Eingin veit, hvussu mong mannalív ódnin "Katrina" hevur kravt, men eingin er í iva um, at talan er um fleiri túsund.
Í gjár var tað almenna talið í New Orleans framvegis 59, men amerikanski heilsumálaráðharrin, Michael Leavitt, viðgekk fyri CNN, at tað veruliga talið er nógv størri og ivaleyst fleiri túsund.
Borgarstjórin í New Orleans, Ray Nagin, sigur tað sama.
Spyr ikki meg, hvussu mong eru deyð. Men vit kunnu hyggja at tølunum. 500.000 fólk vóru í býnum. 80 prosent vórðu flutt burtur. Næstan 50.000 leitaðu sær skjól ymsastaðni. Sostatt eru millum 50.000 og 60.000 eftir. Hvussu mong teirra eru deyð? Eg veit ikki. Kanska 5 prosent, kanska 10 prosent ella kanska 20 prosent. Tey eru í hvussu er mong í tali, segði borgarstjórin við CNN gjáranáttina.
Bjargingarliðini siga, at tey flestu, sum eru deyð, eru eldri og sjúk fólk, men at minst trý pinkubørn doyðu inni í ítróttarhøllini Superdome, har nógv túsund fólk leitaðu sær skjól undan ódnini. Fólk, sum vórðu flutt úr Superdome sunnudagin, greiddu frá, at tey høvdu sæð fleiri lík inni í teirri risastóru høllini.
Bjargingarliðini siga, at arbeiðið er ótespiligt og óhugnaligt. So hvørt sum vatnið fjarar í gøtum og kjallarum, koma lík undan kavi. Tey verða tikin upp fyri at avmarka vandan fyri umfarssjúkum.
Hvassar atfinningar
So hvørt sum talið á deyðum veksur, harðna atfinningarnar at myndugleikunum. Millum annað fýlast fólk á, at tað gingu fleiri fagar, áðrenn forsetin gav sær stundir til at virja vanlukkuøkið. Onnur fýlast á, at tað tók myndugleik-unum fimm samdøgur at útvega teimum neyðstøddu í einum amerikonskum stórbýi mat, vatn og heilivág.
Amerikonsku fjølmiðlarnir hava lagt størri dent á ta vantandi tilbúgvingina, og teir hava eisini gjørt nógv burturúr, at stjórnin skarvaði av játtanini, sum var ætlað at bøta um byrgingarnar við Meksikanska Flógvan. Herfyri bað kreppueftirlitið FEMA um meiri pengar til at styrkja byrgingarnar kring New Orleans, tí serfrøðingar høvdu sagt, at byrgingarnar við býin fóru ikki at halda, kom ein hørð ódn tann vegin. Men stjórnin segði nei.