Við 167 persónligum atkvøðum varð Katrin Dahl Jakobsen úr Havn vald inn á ting fyri Javnaðarflokkin.
? Tað kom óvart á meg, tí hetta er fyrstu ferð eg havi stillað upp. Hóast eg havi verið virkin innanfloks, er hetta ein spildurnýggj verð, sigur Katrin, sum arbeiðir sum lærari í Eysturskúlanum.
Í valstríðnum hevur Katrin serliga lagt dent á trupulleikarnar á barnaansingarøkinum, og á eldrarøktina, sum hon sigur er í eini kreppu. Men at hon er útbúgvin sum lærari speglar eisini hjartamál hennara, og eitt teirra er barnamentanin, sum ongantíð hevur fingið høga raðfesting í Føroyum.
? Tað er serliga innan fólkaskúlan, eg kundi hugsað mær, at barnamentanin verður tengt at. Vit hava musikkskúlan og eg ímyndi mær, at hann kann taka sær av øðrum eisini, tað vil siga av øðrum skapandi við børnum og ungum. Barnamentan er bæði tónleikur og sangur, sjónleikur, list og bókmentir og eg vildi ynskt, at vit kundu fingið hesi viðurskifti inn í skúlan, sigur Katrin D. Jakobsen.
? Ítróttin er serliga frammi og hon er ógvuliga týdningarmikil, men sum lærari síggi eg so nógvar aðrar dygdir hjá børnum, sum vit eiga at leggja dent á. Tað ber sum er ikki til at menna tær rættiliga, tí andin er ikki til tað.
? Fólkaskúlin eigur at fáa hægri raðfesting. Miðnámsútbúgvingarnar hava verið nógv frammi og stórur dentur er lagdur á tær, men fólkaskúlin er dottin burtur ímillum. Vit hava fingið nýggja fólkaskúlalóg, men okkum vantar eftirútbúgving av lærarum. Lógir verða settar í gildi, men restin fylgir ikki nóg væl við, sigur Katrin D. Jakobsen.
Kvinnur ov varnar
Í løgtinginum sita nú fýra kvinnur av 32 tinglimum, ein færri enn seinast.
? Tað er keðiligt, at kvinnurnar eru so fámentar. Vit áttu at verið fleiri og satt at siga hevði eg væntað, at gongdin var hinvegin. Tað kann vera tí konufólk halda seg aftur, tí prátið hevur í so stóran mun snúð seg um vinnulív. Konufólk halda, at tær skulu halda seg til tey bleytu málini, men tað er tvætl. Kvinnur eru ov varnar og trúgva ikki at tær duga líka væl. Kanska hugsa tær ov lítið um, hvussu umráðandi tað er, at man hevur eina breiða fjøld. Viðurskiftini mugu gerast soleiðis, at tað ber til hjá kvinnum at vera við. Umsorganarøkið hevur altíð hingið á kvinnum og tað síggja vit aftur.
Í hesum døgum síggja vit, at pengar verða játtaðir til at veita foreldrum pengar at ganga heima hjá børnum sínum?
? Tað er óheppið, tí tað kann føra við sær, at konufólk verða hildin heima. Tað fær ikki fleiri konufólk út í samfelagið. Vit mugu spyrja okkum sjálv, hvat fyri samfelag vit vilja hava. Vilja vit hava konufólkini við at mynda samfelagið, so mugu vit leggja viðurskiftini soleiðis til rættis, at tað ber til og ikki rinda teimum pengar fyri at halda seg heima, sigur Katrin Dahl Jakobsen.