ikki kundu fáa børn, og fóru tí undir at søkja um at sleppa at ættleiða eitt barn. Eitt krav fyri at verða góðkend sum foreldur var m.a. at tey áttu hús, og tí kundu tey ikki fara úr húsunum. Vildi ikki fara [...] Tað hevði við sær, at eg kendi meg øgeliga einsamalla. Vit høvdu havt okkara dreymar um at koma heim at búgva, men tað var eins og einki kundi lata seg gera. Vit noyddust at enda at keypa sethús, men [...] veðhaldarar til, fyri at tryggja okkara ovurdýru lán. Tað gjørdi sítt til, at vit arbeiddu ógvuliga nógv, samstundis sum vit stúrdu fyri ikki at klára at svara hvørjum sítt. Kenslan av at liva av peningastovnsins
B36 á útivølli vóru tekin um, at sumbingar ikki fara at verða fastir stigleverandørar í ár. Og móti TB eydnaðist tað loksins eftir ein spennandi dyst at vinna og fáa tey fyrstu trý stigini í kappingini [...] gjørdist eitt langt TB-álop, men Rúni Lisberg í Sumba-málinum vísti seg at vera rættiliga væl upplagdur og forðaði tvørámonnum í at fáa útjavnandi málið og tað eina stigið, sum kann fáa stóran týdning, tá [...] fyri teir er tað eisini positivt, at teir ungu kunnu taka ábyrgd og sláa til, tá tað berst teimum eldru frá. TB misti týdningarmikil stig í stríðnum við ÍF og B36 um at sleppa víðari úr bólkinum. Sumbingar
einki nýtt at bera fram Roynt varð at finna fram til hvør positiónin hjá skipinum var, men tað er ógjørligt. Skiparin á Tjaldrinum varð eisini avhoyrdur, men heldur ikki hann hevði nakað at leggja afturat [...] Hósdagurin 2. apríl 1998 stendur brendur inn í hugaheimin hjá teimum, sum áttu fólk umborð á Sjóborgini. Eingin veit at siga frá hvat hendi, tí einki spurdist aftur til bátin, sum hvarv so púrasta. Hóast [...] fram Fýra avhoyrdir Ivan Klein Olsen, sum stóð fyri frágreiðingini sigur, at fýra mans vórðu avhoyrdir, men tað teir høvdu at siga segði ikki meir um hvat hendi Sjóborgini henda seinnapartin, beint fyri
Tað er lættari at skilja hjá almenninginum, at vit skulu stuðla mentunararvin, tí hann styrkir alt tað, sum vit kenna og hann lærir okkum at fata, heldur enn at fáa fólk at skilja at tann skapandi listin [...] átrokandi at fáa loyst. Fara vit til tann skapandi partin, áttu vit at havt ein listaskúla, og vit áttu at styrkt tónleikarlívið nógv meir. Leiklistin, sum er elsta listagreinin í heiminum, eigur at fáa høga [...] kveikja eitt ljós enn at grenja um myrkrið. Vit eiga at halda uppat við at grenja um, at vit ongan mentunarpolitikk hava, og heldur royna at brúka mentunarálitið til at orða ein mentunarpolitikk, ið kann loysa
HB og KÍ fingu eitt stig í part burtur úr í undirhaldandi dysti, sum vísti, at bæði liðini eru um at vera til reiðar at fara undir FM-stríðið, sum byrjar komandi vikuskifti. Undirhaldandi, tí bæði liðini [...] ikki ljótur á nakran hátt, men tey »lítlu« fríspørkini gjørdu, at spælið í heilum steðgaði upp, og tá verður tað skjótt minni undirhaldandi. Eitt tílíkt fríspark endaði við, at Hans Fróði Hansen noyddist av [...] Hans Fróði Hansen og Hans á Lag í HB-verjuni høvdu úr at gera. Hans Fróði fekk fatur á tí mesta í luftini, og tað var eisini í spælinum á jørðini, at KÍ var best. Við snøggum kombinatiónum úti í síðunum
báðir áttu sostatt at vitað, at í hvussu er allur tann yngri parturin av Føroya fólki er so væl søguliga skúlaður, at hann veit um hesi viðurskifti. Øll rein sosialistisk lond svølta í dag. Men tey lond [...] altíð mett, at Bjarni Djurholm er ein maður við skili í, men orðalagið í hesum greinum var so líkt, at ilt var at síggja nakran mun teirra millum. Báðir nýttu stóran part av greinini til at niðurgera sosialismu [...] sum politikarar í Norðurlondum ikki kunnu hugsast at taka uttan at spyrja fólkið eftir. Vit síggja eisini, hvussu trupult tað er hjá tí einstaka at fáa síni sjónarmið ígjøgnum yvir fyri tí almenna. Í
og lurta Vit halda ofta at politiska valstríðið er keðiligt, og at politikararnir duga so illa at føra síni sjónarmið fram. Hvat heldur tú er orsøkin? Ein orsøk er, at politisk mál vanliga verða avgjørd [...] sagt ikki lata seg gera at fáa so stóran meirluta í Fólkatingunum. So sigur Grundlógin, at um 5/6 ikki eru fyri, skal málið til fólkaatkvøðu. Danski forsætisráðharrin hevur sagt, at um føroyingar vilja loysing [...] so er hugsandi at hægstirættur leggur seg út í málið, og tað er álvarsligt. Umframt tað, skal grundlógin broytast, skal Grønland eisini taka støðu. Tað er ikki vist at teir ikki fara at krevja broytingar
32 tinglimum, ein færri enn seinast. ? Tað er keðiligt, at kvinnurnar eru so fámentar. Vit áttu at verið fleiri og satt at siga hevði eg væntað, at gongdin var hinvegin. Tað kann vera tí konufólk halda seg [...] soleiðis, at tað ber til hjá kvinnum at vera við. Umsorganarøkið hevur altíð hingið á kvinnum og tað síggja vit aftur. Í hesum døgum síggja vit, at pengar verða játtaðir til at veita foreldrum pengar at ganga [...] Konufólk halda, at tær skulu halda seg til tey bleytu málini, men tað er tvætl. Kvinnur eru ov varnar og trúgva ikki at tær duga líka væl. Kanska hugsa tær ov lítið um, hvussu umráðandi tað er, at man hevur
úrslit verður ofta tosað um at broyta valskipanina, men Jóannes Hansen roknar ikki við, at tað fara at verða gjørdar tær stóru broytingarnar nú beinanvegin: ? Tað eru ofta tey, sum hava kent sviðan av í [...] Sandoy, Vágum og í Norðurstreymi, og tað gjørdi, at teir fingu ein fjórðing av tingmanningini, meðan atkvøðubýtið millum flokkarnar segði, at teir áttu ein góðan fimting. Og úrtøkan hjá teimum kundi verið [...] fyri, at lutfallið í umboðanini á tingi er í samsvari við undirtøkuna, sum flokkarnir hava á valinum. Samstundis skal tað verða trygd fyri, at geografiska býtið er í lagi, og her mugu vit siga, at politikarnir
soleiðis, halda tey, sum skipa fyri, at tað er ikki tíð til at greiða frá, og út frá tí, sum hoyrist millum fólk, so er hetta at undrast á, og tað er væl skiljandi, tá tað er ein sannroynd, at nógv tíð valkvøldið [...] lutfallið Vit síggja, at listi A eigur nógv teir bíligastu tingmenninar, og tað vil siga, at hann fær ongan eykavaldan tingmann. Fyri at finna fram til, hvussu nógvar tingmenn flokkarnir áttu at havt, um lutfallið [...] . Og vit staðfesta aftur og aftur, at tað valdar ikki sørt av ruðuleika, tá atkvøðurnar eru taldar upp, og løgtingið skal mannast. Tað kann ikki roknast við, at tey, sum ikki fáast við politikk í sínum