John Johannessen
tinglimur fyri Javnaðarflokkin
www.jokarin.com
???????????????
At landsstýrismaðurin í orkumálum hevur tikið ábyrgdina av orkuframleiðsluni og er farin í gongd við at gera eina elveitingarlóg er fyrsta fruktin av, at hendan samgongan fram um allar aðrar setti sær fyri at føra ein virknan umhvørvispolitikk.
Samgongan er samd um, at umhvørvispolitikkur og orkupolitikkur eigur at verða høgt raðfestur politikkur. Tí fylla uppgávurnar á umhvørvisøkinum meira í hesum samgonguskjalinum, enn tær hava gjørt hjá nakrari undanfarnarni samgongu.
Samtykkja eina ætlan
Men framvegis hava Føroyar ikki nakran beinleiðis umhvørvispolitikk samtyktan á Løgtingi, sum allir flokkar eru bundnir at. Orsøkin til hetta er helst tann, at føroyskir politikarar áður ikki hava givið sær far um, hvussu álvarsom uppgáva tað er bæði fyri nútíðina og fyri okkara eftirkomarar, at virkað verður fyri einum reinum umhvørvi.
Tí hevði tað verið eitt ógvuliga kærkomið og gott stig fyri føroyskan umhvørivspolitikk, um landsstýrismenninir í umhvørvismálum og orkumálum løgdu fyri løgtingið eitt uppskot til eina umhvørivissamtykt, sum alt løgtingið kundi tikið undir við og harvið bundið seg til.
Ein partur av innihaldinum í einari slíkari samtykt, átti at verið ein ætlan fyri, hvussu vit minka um stóru luftdálkingina, sum Føroyar nærum hava heimsmet í.
Fyrr bumbuhóttan - nú umhvørvishóttan
Fyri nøkrum árum síðani var kalda kríggið størsta hóttanin móti heimssamfelagnum. Tá tók Føroya Løgting fleiri ferðir støðu gjøgnum løgtingssamtyktir, millum annað um, at Føroyar skuldu vera uttanveltaðar og at Føroyar skuldu vera kjarnorkuvápnafrítt øki. Hesar samtyktir hava allir flokkara á løgtingi síðani kent seg bundnar at.
Nú er umhvørvisdálking ein tann stórsta hóttanin móti heimssamfelagnum. Tí hevði tað eisini verið rætt, um Føroya Løgting nú tók støðu og kendi seg bundið at hesi støðu.
Altjóða ábyrgd
At virka fyri einum reinum og sunnum umhvørvi er bæði eitt gott lokalpolitiskt stig og eitt gott landspolitiskt stig, sum kann hava stóra positiva ávirkan á okkara høvuðsútflutningsvinnu, fiskivinnuna, eins væl og tað kann vera gott fyri føroyska ferðavinnu.
Men samstundis snýr ein virkin umhvørvispolitikkur seg eisini um at taka ábyrgd saman við heimssamfelagnum. At taka altjóða ábyrgd fyri at lata okkara eftirkomarar arva ein heim, har tað ber til at liva, uttan stórar og álvarsamar umhvørivishóttanir.
Samtykkja allir flokkar ein miðvísan før-oyskan umhvørvispolitikk í næstu tingsetu, hava vit stigið eitt stórt fet ímóti at taka altjóða ábyrgd saman við um-heiminum.