og talan er um eitt verk, har góðskan er sett í hásæti. 3'arin stendur fyri øllum Tað er 3'arin í SMS, sum stendur fyri bæði framleiðslu og sølu av fløguni hjá Heina Lützen. Hetta sigur Heini er ein øgiligur [...] týdningarmiklasta á sjálvari fløguni er boðskapurin. Heine Lützen er sera væl nøgdur við fløguna, nú hon er komin á marknaðin, og sjálvur heldur hann, at henda fløgan er meiri gjøgnumførd enn tann undanfarna [...] Um sjálvan tónleikin á fløguni sigur Heine, at hann er meiri nýmótans, enn hvat hann var á teirri undanfarnu fløguni. Hetta merkir tó ikki, at fløgan er til ungfólk burturav, men heldur til allar aldursbólkar
stórfegnast og gevur føroyinginum rós. - Hann hevur eina ótrúliga psyku. Hann veit rætt og slætt ikki hvat ótti er, og so hevur hann eitt sera, sera gott skot, sigur Ståle Solbakken í kvøld við DR og leggur afturat: [...] taka alla ábyrgdina á meg. Eg var hóast alt rímiliga vísur í, at hann fór at seta hann inn, tí hann er ein kaldur fiskur, sigur Ståle Solbakken. FCK vann brotssparkskappingina 5-4 og skal í hálvfinaluni
hava havt ein trupulleika, síðan atløgan hjá Sildberanum er vorðin ein onnur. Trupulleikin er nevniliga parkeringsviðurskiftini á havnalagnum. - Her er eingin avmerking og eingi skelti. Tí eru fólk eitt sindur [...] hetta ikki vera sætt, ger hann tað, sum ikki er loyvt at gera á tingsins røðarapalli. - Brandur Sandoy hevur sjálvur verið har, so eg rokni við, hann veit, hvat eg meini við, sigur Harry Jensen. Borgarstjórin
Thorsen frá. Má ikki miseydnast Sigursvanda Brøndby er eitt av stóru feløgunum í Danmark. Seinastu tvey árini hevur hinvegin gingið alt annað enn væl, og liðið er rapað niður eftir stigatalvuni, og eitt skifti [...] tveimum umførum er felagið oddalið í Superliguni. Gisle Thorsen staðfestir, at tað hevði givið ógvusligt bakslag, um Brøndby ikki vinnur seg víðari ímóti B36. - Tað má bara ikki henda. Felagið er akkurát sloppið [...] Brøndby vinna seg víðari. Hvat væntar tú sjálvur av dystinum? - Eg trúgvi, at Brøndby fer at leggja nógv fyri og avgerða dystin í fyrra hálvleiki. Tí fáa teir eitt mál, so er sloppið. B36 fer ikki at skjóta
i gjørt íløgur fyri útvið 300 milliónir krónur á Tvøroyri. Alt økið við havnalagið er lagt út til vinnulív, og tí er tað sera harmiligt, at slíkt skal forpurra alt. Tað sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðin [...] ikki hevur roknað uppá fíggjarliga missin av strandaðu útbyggingarætlanini. - Tað fyrsta sum hendir er sjálvandi, at ætlaðu útbyggingarnar steðga. Vit kunnu ikki virðisøkja so nógv sum ætlað, og tá goymslurnar [...] Stjórin á Varðin Pelagic vísir á, at ætlanin alla tíðina hevur verið at byggja út. - Eg veit ikki, hvat vit nú gera. Eg vóni bara at vit og skil ræður, sigur Bogi Jacobsen. Hoyr Boga Jacobsen tosa um a
ósemju um tulkingina av ES-reglum. - Málið er eitt sindur ullint, tí tað botnar í eini tulking av ES-reglum. Tað er eitt stríð um hvat vit hava loyvi til og hvat vit ikki hava loyvi til at gera við fiskin [...] Vit vita ikki hvat tað er, ið myndugleikarnir kanna. Vit fáa onkrar teldupostar av og á, har spurt verður inn til ting, men sjálvt málið verður bara útsett. Tað má sigast, at hetta er ein løgin framf
n ikki er óvildug, er løgmaður eins og aðrir áhugaður fyri, at alt kemur fram. -Tað er eisini avgerandi fyri, um vit kunu hava álit á kanningini. - Kemur kanningarnevndin til niðurstøðu, sum er okkum til [...] Um nú Edmund Joensen, løgmaður, ikki er sinnaður at gera tað, hevur tú so heimild til tað? - Tað er givið at vit fara at seta spurningar til løgmálaráðharran. Tað er einki at dylja, at Edmund Joensen vildi [...] áður, sigur Eilif Samuelsen. Hann vísir á, at tíðin er um at ganga undan, og at vit ikki kevja dómarakanning nú, tí so verður málið er ov gamalt. - Um so er, at niðurstøðan hjá kanningarnevndini ikki verður
Hetta er júst har, ið bygdin Tvøroyri er vaksin uttan um, og Doktarahúsini vóru fyrstu húsini á staðnum, ið ikki beinleiðis høvdu nakað við kgl. handilin at gera. Handilin kom í 1836. So Tvøroyri er ikki [...] kring húsini, sum nú er friðað øki. Millum annað standa nakað omanfyri Doktarahúsini, húsini hjá faktor, handilsuppsitaranum, og niðanfyri er lítið hús, ið minnir um eitt neyst. Hetta er Gestastovan, har fiskimenn [...] hetta so er elsta hotel í Suðuroynni. Tað kenda staðið Valurin vita ikki øll hvar ið er. Millum eina á nærhendis doktarahúsunum og eitt gil nær Sjúkrhúsbrekkuni, hevði læknin eina trøð. Valurin er páløgd
teirra eru um kvøldarnar, men samstundis er tað bara gott, at børn og ung sjálvi sleppa at royna seg í samfelagnum frá heilt ungum aldri. Tað heldur Óli Rubeksen, sum er ráðgevið hjá SSP í Føroyum. Kanningin [...] ikki øll foreldur sum vita, hvat tey ungu takast við, tá ið tey ikki eru heima. - Børn og ung í Føroyum hava í stóran mun góða atferð, og trívast væl. Men týdningarmikið er, at foreldur fylgja við í hvar
stuttligt. Ikki fyrr enn myndin er teknað og loyst, sær barnið, hvør myndin er. Tað var meðan Aase undirvísti børn í tekning á Adventistaskúlanum, at hon sá, at stórur tørvur er á undirvísingartilfari í tekning [...] um, sigur Aase Bømler Olsen, listakvinna. ?Stuttleika tær? er heitið á seinasta bóklinginum, ið Aase Bømler Olsen hevur evnað og teknað. Hetta er bóklingur ætlaður sum málibók og søgubók, har barnið sjálvt [...] upp á søgur samstundis. Tí fekk eg hugskotið at tekna eina málibók, sum samstundis er eitt upplegg til søgur. Endamálið er, at foreldur skulu seta seg niður saman við børnum sínum at tosa um eitt ella annað