- Brøndby fer víðari

Gisle Thorsen, journalist á Ekstra Bladet, staðfestir, at Brøndby als ikki óttast fyri dystinum í Gundadali í annaðkvøld. - Eingin ræðist, tí danir trúgva uppá, at Brøndby fer víðari. Og tað fara teir, sigur Gisle Thorsen

- Teir hava sjálvandi virðing fyri B36. Men tað er eingin ótti at hóma.

Brøndby legði við tepra sigrinum á B36, í fyrsta innleiðandi dystinum til UEFA CUP, trýst á seg sjálvt. Í annaðkvøld skal seinni dysturin avgreiðast á graslíkinum í Gundadali. Hóast føroyingar droyma um sensatiónina, so eru danir als ikki ræddir. Í øllum førum ikki, um vit skulu trúgva Gisle Thorsen, tíðindamanni á Ekstra Blaðnum.


Brúkið sama upplegg

Gisle Thorsen hevur seinnu árini starvast sum ítróttartíðindamaður, har hann serliga hevur sum uppgávu at fylgja við gongdini hjá Brøndby. Hóast hann vónar fyri danskan fótbólt, at danir standa sum sigursharrar í Gundadali í annaðkvøld, so vil hann fegin geva sítt boð uppá, hvussu B36 skal spæla í morgin. Hann heitir á Heðin Askham um ikki at broyta uppleggið frá fyrra dystinum.

- B36 stóð sera væl í verjupartinum, og tað skal størsti denturin eisini leggjast á í morgin. Málverjin hevði eina frálíka bjarging í fyrra dystinum eftir roynd frá Morten “Duncan”, men tað var eisini tað. Uppleggið var eisini orsøkin til fantastiska úrslitið. Teir mugu ikki leypa framav og byrja at trýsta Brøndby. Tað ræður um at hava tol, og hava neyðuga hepnið, tá møguleikarnir koma. Tað hevði verið stórt spell fyri føroyingarnar, um Súni Olsen ikki verður tøkur í morgin. Tað er júst eftir hansara frálíku innlegg, at B36 skal fáa neyðugu málini. Brøndby fer at halda vakið eyga við honum, um hann verður við, so hann fær tað trupult, greiðir Gisle Thorsen frá.


Má ikki miseydnast

Sigursvanda Brøndby er eitt av stóru feløgunum í Danmark. Seinastu tvey árini hevur hinvegin gingið alt annað enn væl, og liðið er rapað niður eftir stigatalvuni, og eitt skifti í fjør vóru teir í beinleiðis niðurflytingarvanda. Undir leiðslu av Tom Køhlert slapp felagið undan fullkomu eyðmýkingini, og nú verður aftur strembað eftir danska oddanum. Tað gongur eisini rætta vegin, og eftir tveimum umførum er felagið oddalið í Superliguni.

Gisle Thorsen staðfestir, at tað hevði givið ógvusligt bakslag, um Brøndby ikki vinnur seg víðari ímóti B36.

- Tað má bara ikki henda. Felagið er akkurát sloppið úr kreppuni, og byrjanin á hetta kappingarári hevur verið frálík. Eg veit ikki, um eg kann lýsa tað við orðinum vanlukka, men tað hevði í øllum førum verið eitt stórt vónbrot. Tað vildi tikið alt sjálvsálitið frá teimum, hugleiðir Gisle Thorsen.

Brøndby vann um vikuskiftið við tveimum málum móti einum á meistarunum úr AaB. Max von Schlebrugge, sum skoraði einasta málið móti B36, stóð fyri báðum málunum.


Brøndby avgerð beinanveg

Tíðindamaðurin á Ekstra Blaðnum verður ikki til staðar á ovara vølli í Gundadali í morgin. Hann fer at fylgja dystinum umvegis alnótina, har hann ætlandi fer at síggja Brøndby vinna seg víðari.

Hvat væntar tú sjálvur av dystinum?

- Eg trúgvi, at Brøndby fer at leggja nógv fyri og avgerða dystin í fyrra hálvleiki. Tí fáa teir eitt mál, so er sloppið. B36 fer ikki at skjóta trý mál í morgin. Eingin ræðist, tí danir trúgva uppá, at Brøndby fer víðari. Og tað fara teir, sigur Gille Thorsen í horninum úr Danmark.


Myndatekstur:

- Eg trúgvi, at Brøndby fer at leggja nógv fyri og avgerða dystin í fyrra hálvleiki. Tí fáa teir eitt mál, so er sloppið. B36 fer ikki at skjóta trý mál í morgin, sigur journalistur á Ekstra Bladet, sum Sosialurin hevur tosað við

Mynd: Polfoto