Hósdagurin 2. apríl 1998 stendur brendur inn í hugaheimin hjá teimum, sum áttu fólk umborð á Sjóborgini.
Eingin veit at siga frá hvat hendi, tí einki spurdist aftur til bátin, sum hvarv so púrasta.
Hóast tað kann tykjast løgið, so skal sjófrágreiðing gerast í slíkum førum við, og tað varð gjørt á Løgregluskrivstovuni í Runavík hósdagin fyrrapartin.
Men har kom ikki so nógv nýtt fram
Fýra avhoyrdir
Ivan Klein Olsen, sum stóð fyri frágreiðingini sigur, at fýra mans vórðu avhoyrdir, men tað teir høvdu at siga segði ikki meir um hvat hendi Sjóborgini henda seinnapartin, beint fyri páskir.
Skiparnir á Tindi, Thomasi Nygaard og reiðarin hjá Sjóborgini vórðu avhoyrdir, men teir høvdu einki nýtt at bera fram
Roynt varð at finna fram til hvør positiónin hjá skipinum var, men tað er ógjørligt.
Skiparin á Tjaldrinum varð eisini avhoyrdur, men heldur ikki hann hevði nakað at leggja afturat.
Tað einasta sum er funnið, eru tveir bjargingarringar.
Onnur sprek eru funnin, men tað er onki sum bendir á at tey stava frá Sjóborgini
Sjóborgin hevði 320 kassar inni. Í lastini var pláss fyri 250 kassum og restin var á dekkinum
Hetta svarar til uml. 14 tons, men tað hevur Sjóborgin fyrr havt inni uttan trupulleikar.










