varð og ikki, hendi so ikki meira enn tað, at eitt hús, sum skuldi brúkast til gott endamál, stóð og gapaði tómt í áravís. Síðan er so leiðari settur fyri sambýlinum, og seinni eisini starvsfólk, og gjørt [...] kom politikkur í málið soleiðis, at tveir landsstýrismenn við ávikavist almannamálum og heilsumálum ikki kundu smjast um, hvør skuldi varða av hesum einstaka málinum. Annar segði seg eiga húsið, og hin [...] átta starvsfólkunum eru tey flestu úr Vágum, men onkur er úr Havn og onkur úr Vestmanna, sigur hon. Talan er um fólk, sum hava útbúgving og royndir á økinum, sigur leiðarin. Hon sigur, at hesar fyrstu dagarnar
pass-kontrollið og út í forhøllina, kann túrurin veruliga byrja. Nakrir av okkara filippinsku vinum eru og taka ímóti okkum. Tey eru sera glað fyri at síggja okkum, tey syngja og dansa, og harumframt fáa [...] um demokrati, politikk og fakfelagsarbeiði, og fara aftur til bygdina hjá sær og læra bygdafólkið tað, tey hava lært. Flest teirra hava ikki nakra serliga skúlagongd, so at lesa og skriva fáa tey eisini [...] sjálvandi ábyrgd av heiminum og familjuni, men gera harumframt ymsar prýðislutir og sápur, sum tey selja, og peningurin fer til skúlan í bygdini. Menninir eru veiðimenn, og uppihalda familjuni. Landið við
har Sosialurin (og Fjúrtandi) vinstrumegin og Dagblaðið høgrumegin javnan vóru í opnum stríði. -Ert tú ímynd av politiskum stríðsmanni, ber illa til at vera rundur og hugnaligur í eygunum og oyrunum á fólki [...] áseyðaroyting, og tí fór hann í hitt borðið. Fyri at mótmæla pesjuta og politiskt regimenteraða 68-ættarliðum læt Óli seg í slips, skjúrtu og jakka, meðan hann las á universitetunum í Edinburgh og Bristol. Eftir [...] -Bretskir blaðmenn og blaðstjórar gingu vanliga við sloyfu . Hákun Djurhuus gjørdi tað eisini, og eg helt hon klæddi væl. So fá brúka hana, og enn færri duga at binda sloyfuknút. Sloyfan og sigarin gjørdist
POLITIKKUR Oftani verður sagt, at vinnulív og politikkur ikki ganga væl í hond. Jákup Suni Joensen, býráðslimur í Havn og fyrrverandi tingmaður, er bæði vinnulívsmaður og politikari. Men tað ætlar hann
skuldi halda gudstænastuna. Og líka síðani hevur hann gingið og hugsað eitt sindur um, hvat ólavsøkuprædikan skal snúgva seg um. ? Eg var við til ólavsøkugudstænastuna í fjør, og eg haldi, at føroyingar bakka [...] prestaútbúgving, og sum 58 ára gamal fekk hann sítt fyrsta embæti í Føroyum. Tann 10. juli í ár fylti hann 60 ár, og hann sær fram til 10 góð ár í prestayrkinum. Sambært honum sjálvum og konuni Onnu, hevur [...] Tað verður Mogens Tilsted Christensen, prestur í Norðurstreymoy, sum fer at halda ólavsøkuprædikuna í ár. ? Eg haldi, at tað er ógvuliga spennandi og avbjóðandi at skula halda ólavsøkuprædikuna, sigur
um Føroya Løgting nú tók støðu og kendi seg bundið at hesi støðu. Altjóða ábyrgd At virka fyri einum reinum og sunnum umhvørvi er bæði eitt gott lokalpolitiskt stig og eitt gott landspolitiskt stig, sum [...] virknan umhvørvispolitikk. Samgongan er samd um, at umhvørvispolitikkur og orkupolitikkur eigur at verða høgt raðfestur politikkur. Tí fylla uppgávurnar á umhvørvisøkinum meira í hesum samgonguskjalinum [...] álvarsom uppgáva tað er bæði fyri nútíðina og fyri okkara eftirkomarar, at virkað verður fyri einum reinum umhvørvi. Tí hevði tað verið eitt ógvuliga kærkomið og gott stig fyri føroyskan umhvørivspolitikk
betri og eitt tryggari samfelag - lata politikkin stutt og greitt snúgva seg um menniskjuni. Olof Palme segði m.a.: "Politikkur merkir, at vit finna saman til tess at loysa felags uppgávur. Politikkur merkir [...] m er stórur, og í samstarvi við kommunurnar verður arbeitt við at útvega fleiri pláss. Átta eldrasambýli og ellis- og røktarheim eru í gerð. Fimm av hesum verða eftir ætlan liðug í ár og trý næsta ár. [...] um, hvussu skjótt og væl tú kanst framleiða traditionellar vørur, men í størri og størri mun, hvussu skjótt og væl vinnan lagar seg til broyttar umstøður. Hetta krevur vitan, kapital og ikki minst dynamikk
stig longur og sigið, at vit í Vági ikki skulu leggja saman við nakrari komunu, vit eru líka nógv fólk í Vági sum samlaða fólkatalið í Sandoy er, og vit kunnu samstarva við hinar kommunurnar, og skal eg greiða [...] Eg meini, at Vágsbygd skuldi havt sín egna lækna, prest og osv. tí vit síggja skilið í dag, eingin prestur støðist, tí prestagjaldið er ov stórt, og eingin lækni støðast, tí arbeiðsbyran er alt ov stór, [...] arbeiðsloysið millum 5-8%), og reist Vágsbygd aftur eftir teirra leisti, nevniliga við at seta ein høgt mettan serfrøðing, sum hevur serkunleika og drúgvar royndir innan vinnulívið, og veit veruliga hvat vinnulívið
flestu klaksvíkingar. Gekk í barnaskúla og realskúla og fekk tíðliga áhuga fyri viðurskiftunum rundan um seg og í samfelagnum sum heild. Spældi hondbólt og var skóti, og hevði longu í realskúlatíðini urtagarð [...] fingið tvíburðarnar Sigrið og Gurið. Ásmundur og Rakul hava serligan áhuga fyri føroyskari útoyggjamentan. Harvið búðu tey saman við børnunum úti í Svínoy í eitt ár, og bæði í skrift og í talu hava tey gjørt [...] Ravnsfjall, Birni á Heygum og Tórbirni Jacobsen. Bú-felagsskapurin varð vanliga kallaður fyri "kollektivið í Varðagøtu", og her varð ein savningardepil fyri viðgongdar politiskar hugsanir. Og onkuntíð skrivaði
POLITIKKUR Í Gundadali vann andstøðan 6-4 móti samgonguni í fótbólti. Tá vóru ellivu móti ellivu á vøllinum. Á politiska stríðsvøllinum á Føroya løgtingi hevur samgongan 21 tingmenn, og andstøðan hevur [...] hevur bert ellivu í sínum parti. Alt annað líka eigur hetta at geva samgonguni ein fyrimun. Og so var eisini týsmorgunin, tá viðgerðin av løgmansrøðuni byrjaði. Teir 21 tingmenninir funnu til tíðir okkurt [...] fyri, at hveitibreyðsdagarnir ella hunangsmánaðurin hjá samgonguni var ikki meira enn akkurát liðugur. Og tað hevur kanska heldur ikki verið so nógv tíð at finna ósemjur. Tá 21 tingmenn eru so samdir, var