Fríggjadagin byrjaði Klaksvík International talvkappingin, og hesaferð eru tríggir føroyskir telvarar og tríggir norðurlendingar við í kappingini.
Sum nakað nýtt verður talvkappingin hildin í Leikalund, sum heldur til í gomlu handilshúsunum úti í Klaksvík. Umhvørvið er heilt serstakt, men tað er eisini hugnaligt og væl egnað til talvkappingar.
Hetta eru sera hugnalig høli at telva í, og hetta er eitt sindur øðrvísi enn tað, sum vit eru vanir við, sigur Jens Ove Friis Nielsen, sum í ár skal verja heitið, sum hann vann sær í kappingini í fjør.
Húsini liggur mitt í býnum, og bilar koyra fram við, men tað fer ikki at órógva okkum. Tá ið vit sita frammanfyri talvborðinum, so er tað talvið, sum vit hugsa um, og so kundu vit í grundini næstan verið á mánanum, sigur hann.
Sterk mótstøða
Umframt danska altjóða meistaran verða eisini tveir aðrir sterkir norðurlendskir telvarar við í kappingini. Johan Eriksson úr Svøríki, sum vann kappingina fyrraárið, er við aftur í ár, og norðmaðurin Eirik Gullaksen er somuleiðis komin til Klaksvíkar at telva.
Felags fyri teir tríggjar útlendsku telvararnar er, at teir eru allir altjóða meistarar, og tað ikki bara styrkir kappingina í Klaksvík, tað gevur eisini føroyingunum møguleikan at vinna sær IM-norm.
Hetta er ein góð og sterk kapping, har føroyingarnir hava kjansin at vinna sær IM-norm, men teir vita, at teir skulu framvið teimum útlendsku telvarunum, og teir eru ikki lættir at syfta, sigur Rani Nolsøe, sum skipar fyri kappingini.
Varðar eina viku
Telvað verður allar dagarnar fram til næsta leygardag, og tað verður telvað allar dagar kl. 14.00. Í dag eru tó tvey talv á skránni.
Fólk kunnu støkka inn á gólvið í Leikalund at fylgja kappingini, men tað ber eisini til at fylgja við á netinum. Á heimasíðuni hjá talvsambandinum er live-dekningur av Klaksvík International 2005.
Í grundini eru teir flestu áskoðararnir als ikki til staðar í Klaksvík, men vit hava fleiri hundrað fólk, sum fylgja við á netinum, sigur Rani Nolsøe.