr um mánaðin afturímóti 1000 krónum áður.
Mánaðaravslátturin verður samsvarandi minkaður til 400 kr um mánaðin.
Avgreiðslugjald fyri fyribilsflyting av kubba millum bilar verður 250 krónur.
Avgreiðslugjald fyri avgreiðslu av túrum hjá bilum, sum hava hald, men hava koyrt uttan kubba, ella har haldið hevur verið í eftirstøðu, verður sett til 50 krónur.
Avgreiðslugjald fyri kontuavrit og túrútskrift verður sett til 15 krónur.










