Ein prædika til allar føroyingar

Mogens Tilsted Christensen heldur ólavsøkugudstænastuna í ár. Hann sigur, at prædikan verður til allar føroyingar

Tað verður Mogens Tilsted Christensen, prestur í Norðurstreymoy, sum fer at halda ólavsøkuprædikuna í ár.
? Eg haldi, at tað er ógvuliga spennandi og avbjóðandi at skula halda ólavsøkuprædikuna, sigur Mogens Tilsted Christensen.
Hann hevur verið prestur í Føroyum í eitt ár nú. Sjálvur sigur hann, at tað er ein stór æra at sleppa at halda gudstænastuna á tjóðarhátíð okkara.

Til øll
? Prædikan verður til allar føroyingar. Løgtingið verður jú eisini sett á ólavsøku, so tað verður eisini okkurt við til tey, men fyrst og fremst verður tað til allar føroyingar, leggur presturin dent á, sum tó ikki vil avdúka ov nógv, áðrenn sjálva gudstænastuna.
Tað var longu í vár, hann fekk at vita, at tað gjørdist hann, ið skuldi halda gudstænastuna. Og líka síðani hevur hann gingið og hugsað eitt sindur um, hvat ólavsøkuprædikan skal snúgva seg um.
? Eg var við til ólavsøkugudstænastuna í fjør, og eg haldi, at føroyingar bakka ólavsøkuna ótrúliga væl upp. Ólavsøkan er ein kensluborin og ótrúliga vakur siður, heldur Mogens Tilsted Christensen.
Dagins tekst sjálvan ólavsøkudag eigur hann eisini at halda seg til, og tað er teksturin um hveitikornið, sum skal leggjast í jørðina at doyggja, áðrenn tað kann vaksa aftur og gerast til ein aks við nógvum kornum.
Mogens Tilsted Christensen er upprunaliga ættaður úr Viborg, Danmark, har hann í fleiri ár starvaðist sum ognarseljari. Hann fór síðani undir prestaútbúgving, og sum 58 ára gamal fekk hann sítt fyrsta embæti í Føroyum. Tann 10. juli í ár fylti hann 60 ár, og hann sær fram til 10 góð ár í prestayrkinum. Sambært honum sjálvum og konuni Onnu, hevur hann ungdómsanda og góða heilsu.