Ein vælkendur klaksvíkingur fyllir hálvthundrað ídag, mikudagin 4. august. Ásmundur Gudjónsson. Ásmundur hjá Stóra og Sigrið, sum norðoyingar vanliga plaga at kalla hann. Ímillum vinir hevur hann oftast verið sammettur við Jákup Sverra. Hetta kemst av hansara stóra áhuga fyri fiskifrøði og øllum tí sum í havinum livir, og bendir aftur á tíðina, tá ið hin navnframi fiskifrøðingurin Jákup Sverri Joensen var ímyndin av øllum, sum hevði við slík viðurskifti at gera í Føroyum.
Ásmundur vaks og mentist sum flestu klaksvíkingar. Gekk í barnaskúla og realskúla og fekk tíðliga áhuga fyri viðurskiftunum rundan um seg og í samfelagnum sum heild. Spældi hondbólt og var skóti, og hevði longu í realskúlatíðini urtagarð.
Eftir fólkaskúlan fór hann til skips, sum nógvir unglingar tá á døgum, og hann var við hina minniligu ferðina á vári í 1972, tá ið Kjølbro-trolarin "Sundaberg", fyrrverandi "Jóannes Fonsdal", gekk burtur á heimleið úr Nýfunnalandi. Tað munna vera mong sum hava hoyrt hin framúr góða sangin hjá Annfinni hjá Sigbjørg um ta ferðina, tá ið ein av stoltu skútunum á vánni ikki vann upp land aftur og sakk í Norðurhøvum við fullari last av saltfiski.
Av skipsdekkinum gekk leiðin til hægri nám. Í Hoydalar. Tá mett sum reiður fyri vinstrahallari rekrutering. Alt gekk sum eftir ánni. Hugaður sum altíð kom hann spælandi ígjøgnum studentatíðina, tó við ongum prógvi, tá ið hann saman við fleiri øðrum noktaði fyri, at skivliga uppgávan í lívfrøði varð umsett til danskt mál, áðrenn hon varð vigað.
Studentatíðina búði hann í einum kjallara uppi í Varðagøtu saman við m.a. Sámali Ravnsfjall, Birni á Heygum og Tórbirni Jacobsen. Bú-felagsskapurin varð vanliga kallaður fyri "kollektivið í Varðagøtu", og her varð ein savningardepil fyri viðgongdar politiskar hugsanir. Og onkuntíð skrivaði kollektivið lesarabrøv í bløðunum, sum gjørdu vart við støðuna hjá teimum, sum ikki livdu og sólaðu sær á lívsins sólsíðu. Frælsis- & kollveltingarhetjan Che Guevara stardi niður yvir bólið hjá Ásmundi, og haðani fór hann niður á flatlond at nema sær frøði í lívfrøðini og innan okkara høvuðsvinnu, fiskifrøðina.
Eisini í útlegd var hann virkin í politiskum felagsskapum. Orðið radikalur er ikki nøktandi, orðið revolutionerur er meira hóskandi. Men tað bleiv ikki politikkur, ið gjørdist hansara høvuðsáhugi. Tvørturímóti, biologiin, lívfrøðin, gjørdist hansara lívsleið. Liðugur sum fiskifrøðingur kom hann heimaftur og varð í 1984 starvssettur á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni sum deildarleiðari og ein av teimum, sum stóðu í fremstu røð.
At fáa feskari fisk á land var eitt av stóru áhugamálunum hjá honum. Tað var Ásmund, sum gekk undan, tá ið royndir við íssjógvi í kørum ella útróðrarprojekið umborð á eitt nú Háenni varð sett í verk, og tá ið løggildingin av føroyskum virkjum og skipum skuldi fáast undir land. Tað hevur kanska ikki altíð verið so spennandi at staðið sum vitameistari ímóti tí ómetaligu konservatismu, sum føroysk vinna meira enn nakað annað hevur útstrálað.
Skrásikkur og við dyggari barlast í ástøðini, sum hann hevði ognað sær á lærdum háskúlum, vann hann sær virðing og gjørdist við tíðini somikið pragmatiskur, at virkisleiðarar og skiparar, sum tíðin leið, fóru at dáma henda fryntliga klaks-víkingin.
Hann giftist Gunnvør Holm Jacobsen. Tey ættleiddu Monicu og Dánjal, sum Gunnvør, av illari sjúku, doyði frá í 1993. Seinni giftist hann við Rakul Petersen, sum í hjúnarlagið hevði við sær tríggjar dreingir: Elias, Helgi Daniel og Mathias. Síðani hava tey bæði fingið tvíburðarnar Sigrið og Gurið.
Ásmundur og Rakul hava serligan áhuga fyri føroyskari útoyggjamentan. Harvið búðu tey saman við børnunum úti í Svínoy í eitt ár, og bæði í skrift og í talu hava tey gjørt vart við ringu støðuna hjá útjaðaranum og víst á loysnir, sum kunna bjarga tí, ið er eftir av føroysku bygdamentanini.
Fyri tveimum árum síðani avgjørdi landsstýrið, at nakrir gransk-ingardeplar skuldu setast á stovn undir Fiskimálaráðnum. Áhugaður í gransking søkti Ásmundur starvið sum samskipari, og tað kom ikki óvart á nakran, sum kennir hann, at hann fekk hetta starvið. Alt kom væl í lag. Deplarnir liva sítt egna lív, men samskiparin fleyg úr reiðrinum, tá ið boð vóru eftir honum uttanlands. Norðurlendska Ráðharraráðið søkti eftir einum kapasiteti, sum kundi virka og ráðgeva um fiskifrøði og umhvørvi í Norðurhøvum, og Ásmundur varð 1. mars í ár settur í hetta starvið, sum hevur til húsa í umsitingini hjá ráðharraráðnum í Keypmannahavn. Tí er hann staddur í Danmørk, nú ið hann fer um hálvthundrað ára gáttina.
Vinmenn tínir í Føroyum heilsa tær av heilum hjarta.
sr, tj, báh