Eg havi ein luksus-trupulleika

Jógvan Hansen skal komandi vikurnar fáa nógvan tónleik at sampakka við gerandisdagin, har hann er við til at reka størstu hárfríðkanarstovuna í Reykjavík - Eg dugi slettis ikki at greiða frá, hvat eg hugsaði, tá vinnarin varð kunngjørdur. Tað var púrasta óveruligt.

Soleiðis sigur Jógvan Hansen, sum í gjárkvøldið vann X-factor kappingina á íslendsku Støð2.

Sigurin ber við sær, at tað var ein nakað moyrur Jógvan, sum í dag skal svara spurningurin frá ymiskum miðlum, umframt at hann eisini hevur verið í beinleiðis sjón- og útvarpi.

Men hóast møðina, so skerst ikki burtur, at hann er fegin um sigurin.

- Hetta er jú nakað, sum opnar eina rúgvu av møguleikum hjá mær. Komandi dagarnar skal eg í studio at spæla eina fløgu inn, men hvat annað stendur fyri framman, havi eg ikki reiðiliga gjørt mær nakað yvirlit yvir enn.

Fløgan, sum nú verður spæld inn, verður fyri tað mesta við cover-løgum, sum Jógvan hevur sungið í X-factor, men sum hann tekur til, so er hetta kortini ein fløga við hansara navni á.

Nøkur skrá er enn ikki løgd, men lítið er at ivast í, at talan verður um nógvar framførslur á palli komandi tíðina.

- Tað rokni eg bara við, men eg veit tað slettis ikki. Tað veldst so sjálvandi eisini um, hvussu eftirspurningurin verður. Samstundis gevur tað mær tó ein trupulleika av tí góða slagnum. Saman við tveimum øðrum havi eg fyri stuttum latið upp hárfríðkanarstovu, og har eri eg fult bókaður komandi tvær vikurnar. Tíbetur hava kundarnir verið sera blíðir, tá eg fleiri ferðir havi útsett klippingar seinastu vikurnar, og tað vóni eg, at tey eisini verða frameftir. Og tað rokni eg eisini við. Íslendingar eru sum heild framúr fryntligir - ikki minst, tá tú ert føroyingur. Nakað sum eg eisini havi merkt á pallinum, har tað ongan tíð er follið eitt tað einasta skeivt orð um, at eg ikki eri íslendingur, sigur Jógvan.