Nú skal Smyril hava nýggja ferðaætlan.
Tá ið fíggjarlógin varð samtykt, fekk Strandferðslan fimm millónir eyka, sum skulu brúkast til at økja um túratalið hjá Smyrli.
Í løtuni siglur Smyril 14 ferðir ímillum Suðuroy og Havnina um vikuna, men tað liggur í kortinum at hann nú skal sigla 17 ferðir ímillum. Sostat fær hann tríggjar túrar afturat um vikuna.
Ætlanin er, at hann skal byrja at sigla eftir nýggju ferðaætlaninini í næsta mánaði og í løtuni verður arbeitt við at leggja ferðaætlanina.
Eitt uppskot til nýggja ferðaætlan er í løtuni til ummælis hjá ferðavinnu og vinnulívi í Suðuroy.
Og eftir tí, sum skilst, kann talan gerast um rættiliga kollveltandi broytingar.
Higartil hevur tað næstan verið óskrivað lóg, at Smyril skal liggja í Suðuroy um næturnar, so at hann kann sigla norður eftir um morgunin.
Men eftir tí, sum nú liggur í kortunum, kann tað koma upp á tal at hann skal liggja onkra nátt í Havn og sigla til Suðuroyar tíðliga á morgni, so at suðuroyingar ikki altíð skulu noyðast so tíðliga upp.
Eitt hevur verið tosað um, at hetta skal vera galdandi um vikuskiftið, so at børn og vaksin í Suðuroy, sum skulu norðureftir til Ítrótt og annað, ikki altíð skulu upp á hálvari nátt fyri at sleppa við Smyrli.
Men eftir hesum leistinum fer tað so eisini at bera til hjá ymsum veitarum norðanfjørðs at fáa ein langan dag í Suðuroy til arbeiðis, uttan at verða noyddir at gista.
Og tað halda summi er ein fyrimunir, tí sum er, kann tað vera torført at fáa reparatørar av ymsum slagi suður, tí teir skulu næstan altíð gista.
Ein onnur broyting, sum hugsað hevur verið um, fer, at gera umstøðurnar hjá fiskavirkjum í Suðuroy at sleppa av við fisk hósdagar nógv verri, tí Smyril skal sigla fyrr av Tvøroyri.
Men tað er ein broyting, sum Suðuroyingar ikki eru fegnir um.
Men enn er ongin endalig avgerð tikin um, hvussu verður við ferðaætlanini.