hjá bretum, tá er væl ikki nógv annað at gera enn at fara inn í eina politiska samráðing sum samtíðis er seinasti útvegurin áðrenn ein fer til dómstólin. TAÐ verður áhugavert at síggja, hvat nýggja bretska [...] ÆTLANIN er so, at teir tríggir skulu hittast á fundi í London ella øðrum stað. ÁHEITAN løgmans kemur eftir drúgvar samráðingar í fleiri ár, sum enn einki endaligt úrslit hava givið. Kortini er nógv broytt [...] til málið. Um hon veruliga er sinnað at liva upp til setning sín undan valinum um , at Bretland ynskir at virða sínar grannar - skulu hesir somu grannar virða Bretland. NÚ er at vóna, at bretar vísa sín
aftur er broyttur fullkomiliga og aftur hevur fingið gamla innihaldið: at føroyingar hava alla skyldina sjálvir, at talan er um oysl og yvirforbrúk og at orsøkin til at støðan er so fræg sum hon er í Føroyum [...] um luftin er farin úr ballónini í Danmark - at vit føroyingar geva skarvin yvir. HER er ein bankakanning gjørd, og hon skal brúkast til nakað skilagott. Eru danir ikki sinnaðir til tess, so er tað so mikið [...] formaðurin í Fíggingargrunninum, sum annars er slektaður úr Bø og higartil hevur víst seg at hava eina føling við, hvat fyrigongur og bylgist í Føroyum, er okkara maður. Júst Knud Heinesen kann vera føroyski
halda tey, at bløðini kunnu brúkast sum teirra ?ruskspann?. Tað er rætt, at tað verður roynt at skilja tað ringasta frá, men hetta er ikki nøktandi í longdini. Ein menning av føroyskari pressu og harvið [...] hugsan uttan at skula ?útlevera? seg sjálvan er einasta høvið hjá tí meiniga manninum at kunna seta seg upp ímóti órættvísi, eru vit ikki samd. Uppá longri sikt er tað best fyri allar partar, at tann, sum [...] ærligt samfelag. Sigast kann um dulnevndan brævskrivara, at hann er feikur ikki at lata tann, ið hann leypir á, vita hvør hann sjálvur er. Tá hugsað verður um, hvussu ávísir persónar, bólkar ella entá
Danmarkar at samráðast uttan at hava eitt samt løgting aftanfyri seg er ógvuliga álvarsligt. Hetta átti fólkaflokkurin ikki at góðtikið. Hvar er Bjarni Djurholm? [...] egna fólki? EIN skuldi trúð, at løgmaður kendi seg illa við, at hann tók seg aftur og fjaldi seg. Men hvat ger hann. Jú nú dittar sami maður, sum segði seg frá sum samráðingarleiðara, tá óstóð, at proklamera [...] fyri at hava forplumrað málið. Og sjálvandi fær javnaðarflokkurin høvuðsábyrgdina. NEI. Fólkaflokkurin er partur av hesi sambandssku kabalu. Hann, sum tegir samtykkir, og fólkaflokkurin hevur valt at tiga
ðu eru so ógvuslig, at vit eru noydd til at steðga á og spyrja, hvat tað er fyri ein maður, sum hevur stýrt Føroyum hesi árini - og hvat tað eru fyri avgerðir og manglandi avgerðir hesin persónur hevur [...] seinastuni frá sínum egnu partamonnum, hava verið so harðar og víðgongdar, at er bara ein lítil partur av teimum veruleiki, so er greitt, at føroyska skútan kann ikki halda fram á leið síni við honum sum skipara [...] Olafsson. Slík avgerð løgmans er kanska eitt hitt besta dømið um, at løgmaður dugur ikki og vil ikki gera brúk av sínum bestu og mest kvalifiseraðu ráðgevum og kreftum. Er tað nakað, sum ikki hóvar honum
linjuna hjá fólkaflokkinum við ÓB á odda. Og hann legði dent á, at tað er ikki ÓB sum er formaður, men Anfinn Kallsberg. Rætt er tað, men hvussu ber tað so til, at ÓB sleppur at marknaðarføra fólkaflokkin [...] NÚ valið nærkast er rætt at seta kikaran á fólkaflokkin og hansara afturvendandi fríggjarí til sambandið. Er fólkaflokkurin ein sambandskur flokkur soleiðis sum Óli Breckmann hevur gjørt og vil gera hann [...] nýtir eitthvørt høvi til at toga og snara fólkaflokkin longur móti sambandinum. Tað er eingin loyna, at Óli Breckmann er sera sambandskur og sendingin í sjónvarpinum herfyri, har hann hálsfevndi sambandsflokkin
vánaligari og órættvísari avtalu. Er Jóannes Eidesgaard og hansara fólkatingsessur ein trumfur hjá Føroyum, eiga vit at brúka henda, er hann til okkara felags besta. Nú er umráðandi at forða løgmanni í at [...] hevur verið á fundi við Nyrup er stórt spell. Heldur áttu teir at virðismett støðu og leiklut hansara. Sjálvandi eigur ein føroyskur fólkatingsmaður at gera alt hann er mentur fyri at tala søk føroyinga [...] flokk hann hoyrir til. Tað skjal, sum Nyrup og Eidesgaard hava skrivað undir, er eitt sera týdningarmikið skjal, tí hetta er við til rudda slóð fyri teimum samráðingum, sum skulu vera millum Føroyar og
stór ónøgd er millum hansara egnu við hansara leiðslu í Tinganesi. Fyri okkum sær tað út til, at bridgespælarin Edmund Joensen hevur timað alt hetta væl. Hetta er ikki nakað, sum bráddliga er íkomið. Hann [...] Poul Nyrup Rasmussen og krevja fund sum skjótast. ENN ein trumfur løgmans er fyrningarfreistin. Tað er ikki av tilvild, at valið er útskrivað at vera sama dag, sum fyrningarfreistin í bankamálinum gongur [...] kortspælarin Edmund Joensen hevur hugsað sær ?forløbið?. Hann hevur bara gloymt, at tað hann er farin í holt við er einki minni enn ein russisk roulette, har bæði hann sjálvur, sambandsflokkurin og alt Føroya
landsstýrismenn fólkafloksins, so er tað kanska ikki so løgið, at hetta mátti henda. Nú er tað tó ikki orsakað av ósemjum við aðrar flokkar, at val verður útskrivað. Nú er egni flokkur løgmans orsøkin. Løgmaður [...] anini hevur løgmaður henda rætt, men spurningurin er, um ikki løgmaður hevur misbrúkt rættin til at skriva út nýval, tá orsøkin fyri at gera hetta, er innanhýsis stríð í sínum egna flokki. LØGMAÐUR sigur [...] innanhýsis stríði í sambandsflokkinum og at tveita Føroya fólk út í eitt nýval, tí ósemja er millum hansara egnu, er ábyrgdarleyst NÚ tað hevur leikað so hart á í Tinganesi í fleiri ár, har fyrst javnaða
uttanfyri. Hetta er ein møguleiki, sum ikki má undirmetast. MEN tað er ikki spurningurin, hvat hendir eftir eitt komandi løgtingsval, sum er mest áhugaverdur júst nú. Avgerandi spurningurin er, hvussu verður [...] borgarliga sambandsumboðið ikki longur er á fólkatingi. At tað so eisini er formaður floksins og komandi løgmansevnið Jóannes Eidesgaard, sum hevur vunnið henda sess, er ikki so lítið áhugavert. NÚ eigur ein [...] frá nú av til valið, so er greitt, at hann eisini tá kann koma í eina lyklastøðu. Formaðurin í flokkinum hevur lagt seg á eina meira sjálvstýrissinnaða leið, hvat vit halda er rætt. Men hann hevur um somu